Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-13, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2014síða 49

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 7 • 14. november 2014 17 Sunnudagin 24. august rundaði FIMM-festivalurin av við konsert í Norðurlandahúsinum. Á pallinum sat ork­ est­ur, mynda av sera dugnaligum og viðurkendum lær­ ar­um, saman við næmingum og fyrireikarum av hesari tón­leikafestival. Fólk, savna úr 13 ymiskum londum at stud­era og spæla klassiskan tónleik Idyllur Siegfried Idyll eftir Richard Wagner var fyrsta stykkið á skránni. Hetta stykkið hevði persónligan týdning fyri Wagner, skilt á tann hátt, at tað upprunaliga ikki var skrivað til almenna framførslu; men til konuna, Cos­ima, ið hann nýliga var giftur við, og barn teirra Sieg­fried. Tað var framført á jólamorgni 1870. Hetta er sannliga stykki, ið lýsir idyll, so tann sum væntaði ógv­us­ligt temperament, skiftandi tungar og stórslignar stemn­ ing­ar, ið eru typiskir fyri Wagner, bíðaði til fánýtis. Orkestrið byrjaði konsertina friðarliga. Ein aft­ur­ vend­andi avbjóðing í klassiskum tónleiki, er hetta, at við tað at tónleikurin er skrivaður, og at mann oftast spæl­ir eftir nótum, kann úttrykkið blíva ov nógv høvd og ov lítil kroppur. Og tað tók eina løtu, áðrenn mann kendi, at orkestrið hevði spælt seg inn í tónleikin. Vøkru vøgguvísutemaini virkaðu væl; men við tað at stykkið ikki er so skiftandi, sum Wagner annars oftani er, var mín tanki, at stykkið hevði væl tolt, at meir varð úttrykt í dynamisku støðunum, sum álíkavæl eru har. Ein legði skjótt til merkis tað stóra tónlistarliga yvirskotið, ið serliga Sergey Ostrovsy á 1. violin og Kristina Blaumane á cello, sýndu. Saman við cello gav 1. violinin tónleikinum framdrift og frasunum lív og inni­hald. Hin svenski Mozart Síðan var ”Symfoni í C” eftir Joseph Martin Kraus á skránni. Fyri meg var ógvuliga forvitnissligt at hoyra hetta stykkið. Eg kendi lítið til Kraus áður, og hetta, at hann hevur so nógv til felags við Mozart, og tó er so øðr­vísið, haldi eg vera rættuliga áhugavert. Kraus verður stundum nevndur hin svenski Mozart. Hetta tí at hann búði í Stockholm frá tí hann var 21 inn­ til hann doyði 36 ára gamal. Og tað slepst ikki undan, at tá man lurtar eftir tónleikinum hjá honum, situr man skjótt og samanlíknar hann við aðr­ar samtíðar komp­ on­istar. Klassiski reini stíl­urin er ikki at taka feil av, og til felags við Mozart hevur hann eisini eitt ung­dóm­ligt frískt úttrykk. Men hinveg er dyna­mikk­ur­in og temp­ era­ment­ið ­hjá hon­um nógv meir mark­ant og týð­andi partur av musikk­inum. Hjá teimum, sum duga, er stuttligt at spæla tónleik frá klassiska tíðarbilinum, og fyri mær ljóðaði tað, sum at orkestrið dámdi at spæla hetta stykkið. Dynamisku skift­ini vóru presis, og sam­an við løttu klass­ isku fras­un­um fekk spæli­g­leð­in høv­ið at skýna ígjøgn­um – kanska eina­mest í strúk­ara­sek­ti­ ón­un­um. Við nógvu solo­ pørt­un­um fyri 1. violin slapp eis­ini fram­úr­skar­ andi spæl­ið hjá Ser­gey væl fram­at. Tónlistarligur úrmælingur Um eg beinanvegin hevði lagt til merkis yvirskotið í spæl­inum hjá 1. violin og sello, so var tað nú, at vit fingu at hoyra tann ljóð­førisleik, ið imponeraði mest av øllum henda seinsummardag á Ringvegnum 14. ”Introduction, theme and variations, for clarinet and orchestra” eftir Gioachino Rossini er tað, ið á enskum verður kallað eitt ”showpiece”. Tað er stykkið, ið er skriv­að til at vísa fram eitt ávíst ljóðføri. Gjarna verður tað gjørt við imponerandi og sjarmerandi passagum, ið eru skrivaðar soleiðis, at tær hóska væl til ljóðførið, og vísa soleiðis ljóðførið og ljóðførisleikaran fram á ein imp­on­erandi hátt. Soleiðis er eisini við hesum stykkinum, hvørs lætta, ljósa tema útviklar seg yvir 5 brigdi, hvørt meir imp­ on­er­andi enn annað. Og at bera hetta fram megnaði sol­isturin Guntis Kuzma til fulnar. Leikandi lætt spældi hann seg gjøgnum krevjandi støðini; og við organiskum og yndisligum spæli gav hann ljóð til reinu tematisku fras­urnar, ið lógu undir øllum hesum stykki. Dobrinka Tabakova, ein viðkomandi nútíðar komponistur Hæddarpunktið fyri meg var nú hetta, at stifta be­kend­ skap við bulgarska tónaskaldið Dobrinku Tabakova. Dobrinka er ein viðkomandi nútíðar komponistur. Fødd í 1980, men hevur longu notið stóra viðurkenning, og er mitt í eini tónlistaligari karrieru, ið man enn kann vóna nógv av. At Dobrinka er ein av nútíðarkompunistunum, ið hevur góða undirtøku í ymiskum umhvørvum, er ikki ringt at skilja. Djúpi kensluligi tónleikurin leiður eina løtu tankarnar til Henry Gorecki. Aðra løtu fáa longs­ ulsfullu strúkaratónarnir og dirvið at skriva ein­falt sambandið til Arvo Part at gerast týðuligt; og im­provi­ seraða ljóðuniversið, fekk meg at eisini hugsa um russ­ isku Sofiu Goubaiduliu. Hetta er magiskur stemingsfullur tónleikur, og ork­estr­ið megnaði væl at skapa tað eteriska rúm, har Kristina Blau­mane við musikaliteti og ólastandi før­ leika fekk givið inniligu sellosoloini ljóð. Dramatiskur Sibelius Stykkið ”Pelléas et Mélisande” var upprunaliga tón­leikur skrivaður til leik av sama navni. Eins og tunga tema­ið í hesum leiki um fordømdan kærleika, so er tón­leik­urin hesin sera dramatiskur. Stuttligt er at leggja til merkis kontrastin millum lyndislætta tónleikin hjá Rossini og tunga úttrykið hjá Sibelius. Meðan væl gongst Sibelius at skapa ófrættarkendar tónar og øgilig kensluhav, so verður tað vakra sjálvdan lætt ella líka­til. Hóast orkestrið ikki var stórt, so var klangurin yvirraskandi stórur, og eg upplivdi endiliga sum at diri­genturin Frederico hevði fingið ordiliga fatur á ork­estr­inum, og var við at fevna og forma tónleikin, ið skuldi út. Tankar um hesa og klassiskar framførslur yvirhøvur Tónleikurin á konsertini var framførdur uttan prát og utt­an­um­tos. Deiligt tá bara tónleikurin er í fokus. – Tó so, um mann hevði fingið okkurt at vita um tónleikin í pro­gramminum ella millum stykkini, so kundi tað verið áhuga­vert. Eg skilji væl, at man ikki altíð hevur hug at for­stýra konsertir við so nógvum forkláringum og bara velur at lata tónleikin tala. Mær dámar tað væl, men skal tó viðganga, at tað kemur meir enn so fyri, at frá­greiðingar hóast alt kunnu lata dyr upp til tónleik, ið annars eru aftur. At gera slíkar festivalar her á landi, meti eg vera ógvu­liga gott hugskot. Mín meting er, at best er um kreft­ir her á landi eru nógv við í fyrireikingunum frá byrj­an. Hetta tí vit kenna landið og tørvin, og kunnu við tíðini uppbyggja okkum erfaringar, ið tryggja at øll, bæði lærarar, festivallutakarar og áhoyrarar fáa sum mest burtur úr. Tá eg eftirfylgjandi tosi við nakrar av festivallutakarunum er greitt, at tað er ymist, ið kann forbetrast til eina aðru ferð. Hetta er væl ikki óvæntað, tá man byrjar uppá nakað nýtt. Men tað hevur stóran týdn­ing, at skjøtil er settur á, og at vit fáa fleiri er­far­ ing­ar við tiltøkum av slíkum slag. Ferðavinnan og tónleikafagnaðir av hesum slag Vert er at minnast til, at ferðavinna er ikki bara at fáa fólk til landið sum sokallaðir touristar. Mann arbeiðir inn­an hesa vinnu eitt nú eisini við einum hugtaki, ið nevn­ist ”mice-segmentið”. Hetta sipar til tann bólkin av ferða­fólkum, ið koma hendaveg í øðrum ørindum enn at vera ferðafólk. Hetta kann eitt nú verða til skeið­virk­ semi av ymiskum slag. Annleyg Lamhauge á Ferðaráðnum fortelur, at hetta er sera áhugaverdur bólkur av vitjandi. Tey hava ofta møguleika at leggja fleiri pengar eftir seg enn vanliga ferðafólkið. Og við at koma her, t.d. á skeið, ger at eitt band er skapa, og í mongum førum fortelja tey um Før­ oy­ar, har tey koma, og ofta koma tey aftur og kunnu tá eisini hava onnur við sær. Luttakarnir á hesum festivalinum vóru frá Franka­ ríki, Italien, Litavia, Letlandi, Estonia, Rumenia, Íslandi, Argen­tina, Polandi, Englandi, Svøríki, Russlandi og Før­ oy­um. So tá slíkur festivalur eydnast væl, er tað um­ røða, ið kemur víða um. Og sovorði sum hetta kann har­við spæla týðandi leiklut í hesum, at vit ikki bara markn­aðarføra Føroyar við sínum serstøku og vøkru nátt­úru, men sannliga eisini sum eitt einstakt ment­an­ ar­liga ríkt og fjøltáttað stað. Eg vóni at hetta bara var tað fyrsta ”Faroe Islands Music Meeting” av mongum. At fyrireikingarnar alla tíð­ina fara at blíva betur, skulu engagera okkum í og arbeiða fyri. Men at hetta kann vera góður íblástur til lut­takarnar og føroyskt tónleikalív og viðvirkandi til eina góða branding av Føroyum, er lítið at ivast í. So her­við ein tøkk til fyrireikarnar av FIMM, at tey valdu at koma til Føroyar. vónandi ikki seinastu ferð Konsertin í Norðurlanda­húsinum 24. august Agnar Lamhauge: Faroese International Music Meeting – eisini nevndur FIMM festivalur – er eitt altjóða orkesturakademi fyri ungar, klassiskar tónleikarar, ið bjóðar masterclasses, verkstovur og konsertir undir leiðslu av professionellum yrkistónleikarum frá tónlistaháskúlum og symfoni­ orkestrum kring Evropa.. FIMM Festival fór av bakkastokki tann 18.-24. august 2014 í Tórshavn Hugskotsætlan, stigtakarar og leiðsla: Miina Järvi og Federoco Morresi Samstarvspartnarar: Summartónar, Norðurlandahúsið og Tórshavnar musikkskúli Fíggjarligur stuðul: Nordisk råd og Mentamálaráðið Sergey Ostrovsky Miina Järvi