hósdagur 13. november 2014síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
7 • 14. november 2014
S
ambært tølunum hevur minsti part
urin av ullini verið fluttur óvirkaður av
landinum. Útflutningstølini vísa, at nógv
mesta vøran var bundin. Gjøgnum tíðirnar
eru gjørdar neyðugar tillagingar av vøruni
líka frá hosubindingini í 1600-talinum heilt
fram til dagin í dag, nú Guðrun & Guðrun eru
ímyndin av dagførdu føroysku bindingini.
Úti í heimi eru vit kend fyri okkara binding – meðan
fá kennast við føroysku ullina. Og at búgva og virka í
einum landi, har uml. 35% av kvinnunum eru í bindi
klubba, meiri enn helvtin av kvinnunum duga at binda
og knapt tveir seyðir eru pr íbúgva er í heimshøpi eina
standandi. Spurningurin er, hvat skal til fyri at vit í dag
megna at dagføra og gagnnýta fjøltáttaðu vitanina og
førleikarnir, sum liggja í bindingini.
Shetland
Í mun til menning av okkara egna, er vert at hyggja
at tí, sum fer fram úti í heimi. Beint sunnan fyri okk
um liggja smáu shetlandsoyggjarnar. Mynstrini og
litsamansetingarnar harfrá eru heimskend og síggjast
javnan í ymiskum hami á pallinum hjá stóru mótahús
inum, tá vetrarmótin verður vístur. Eisini kunnu tey
breggja sær av at hava skjótasta bindara í heiminum,
nevniliga Hazel Tindall, sum í 2004 vann heitið Worlds
Fastest Knitter. Metið vann hon við bert at brúka tríggj
ar minuttir at binda 255 eygu á stokkum nr. 4. (www.
hazeltindall.com).
Ísland
Íslendingar fyri norðan duga at fáa væl burturúr.
Umframt marknaðarføring av ullini og Lopatroyggj
uni í ymiskum hami eru tey eisini í ferð við at menna
ferðavinnuna at taka ímóti bindarum. Høvuðsmálbólk
urin eru amerikanarar, sum bæði sleppa at klemma ein
seyð – myndin verður sjálvandi løgd á facebook beinan
vegin – binda bul á gamlan máta við ektaðum íslendsk
um bindikonum og keypa tógv upp í rúgvur beinleiðis
frá spinnariínum. Alt við framúr marknaðarføring og til
ein góðan prís (www. Icelandicknitter.com)
Eins og tey eru von at seta sær høg mál, arbeiða
hart og taka kjansir, duga íslendingar at síggja nýggjar
møguleikar. Við tiltøkum sum The Loop-festival, Design
March og Nordic Fashion Biennale koma fólk úr øllum
heiminum til Íslands, tí tað er har, tað sker. Á vegnum
marknaðarføra tey siðbundna binding sum Álafoss og
Lopi, tað siðbundna í nýggjum hami sum Farmers Market
(farmersmarket.is) ella við íblástri úr sagnunum sum
t.d. kópakonuteppini og lállurnar hjá Vik Prjónsdottir
(vikprjonsdottir.com) eins og tey heinta ”rockstjørnur”
innan binding til Íslands fyri at menna støðið og vekja
enn størri áhuga millum bindarar.
Annað, sum íslendingar hava fram um okkum er
góðu skúlarnir innan skapandi økið. Í Reykjavík er m.a.
Listaháskóli Íslands við design, list, tónleiki, arkitekturi
og frálæru í listaundirvísing og Myndlistaskólinn, sum
hevur tvey ára tekstildeild. Har
undirvísir m.a. Steinunn, sum áð
ur var seniordesignari hjá Gucci og
La Perla, men nú býr og arbeiðir í
Reykjavík, har hon hevur sítt egna
merki. Innanhýsis á skúlanum verð
ur arbeitt tvørfakligt og spjaðir hetta
seg út í samfelagið, har ma. Knitting
Iceland hevur skipað fyri Knit to the
Music Tour í samstarvi við Iceland
Airwaves Music Festival.
Katrina í Geil
Gamla orðatakið sigur, at ”Ull er Føroya gull” –
ellavar tað kanska bindingin, sum var gullið?
Bindingin, sum virðismenti ullina, so hon gjørdist
áhugaverd fyri útheiminum. Bindingin, sum støðugt
hevur funnið nýggjar leiðir til at brúka ullina. Og nú,
tá tosa verður so nógv um at gagnnýta ullina betur,
er tað kanska bindingina, vit skulu satsa uppá fyri at
finna nýggjar loysnir til frumkendu føroysku ullina?
Danska Iben Høj er
heimskend fyri síni
framúr femininu
bundnu pløgg á
tekniskt sera
høgum støði
Svenska Sandra
Backlund skapar
3D listaverk í
rørslu
"Filigram - alive
and knitting" eftir
Katrinu í Geil, 2005
– ella
var tað
bindingin?
”Ull er
Føroya
Gull”