hósdagur 13. november 2014síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
7 • 14. november 2014
19
ósjálvsøkin, ella er hon nettupp
ótilvitað sjálvsøkin, ein stremban
eftir tí friði, sum er í tómleikanum og
samlagnum við sjálvið?
Benedikt ferðast gjøgnum tíðina og
søguna og er at enda útmøddur maður.
Í sólstólinum á dekkinum spælist nú alt
fram fyri hann, sum tilvit ella ótilvit
hevur drigið hann ígjøgnum. Nasistisku
sneisaørindini, sum Begriffenfeldt við
síni grotesku fatan av nationalismu,
sendir Benedikt til Føroyar at
gera, eru høpisleys. Deyðsløtan er
komin, og fólkini umborð eru sum
syndaregistarið, sum knappastoyparin
í Peer Gynt spyr eftir í endanum á
leikinum.
Tá ið Helga at enda fer út á dekkið
og endar lív Benedikts við einum
ovurskamti av morfini, er miðvís
ætlan og ró, men eisini mildleiki og
miskunnsemi yvir gerðini, og hon endar
við at binda sama bláa hárbandið,
sum hon tvørrar æðrarenslið til
innspræningina við, um hár sítt, áðrenn
hon fer frá honum aftur.
Stórsligin er seinasta løtan á
dekkinum umborð á m/s Lyru.
Øðrvísi og ótrúligt
Hvør bók, skal hon bera listarliga, má
vera ein øðrvísi rødd, bróta upp úr
nýggjum málsliga, í frásagnarbygging
og stíli. (úr
telduposti frá CJJ
10/10-14)
Eitt er søgan
sjálv og eitt er
listaverkið, sum
søgan er bygd inn
í. Øll kenna vit
fólk, sum duga
væl at siga søgur,
og flestu okkara
kenna eisini fólk,
sum duga stak
illa at siga frá
og drepa søguna
við fyrsta orð.
Hvørji tey evnini
eru, sum ein
góður søgusigari
hevur, er ilt at
siga, eisini tí at
tað er so ymiskt,
hvør hevur sítt
eyðkenni. Við
skaldsøguni
“Eg síggi teg
betur í myrkri”
hava vit eina
søgu, sum er ein
gripur í sjálvum
mátanum, hon er
søgd.
Bókin er í
bygging sum
eitt kaleidoskop,
myndirnar skifta,
sum tá tú snarar
kaleidoskopinum,
og hugurin til
at snara og fáa
næstu mynd fram
bara veksur, so
hvørt tú lesur.
Bygnaðurin er,
samstundis sum
hann fangar,
eisini strævin
og ørkymlandi,
tí hvar vart tú
nú, og er hetta
nú dreymur
ella veruleiki?
Høvundurin
sigur sjálvur
í byrjanini, at
søgan verður rikin
upp øvuta vegin,
frá endanum
til byrjanina,
og so er. Vit
byrja og enda
við manninum
í stólinum á
dekkinum á m/s
Lyru.
Í Ó-søgum
vóru, ofta langar,
fótnotur, sum
ígjøgnum alla
søguna gjørdu eina parallelsøgu,
ið lætst at vera tann sannara, sum
ein rættleiðing, tó at hon var eins
fiktiv og hin. Í hesi søguni eru ongar
fótnotur, men her hevur høvundurin
valt at hava eitt persónsindeks aftast
í bókini. Eitt endamál kann sjálvandi
vera at skapa møguleikan fyri at sláa
persónarnar í verkinum upp har, tað
gjørdi eg eisini av og á meðan eg las,
men hetta indeksið tykist eisini sum
pseudovísindaligt spei, eitt indeks sum
hetta hoyrir ikki heima í verki sum
hesum, og tann viðhvørt sera lakoniski
stílurin í indeksinum undirstrikar hesa
kensluna. “Hitler, týskur nazistur 134
- 210.” stendur til dømis har, og slíkar
undirfundiga undirspældar upplýsingar
kalla smílið fram hjá lesaranum.
Kanska eitt prik til fakligar
ritgerðarkendar tilgongdir til
fagurbókmentir?
Málið í skaldsøguni er heilt og fult
eitt egið skaldamál. Eingin hjá okkum
skrivar soleiðis, sum Carl Johan ger í
hesi og í hinum skaldsøgunum, og tað
er einki minni enn úrvalt, at vit hava
ein, sum skrivar soleiðis. Poetiskt
mál – skaldamál - er mál, sum letur
dyrnar upp til tað, sum er annað og
meira enn bara at ganga ígjøgnum
eina søgugongd. Tað tykist sum, at her
verður leitað eftir hvørjum einasta orði
til tess at fáa ljós og skuggar, einglar
og devlar, sum ikki finnast og kennast
aftur í gerandisligum og tránýttum
málburði, at koma fram. Eg var í
summar á einum bókmentafagnaði
og hoyrdi eina samrøðu við islendska
skaldið Sjón, og spyrjarin har legði
rættiliga stóran dent á at fáa hann at
greiða frá skaldamáli sínum. Sjón helt
fyri, at ein orsøk hjá honum til altíð at
tráa eftir tí minstu málsligu orðingini
við tí størsta førninginum, var ein
avleiðing av, at hann er yrkjari fyrst
og fremst. Helst er tað tað sama, sum
vit síggja hjá Carl Johan, at mørkini um
sjangrurnar, tað at skaldsøga er eitt
og yrking eitt annað, ikki tykist hesum
høvundunum viðkomandi. Málið er
amboðið ella leirið, hevur síni hugløg,
sítt ljós og sínar skuggar, og teir brúka
amboðið uttan at kenna seg bundnar av
serligum siðbundnum krøvum til málið
í skaldsøgum. Krevjandi at lesa, víst so,
men nýskapandi, listarliga úrvalt og
flott!
Ein óendalig søga
Tilsipingarnar til annan skaldskap
eru nógvar í skaldsøguni. Viðhvørt
beinleiðis, viðhvørt meira sum ein
kensla av onkrum, sum minnir um
okkurt annað.
Tað er so sjálvsagt, einki verður
skrivað, sum ikki byggir meira ella
minni á alt, sum er til frammanundan.
Ein tilsiping, sum lesarin kanska ikki
rættiliga gevur gætur, fyrr enn hann
lesur afturumaftur, er tilsipingin til
rómverska skaldið Horats allarfyrst í
skaldsøguni. Tað, sum sipað verður til,
er satirisku yrkingar hansara um ta
gátuna, sum menniskjaligt eydnusemi
er, og – uttan at eg skal gera meg so
øgiliga klókan um krinkulkrókarnar
hjá Horats – óbeinleiðis eisini um
býttleika teirra, sum á ymsan hátt elta
hetta eydnusemi. Har er lívsspekin
bygd inn í eina hugsan um bygdina
sum eitt refugium ella sum staðið,
har tú gerst leysur av endaleysu
strembanini eftir øðrum og eftir meira.
Tað, sum vit í dag vildu kalla rottures
og strongd. Benedikt siterar reglurnar
eftir Horats sum eitt slag av satiriskari
endaniðurstøðu um sítt egna lív. At
júst hendan tilsipingin hevur so stóran
týdning, at hon í fáum orðum á ein
hátt hevur alla skaldsøguna í sær,
verður lesarin ikki greiður yvir, fyrr
enn leingi er lisið, og soleiðis er við hesi
skaldsøguni. Hon lokkar til at venda
aftur, lesa umaftur og kortini kennist
hon ikki at verða liðugt lisin.
Sig so tað!