hósdagur 13. november 2014síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
7 • 14. november 2014
18
ittulin á nýggju
skaldsøguni eftir Carl
Johan Jensen er eitt
sitat úr yrking eftir
Emily Dickenson. Sitatið
er tvørsøgn, sum fylgir
lesaranum inntil skaldsøgan er lisin,
og tvørsøgnin hevur fingið meining.
Vit síggja ikki betur í myrkri, tá vit
hugsa, sum vit plaga, og í einum av
teimum átta “innskotunum”, sum eru í
skaldsøguni, spyr frásøgufólkið:
Og hvat sá Emily so?
Hon sá tað, tíðin duldi á sínum
skuggapalli, drivin av ljóði og øði.
Sá betur, tí longri hon dróg seg inn í
myrkrið, í einsemi. Sá seg sjálva sum
tilbrigdi við umberiligum vilja, sum eina
hugmynd í veranum av mansbarni og
kvinnu í hvítum kjóla (men hon gekk
altíð hvítklædd, Emily) sjónskari og
sjónskari í myrkrinum, sum, hevur tú
dirvið til at lata tað, sker burtur tað
óneyðuga, alt tað, ið ljós málsins fjalir,
men flest treytaleyst líta á, av tí at
hjartað bivar kvíðandi fyri, at ljósins
birtingar bert eru skal, skal uttan um
einki (smbr. Per Gúnt fimta part, fimtu
mynd).
Orðini í skaldsøguni siga eina søgu,
men spurningurin er, um lesarin kann
síggja tað ósøgdu søguna, sum er í
myrkrinum. Søgan er ein ítøkilig søga “í
ljósinum”, um ein mann í einum ávísum
søguligum samanhangi, sum hevur
foreldur, sum gongur í skúla, og sum
í eini ávísari tíð, ávirkaður av tíðini í
lestrarørindum úti í heimi, setir sær
fyri at menna Ísland til tjúgundi øld og
sjálvbjargni.
Men tá ið vit flysa tað burtur, tað “ið
ljós málsins fjalir” síggja vit inn í eina
søgu, sum ikki bert er hendan søgan,
men alsøgan um menniskjað, søguleyst
og viðførisleyst, og vit síggja tað, sum
er grundfyritreytin – at menniskjað
er einsamalt, leitandi sær rúm í
hugmyndini av veran, av felagsskapi
og tokka.
Benadikt Einarsson/
Peer Gynt/ Petur
Gautur/
Íbirtingin til høvuðspersónin í
skaldsøguni er íslendska skaldið
Einar Benediktsson (1864-1940), sum,
umframt tað, at hann var skald, eisini
var ein maður, sum hevði stórar og
tjóðskaparliga grundaðar visiónir
um, hvat hann kundi gera til tess
at íbirta moderna vinnulív í Íslandi.
Vinnulívsætlanir hansara fingu ikki
hepna lagnu, tað kollsigldi alt, men
stórt var ætlað.
Einar Benediktsson umsetti
skaldskap úr øðrum málum til
íslendskt, og eitt, sum í sambandi við
skaldsøgu Carl Johans hevur týdning
at taka fram, er ,at hann umsetti Peer
Gynt, kenda leikin eftir Henrik Ibsen, úr
norskum, Petur Gautur á íslendskum.
Í skaldsøguni eitur
høvuðspersónurin Benedikt Einarsson,
og skaldsøgan byrjar hin 25 august
1939 í salongini umborð á m/s
Lyru á veg norðureftir úr Bergen.
Bygnaðurin er ikki í tíðarrøð, men er
fragmentariskur, leypandi aftur og
fram millum ymisku tíðarskeiðini,
viðhvørt í veruligum tíðarlopum,
viðhvørt í dreymakendum lýsingum.
Men út frá løtunum í salongini og á
dekkinum umborð á Lyru gongur alt í
skaldsøguni, hon vendir og snarar sær
allar vegir út frá teimum.
Eins og menningarskaldsøgan ger,
leggur hendan skaldsøgan dent á at
lýsa tað upphavliga, og í fyrsta parti
verða Einar Thorsteinsson, Einar
á Heðinshædd, faðirin, og frú Àsa,
móðirin, og lív og samlív teirra lýst.
Einar er sýslumaður og altingsmaður
og verður lýstur sum ein maður við
víðsýni og modernaðum ætlanum, men
eisini stýrdur av sjálvsøkni og døkkum
girndum. Ása, mamman, verður lýst
sum viljasterk, sjálvráðin og havandi
serliga ávirkan og vald á teimum, sum
hon á ymsan hátt varðar av.
Benedikt, íbirtur bæði av
tjóðskaparanda og tí moderniteti,
sum stendst av ídnaðarkollveltingini,
hevur stórar ætlanir um at byggja
havnir, fossaverk og verksmiðjur til
tess at vekja Ísland til sjálvbjargni og
samtíðarmedvit. Við hesum ætlanum
fer hann út í Europa at finna áhuga
og fígging. Hann er millum annað í
London, París og Berlin og í frásøgnini
um hansara lív útisetaárini eru nógvar
søgur, summar døkkar og øgiligar, aðrar
meira skemtiligar og speiskligar, allar
fantastiskar, og sagdar við veldigum
sansi fyri detalju og drama, eins og fyri
tí poetiska, tí bersøgna og tí groteska.
Benedikt, høvuðspersónurin í
skaldsøguni hevur, eins og fyrimyndin
Einar Benediktsson, umsett Peer
Gynt, og leikurin er sum ein leistur
í skaldsøguni. Benedikt og Peer eru
á mangan hátt líkir persónar og
javnfjarar lagnur. Benedikt stendur,
eins og Peer, í andglettinum millum
tvey stór og avgerandi rák í tíðini, ta
fjarandi romantikkina og tað nýggja -
modernitetin og tað industrialiseraða
samfelagið. Tað rákið, sum drívur
á viljan, er romantikkin, men tann
heimurin, sum møtir teimum á ferðini,
byggir á heilt aðrar fyritreytir. Leitan
teirra hevur ikki eitt vælgreinað
endamál, men er í veruleikanum ein
leitan inn í teir sjálvar ella inn í sjálvið.
Skulu vit taka tankagongdina við
inn í okkara egnu tíð, ja so eitur tað
allarhelst sjálvrealisering, ella at
fremmandgjørdi einstaklingurin roynir
ígjøgnum ymsar atgerðir at definera
sítt “eg”.
Tað er sjálvandi heldur ikki tikið úr
bláari luft, at mamma Benedikt eitur
Ása eins og mamma Peer, og genta/
kona hansara eitur Sólveig, eins og
hon hjá Peer. Àsa í skaldsøguni er ein
viljasterk og máttmikil kvinna eins og
hon í leikinum, og Sólveig er, tó at hon
fylgir Benedikti úti í heimi ein part
av ferðini, í somu longu bíðistøðuni,
sum hon í leikinum. Rot stendst av, og
tá vit at enda hitta aftur Sólveig
liggur hon líkskorin og uppetin á
einum sektiónsborði. Mangt annað
kann berast saman, sum vit ikki
skulu gera her, men vert er aftur
at undirstrika, at hetta undirlagið í
skaldsøgu Carl Johans kortini er ein
strongur í eini heilt aðrari søgu enn
leikurin Peer Gynt er.
Schopenhauer
– vilji og veran
Afturvendandi verður í skaldsøguni
sipað til Schopenhauer og speki
hansara um vilja og veran.
“Eg er ein annar”, skrivar
Benedikt í uppritsbókina. Tað at
síggja “eg” leyst av “annar”, at síggja
“eg” og viljan sum eitt og málið fyri
viljanum ella objektið sum leyst av
viljanum ella sum “annað”, er eitt
grundsjónarmið hjá Schopenhauer
og býr undir teirri eirindaleysu og
endaleysu tráanini eftir samlag
við hetta “annar” ella sjálvið, sum
jagstrar Benedikt frá einum átaki til
tað næsta og tað næsta. Nøktanin
finst ikki í tí, at eitt mál er rokkið,
tráanin er altíð eftir tí næsta og
aftur tí næsta. Líðingini, ið sambært
Schopenhauer altíð fylgir viljanum,
slepst ikki undan.
“Hvat kann messingið gera við at
tað vaknar sum lúðurhorn” (úr Cette
lettre de Rimbaud. Charleville 15 mai
1871)
Hetta sitatið frá Rimbaud setur
fram spurningin um tilvitskustøðið
hjá viljanum. Hvussu tilvitað og
endamálsmedvitin er strembanin hjá
viljanum? Er strembanin tilvitað kemur
eisini spurningurin um skyld og ábyrgd
inn í myndina. Tá kann messingið
sanniliga gera við, at tað vaknar sum
lúðurhorn. Strembanin hjá Benedikti
fløkir hann uppí atgerðir og ráðagerðir,
har spurningurin um skyld og ábyrgd
ikki kann burturvísast.
Er strembanin idealistisk og kanska
T
Eg síggi teg betur- í myrkri-
Eg krevji ikki ljós-
Tokkin til tín-veri ein strenda-
Skærari enn fjóla-
Guðrun Gaard
UMMÆLI
Eg síggi teg
betur í myrkri