Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-13, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2014síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 7 • 14. november 2014 tað, sum tá kallaðist Nýggjara Pakkhúsið, bygt í 1832 til korngoymslu hjá Siemens fyritøkuni. M.C.Restorff bjóðaði eisini, men C.F.Siemsen bjóðaði hægri. Hetta er pakkhúsið, sum fólk seinni kallaðu Hansens Pakkhús. Konsul Hansen Hvør var so hesin Hansen ella konsul Hansen, sum hann var nevndur millum manna? Hann var úr Slesvík og hevði lært til handilsmann í Hamburg, har hann kom í samband við Siemsen, sum sendi hann til Føroya at vera handilsstjóri fyri seg har. Hann gjørdist týskur konsul, og seinni, tá ið Siemsen gavst við virkseminum í Føroyum, keypti hann allar ognirnar í Tinganesi og búði saman við konu síni í Sethúsunum har úti. Henda konan kallaðist bara konsulinnan í Havn, og hon var tiltikin fyri at at gera teimum fátæku væl. Hon kom úr ógvuliga smáum korum, og tað segðist, at hon var kahútsjomfrú eina ringa ferð til Føroya. Konsul Hansen var við á ferðini, men var ógvuliga veikur av sjóverki. Tá hevði hon verið sum ein sannur eingil um hann, og tað endaði við, at konsulin fríggjaði til hennara , tá hann setti fótin á land aftur. Soleiðis gjørdist hon konsulinna. Restorffshandilin vaks skjótt hesi árini, og tað var blivið trongt í Vágsbotni. Gamli Restorff mundi framvegis iðra seg um, at hann ikki hevði bjóðað hægri upp á pakkhúsið í garðinum á uppboðssøluni á sinni. Men nú var Siemsen givin í Føroyum, og eftirmaðurin, konsul Hansen, livdi illa. Hann avhendaði tá allar ognir sínar í Tinganesi til Olaf Finsen, apotekara, (beiggi tiltikna læknan Niels Ryberg Finsen), allar uttan eina: Hansens Pakkhús, sum M.C.Restorff keypti í 1894, næstan 40 ár eftir at hann hevði bjóðað upp á húsið fyrstu ferð. Seinnu árini Seinni tók ein nýggj og virkin fyritøka seg upp: Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik, og hon keypti Hansens Pakkhús í 1923. Pakkhúsið varð nú umvælt og innrættað til vaskarí og reinsarí, og hetta var støðan, tá Maria Olsen tók við og fram til aldarskiftið, tá ið hon gavst meira enn 80 ára gomul. Meiaríið, tann virðiligi bygningurin, sum arkitekurin H.C.W. Tórgarð hevði teknað, gjørdist sum vit vita fyribils heimstaður hjá Tjóðpallinum. Margarinfabrikkin varð umskapað til ungdómshús. Men gamla pakkhúsið stóð nú tómt. Onkur fór tá at minnast aftur á Perluna, tað gamla pakkhúsið hjá Heinesen, sum eina tíð hevði verið spælistað hjá Havnar Jazzfelag. Hetta húsið á tríkantinum niðan ímóti Havnar Kirkju, rustað og niðurslitið, var so sermerkt, at tað var blivið eitt eyðkenni í býnum, og haðani streymaði tónarnir hjá royndum og minni royndum út yvir Vágsbotn og Vestaruvág. Men knappliga ein morgun stóðu stór arbeiðsamboð uttan um húsini, og tað var skjótt, at alt var ruddað burtur. Nú eru meira enn 30 ár liðin, og nógv hevur verið tosað øll árini um eitt nýtt spælistað fyri tað søguligu Perluna. Býráðið samdist um at varðveita gamla pakkhúsið til mentanarlig endamál, og aftan á umbyggingar í gott eitt ár lat Reinsaríið upp fyrsta dagin í oktober 2014. Nýggjar tíðir Tað er teknistovan Kontrast, ið hevur staðið fyri umvælingini, og heilt lætt hevur tað ikki verið, tí at tær báðar niðastu hæddirnar í húsinum eru rættiliga lágar. Men við at taka partar av gólvunum burtur er komið eitt spennandi og fjølbroytt rúm, sum gongur heilt upp í tróðrið. Samstundis hevur hetta skapað sjáldsama góð ljóðviðurskifti í húsinum, so sum tað hoyrdist henda hátíðardagin. Konsulin og konsulinnan høvdu verið bilsin, tann gamli Restorff ivaleyst eisini og ikki minni abbasonur hansara, William Heinesen, sum sat so mong ár í Vágsbotni og hoyrdi sínar glataðu spælimenn leika. Hann tosaði við teir og gav teimum mál í skaldskapi. Nú, í hesum nýggja, gamla húsinum, hevði hann kunnað lagt livandi tónleik afturat. Og hvat? Er hatta ikki Maria Olsen, sum er komin og kagar bilsin niður úr gamla fjøðurreinsarínum og undrast