hósdagur 13. november 2014síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
7 • 14. november 2014
16
Ongantíð í heimssøguni hevur tónleikur havt slíka út
breiðslu og er vorðin viðkomandi hjá so mongum sum
í okkara tíð. So at siga allastaðni, har tú kemur, ljómar
tað av tónum, í flestøllum heimum eru ljóðførir til taks,
og hugflog til at fáa ymisk tónleikatiltøk í lag tykjast
óavmarkað.
Hjá yngra fólkinum eru tað serliga festivalarnir á
sumri, ið draga til sín og eyðsýniliga geva minniligar
upplivingar. Hesir festivalar vinna sær tí eisini mestan
ans hjá fjølmiðlunum, bæði teim loftbornu og teim skriv
aðu. Men viðurkennandi tað natúrliga í tí, at nútíðin
krevur sín fyrstarætt, og at poppmusikkurin, sprottin
úr nýtíðarjørðildinum - men eisini skumpaður fram av
peningafýsnari reklamu – ikki minst her hjá okkum
hevur vunnið sær so at siga einaveldi, so man tað hjá
mongum kennast sum saknur, at klassiski tónleikurin
við øllum sínum dýrmæta ríkidømi, skapt og økt sum
ódeyðiligur mentanararvur gjøgnum mannasøguna, so
lítla rúmd eigur í okkara fjølmiðlaheimi.
Tí mundu fleiri rakna slotandi við, tá tað við skúla
ársbyrjan hoyrdist um klassiskar tónleikadagar við
skeiðum og konsertum í Havn.
Mær lá fyri at spáka oman í Listaskálan fríggja
kvøldið 22. august, har yndiskomponistarnir Mozart
og Schubert vóru á skránni. Og sannilga var tað sporini
vert – ja, í stuttum er at siga, at aldri á ævini hevur
ríkari kamartónleikaløta verið mær fyri! At listarliga
umhvørvið og nærleikin til tey leikandi gjørdi sítt er
ivaleyst; men nøtrandi í sál og sinni sita tónarnir enn
í minninum, tá lagt varð fyri við undurføgru klarinett
kvintettini hjá Mozart. Og soleiðis vórðu vit rúnarbund
in borin frá satsi til annan fram til seinasta brigdið í
“Allegretto con variazioni”.
Háfloygd orðing? Jú, gaman í, men soleiðis var
upplivingin – og ikki so løgið heldur; tí tey leikandi vóru
úrmæltir gestir uttanífrá: Solisturin Guntis Kuzma,
fyrsti klarinettistur í letlendska tjóðarsymfoniorkestr
inum, læt okkum her og aftur sunnudagin í Norður
landahúsinum uppliva klarinettspæl, sum tað ivaleyst
ongantíð áður hevur ljóðað í Føroyum. Hugtakandi og
við mozartskum lættleika spældi Sergey Ostrovsky,
professari í Genève, sína fyrstuviolin í viðkvæmum
samspæli við solist og hini í kvintettini. Honum við lið
fylgdi Miina Jarvi, violinistur úr Estlandi. Tað var, sum
skilst, nógv henni fyri at takka, at hetta frálíka tiltak
var fingið so væl í lag. Týðandi leiklut í samspælinum
hevði cellisturin Kristina Blaumane. Uttan at hyggja
í programmblaðið varnaðist tú, at her var talan um
tónleikara á hægsta stigi: Kristina Blaumane er 1.
celloleikari í sjálvum London Philharmonic Orchestra!
Hennara tónlistarliga format upplivdu vit ikki minni
sunnudagin í Norðurlandahúsinum, har hon hugtók við
sínum solospæli í einum annars so stillførum tónaverki.
Hvaðan bratschspælarin Valerio Latartara var, sást ikki
upplýst í skránni, men ikki lá hansara miðsavnandi
lutur eftir í hesum sublima kvintettspæli.
Eftir steðgin vórðu vit framhaldandi hildin á lofti við
undurfagrari strúkikvintett eftir Schubert. Kendi ikki
verkið frammanundan, men sum við øllum hjá Schubert
var hetta tónleikur, sum beinanvegin fangaði og frá
byrjan til enda fall tær hugvekjandi í oyru. Gleðiligt
fyri okkum, sum sótu har lurtandi, var tað, at okkara
egna tónlistakvinna, tann gávuríka og dugnaliga Kris
tina á Váli, var við sum fimti leikari í Schubert-kvin
tettini. Kristina er í holt við hægri útbúgving í New
York og fær dagliga mennandi ávirkan úr framkomna
tónleikalívinum har. Men ivaleyst hevur tað verið
henni serlig uppliving at sita í slíkum tónlistarligum
samskifti við framúrskarandi tónlistafólk sum eitt nú
celloleikaran Kristinu Blaumane.
Hetta at geva ungum verandi og vordandi professi
onellum tónleikarum her á landi stuðul og íblástur fram
móti einum framkomnum klassiskum tónlistarlívi í Før
oyum, var júst eitt aðalendamál við hesum sonevnda
Fimm-Festivali. Tað kom eisini enn meira til sjóndar á
orkesturkonsertini sunnudagin, har ikki færri enn 12
ungir føriskir musikarar vóru við í framførsluni.
Tøkk skulu øll tey hava, sum tóku stig til og á ymsan
hátt skipaðu fyri og stuðlaðu uppundir í hesum ser
staka tónleikatiltaki. Vónandi verður hendan fyrsta
royndin ikki tann seinasta.
FIMM
festivalurin
Tónleikaløta í serklassa
Konsertin í Havnar Kirkju 22. august
ein sonn fragd
Konsertin í Havnar
Kirkju 23. august
Ólavur Hátún:
Bo Isholm:
Á konsertini leygardagin tann 23. august í Havnar
kirkju vóru tað ungu festivalluttakararnir, sum áttu
tørn at presentera seg í einum kamarmusikalskum
høpi.
Manningar við strúkarum og blásarum skiftust
sínamillum við einari skrá, har meginparturin var
wienerklassiskur. Serstakliga áhugavert var at
hoyra tey bæði norðurlendsku tónaskøldini Joseph
Martin Kraus við tilnevninum “Svenski Mozart” og
nakað yngri finska starvsfelagan Bernhard Henrik
Crusell.
Í Divertimento fyri obo og strúkikvartett av síðst
nevnda, glógvaði russiska Julia Orlova í leikluti sín
um sum obosolista. Milum nýggjaru verkini var tað
serliga stutta sonatan fyri tvær violinir eftir Sergej
Prokofiev, ið vakti ans - kanska tí hon við sínum
innhugsaða álvara gjørdi eitt kensluborið skifti í tí
annars ljósu og summarsligu skránni.
Fyri lurtaran var konsertin ein sonn fragd, og
var hon merkt av musikalskari orku og spæligleði
umframt einum høgum tøkniligum stigi. So ymiskir
ungu tónleikararnir hóast alt eru, havandi í huga
tjóðskap, mál, ymiskt mentarnarligt grundarlag
o.s.fr., megnaðu teir at sameina talent og hart arb
eiði í eina alheims felags kenslu, sum boðar frá góð
um hjá framtíðar klassiskum tónleiki.
Faroe
Islands
Musical
Meeting
18.–24.
august
2014
Kristina
Blaumane
Konsert Í Havnar KirkjU
Federico S.
Morresi