hósdagur 13. november 2014síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
7 • 14. november 2014
Úrmælingar
í Norðanlondum
Í Norðanlondum sum heild er bindingin í støðugari
menning. Tað tykist tó at vera trupult at sleppa tí sið
bundna og koma við onkrum veruliga nýggjum. Millum
bindarar er áhugin framvegis størstur at læra seg
nýggjar teknikkir. Fyri at síggja, hvussu til ber at brúka
teknikkirnir at skapa nýggj pløgg til kroppin, er vert at
hyggja at heimskendum úrmælingum sum danska Iben
Høj og svenska Sandra Backlund.
Iben Høj , sum júst hevur havt framsýning og skeið í
Norðurlandahúsinum, er ein meistari, tá tað kemur til at
skapa tekniskt avbjóðandi og feminin pløgg til kvinnur.
Pløgg, har hennara vitan um tógv, klædnakonstruktión
og silhouettir í mun til kroppin skapa kompleksar og
logiskar samanrenningar, sum smoyggja seg um
kvinnukroppin á ein hátt, sum bara ber til, tá plaggið er
bundið (www.ibenhoej.com).
Sum ein myndahøggari arbeiðir Sandra Backlund
beinleiðis á kroppinum ella á ginum, har hon út frá til
fari og teknikkum leitar fram skap og vídd til 3D lista
verk í rørslu. Hon byrjar við teimum kendu, klassisku
teknikkunum rætt, rangt og rond í tjúkkum tógvi, sum
hon á ymiskan hátt setur saman til síni sermerktu
framtíðarkendu pløgg. Úrslitini kunnu tykjast okkum
bæði ókend og ógvislig og tó so sansalig og kend í tilfari,
at vit í einum bæði undrast og kenna tað aftur (www.
sandrabacklund.com).
Ongland
Í Onglandi arbeiðir spinnaríið Rowan saman við kend
um designarum at skapa litføgur og trendy pløgg til
kræsnar bindarar kring heimin. Eisini er tað her, fleir
talið av designstudioum innan binding eru. Har sita de
signarar dagin langan og skapa hugskot í bundnum. Tal
an er serliga um yvirpartar, men kjólar, skjúrt og tilhoyr
er eisini partur av kollektiónunum. Hesi verða seld á
messum í Paris, Milano, New York og Los Angeles, har
mótaskaparar koma at fáa sær nýggjan
íblástur ella tey finna júst tað troyggju-
sniðið, sum væntar teimum til komandi
kollektiónina. Hugskotið verður so koyrt
í ein brævbjálva og sent til verksmiðjuna
í Kina, har tað verður framleitt í trimum
litum og øllum støddum.
USA
Í USA eru eisini nógvir bindarir og talið
er støðugt vaksandi. Mett verður, at talan
er um 15 mió bindarar umframt 6 mió
Y.A.K.(Young American Knitters). Hetta
er í okkara verð stór tøl. At nøkta tørvin
eru stórir bindibólkar á netinum, har
Ravelry er millum teir størstu. Á Youtube
hava bindi-lærarar úr at gera við at læra
fólk at kasta uppá umframt at har eru eitt
hav av nethandlum, sum bjóða seg fram
við øllum tí, sum heita bindihjarta ynskir
sær.
Spurningurin er so, hví binding er so
áhugaverd í eini tíð, har alt skal ganga
skjótt fyri seg og tað mesta kann keypast
heim við einum klikki á netinum? Kann
ingar, sum Craft Yarn Council of America
hevur gjørt samsvara øðrum amerik
anskum kanningum. Bindarar vilja fyrst
og fremt sleppa at skapa sítt egna. Síðan
trívast tey væl at hava okkurt millum
hendurnar, gera gávur og so hevur bind
ing víst seg at vera avstressandi.
Áhugavert er eisini, at somu kanningar
vísa, at bindarar býta se sundur í tveir
bólkar, har nøkur halda vegin – at skapa
nakað – verða tað mest áhugaverda og
onnur vilja síggja eitt gott úrslit.
Føroyar
Útlendskir designarar sum Iben Høj, Isa
bel Berglund og Hans Christian Madsen
frá Burberry dáma sera væl at undirvísa
í Føroyum, tí vit duga so væl at binda eins
og vit megna sjálvar at fara í gongd held
ur enn at bíða eftir læraranum. Hinvegin
er tað, sum vanliga kemur av stokkunum,
tað sama: Slættbundnar troyggjur upp í
rúgvur, við lopa-kraga ella stjørnum á la
Guðrun & Guðrun, framleitt í so stórum
nøgdum, at vit kundu tyrvt eitt miðal
hampa grótbrot við tí.
Bindarir eru vitandi fólk, men spurn
ingurin er, um tær sjálvar vita tað? Tær
hava:
– vitan um tilfar og tráð
– vitan um teknikk, flatu og struktur
– vitan um litir, litsamansetingar og
litmynstur
– vitan um kropsskap, konstruktión og
sniðgeving
– vitan um trend og móta
Har eru heilt víst økir, sum eru betri ment enn onnur,
men avbjóðingin liggur fyrst og fremst í at trúgva upp
á seg sjálva og sína vitan, at tora at ganga nýggjar leiðir
og bjóða sær sjálvari av fyri at skapa nakað nýtt. Men
hví verður so lítið gjørt við tað? Kanska er tað óttin fyri
at kiksa, kanska situr tað so fast í okkum føroyingum,
at tað skal kunna brúkast og helst beinanvegin. Kanska
eru vit eitt gamalt framleiðslutól, sum nú gongur í
tómgongd og bindur og bindur og bindur og bindur….
Í løtuni er tað upp til tað einstøku at avgera, um tíðin
er komin at læra seg at skapa. Skapa til egna nýtslu,
til framleiðslu, til vitanardeiling, til undirvísing, til
eksport, til Youtube, til netið og bæði sjálvar fara út
at læra og læra frá okkum og fáa onnur hendavegin at
uppliva fjarskotna, eksotiska bindiparadísið Føroyar,
har alheims bindarar kunnu fáa forloyst síni skapan
arevnir.
Í stuttum er eitt at gera – at leypa útí tað – uppliva
møguleikarnir – og kanska, kanska snávar tú á vegnum
yvir loysnina til at gagnnýta føroysku ullina. Hvør veit.
"Støðugi angin av
sukri – við íblástri
úr myndum hjá
Katrine Ærte
bjerg" eftir Randi
Samsonsen 2012
Vetrarmótin
2010 við aran
og shetlands
mynstrum