Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-13, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2014síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 7 • 14. november 2014 V it búðu uppi á Hálsi tá á einari trøð, sum tann kendi meiaristurin Jensen hevði átt, og úr vindeygunum sóu vit yvir á ta stóru fabrikkina, sum skuldi gera sápur og kryddarí av ymiskum slag, kanska eisini til at selja í fremmandum londum. Men tíðirnar vóru ringar, og tær ymisku maskinurnar steðgaðu so við og við, til bara tøgnin lá eftir. Men niðri í Tórsgøtu var øðrvísi lív. Har var Meiaríið, og viðhvørt sóu vit langar halar av fólki við mjólkarspannum standa í røð eftir gøtuni og runt um hornið niðan gjøgnum Frantsabrekkuna. Har var nógv tos og viðhvørt kom róp í, tá ið onkur royndi at troka seg longur fram í røðina. Vit hugsaðu, at her mundi standa betur til enn uppi á Hálsi, tá ið so nógv vildu keypa. Men sum árini liðu tagnaði eisini har, og tað vísti seg lítið at hjálpa, tá ið tann øgiliga Margarinfabrikkin varð bygd upp í Meiaríið. Reinsaríið Tó enn andi í pakkhúsinum niðanfyri, og tá ið Tórshavnar býráð keypti allar ognirnar hjá Mjólkarvirkinum í Tórsgøtu var eitt lítið ljós eftir í hesum gamla húsinum, sum av røttum kallaðist Konsul Hansens Pakkhús ella bara Hansens Pakkhús. Hetta ljósið átti Maria Olsen, og her hevði hon sítt reingerðarvirki við vaskaríi í kjallaranum, klædnareinsing í miðhæddini og fjøðurreinsing uppi á loftinum. Nógvar konur høvdu arbeitt her, men nýggj vaskitól og vaskimaskinur heima við hús høvdu gjørt, at talið av arbeiðsfólki minkaði ár um ár, og at enda var Maria mest sum einsamøll eftir í tí stóra húsinum. Tá ið onkur frá kommununi kom at sýna bygningin, kundi tað vera nokkso ringt at finna hana, ikki minst tá ið hon var uppi á tí myrka loftinum í fjarðarokinum, sum har var. Tá var at vera mælskur, og har kom hon sum ein loðin eingil út úr myrkrinum. Kanska var tíð uppá at leggja virksemið niður, men so leingi onkur trúgvur kundi var eftir, hevði hon ikki hjarta at gevast, helt hon. Um aldarskiftið gavst hon so kortini, meira enn fýrs ára gomul. Og nú var spurningurin, hvat skuldi gerast við húsið. Men hvør var søgan, og hvør var hesin týski konsulin, Johannes Hansen, sum hevði búð í sethúsinum úti í Havn, og sum hevði átt pakkhúsið og givið tí navn? Fríhandilin Í seinasta bindi av Havnar Søgu greiða Jens Pauli Nolsøe og Kári Jespersen frá tíðini, tá ið fríhandilin kom, og allar ognirnar hjá Kongaliga Handlinum vórðu seldar á uppboði í 1856 og 1857. Hetta vóru ognirnar og húsini í Tinganesi og tær ognirnar í Vágsbotni, sum Rybergshandilin hevði átt, til Niels Ryberg misti handilsloyvið og ovurríkur flutti sítt virksemi úr aftur Føroyum seinast í 1700-árunum. Ryberg hevði verið uppi í sonevnda trýkants-handilskapinum, sum seldi byrsur og lóður til Afrika afturfyri at fáa trælir til Karibisku Oyggjarnar at arbeiða í sukurplantasjunum har og síðani at føra sukur, tubbak og romm til heimlandið at selja. Í hesum handilsskapi hevur Ryberg sæð ein vinning í at hava eina støð í Føroyum, haðani tað bar til at sleppa undan tollmúrinum, sum hesi árini varð settur millum Ongland og Amerika, tá ið amerikanska frælsisstríðið brast á. Ryberg var av fátækum fólki í Salling í Vesturjútlandi, og hann var ongantíð í Føroyum sjálvur. Á Statens Museum for Kunst í Keypmannahavn er ein málningur eftir danska málaran Jens Juel, og har situr hann so smílandi uttan fyri eitt av sínum stórgóðsum og hyggur upp á sonin og sonarkonuna: Alt hetta skal einferð verða tykkara. Uppboðssølur Nólsoyar Páll hevur arbeitt eina tíð í Rybergshandli. Danska ríkið var í parti við Napoleon, sum tapti, og nú rillaði alt ríkið og fór á húsagang. Noreg loysti frá felags kongsveldinum, so hetta hevði ivaleyst verið rætta løtan at tikið føroyska einahandilin av. Men hann skinklaði og helt fram í meira enn eina hálva øld aftrat. Nú skuldi umsíðir riggast av, so at øll, sum vildu, skuldu kunna handla frítt, og í Havn vóru húsaognirnar hjá ríkinum settar á uppboðssølu 21. og 22. juli 1856. Tað vísti seg kortini, at føroyingar áttu ikki nóg nógv til sjálvir at keypa teir gomlu handlarnar. So tað vóru tríggjar útlendskar fyritøkur, sum høvdu tey hægstu boðini. Tær vóru: C.F. Siemsen, sum var av týskari ætt í Slesvík og stórkeypmaður í Keflavík og Reykjavík, A.W.Skibsted, keypmaður og russiskur varakonsul í Frederikshavn. Og so var tað M.C.Restorff, sum hevði føroyska konu og var fluttur til Havnar í 1848. Hann var bakari, og hann hevði gott samband við nógvar føroyingar, teirra millum Petur bónda í Kirkjubø og aðrar múgvandi ognarmenn. Uppboðssølan í Havn gekk soleiðis, at C.F.Siemsen keypti øll tey uttastu húsini í Tinganesi, A.W.Skibsted keypti Bakkapakkhúsið og Munkastovuna, meðan M.C.Restorff keypti ognirnar í Vágsbotni, sum Rybergshandilin hevði átt. Allar uttan eina: Tað var Gunnar Hoydal Vit kallaðu tað Reinsaríið og vistu, at tað var okkurt, sum hevði við mjólkarvirkið at gera hansens pakk hús