hósdagur 13. november 2014síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
7 • 14. november 2014
Skaldsøgan eftir Elenu
Ferrante, Min geniale
veninde, er um Elenu
og Lilu, sum vaksa upp
í einum fátøkum og
harðligum býarparti í
Napoli í 1950unum. Tær
líkjast burturúr við at vera
gløggari enn hini, og sjálvt
um dreymurin um eina betri
framtíð førir tær í ymsar
ættir, blíva tær við at vera
vinkonur. Bókin byrjar við,
at Elena finnur út av, at
vinkonan Lila er horvin
úr heimi sínum í Napoli,
og her fer hon at fortelja
søguna um vinalagið, sum
ikki hevur verið uttan
trupulleikar. Um tú ert lánari
á Býarbókasavninum, ber
eisini til at læna bókina sum
e-bók og ljóðbók.
Hvussu nógv brúkar tú bókasavnið og til
hvat?
Eg brúki bókasavnið aftaná skúlatíð
eini tvær ferðir um vikuna. Eg láni mest
bøkur, tí eg eri sera bundin av at lesa
alla tíðina. Bøkur eru eisini sera dýrar
at keypa, so tað er gott at man kann
lána tær ókeypis á bókasavninum.
Bókasavnið hevur eitt gott úrval av
ungdómsbókum. Onkra hendingaferð
láni eg onkran film eisini.
Hvat er tað allarbesta við at koma á
Býarbókasavnið?
Her er bara deiligt og hugnaligt at vera.
Úrvalið av bókum er gott og mær dámar
væl at kanna, hvørjar nýggjar bøkur eru
komnar. Tað er tað besta.
Hvørjar bøkur lænir tú, tá tú ert her?
Ungdómsbøkur. Serliga fantasy.
Ert tú málrættað, tá tú kemur á
bókasavnið? Ella dettur tú framá okkurt
sjálv?
Ja, eg er rættiliga málrættað. Eg kanni á
heimasíðuni heimanífrá, áðrenn eg fari
oman á bókasavnið eftir bókini. Men
aðrar tíðir kann eg gott bara fara inn av
mínum eintingum og so finna okkurt,
sum eg ikki hevði væntað.
Á
bóka
savninum
Nýtt á bókahillini
Lánarin
hendan mánaðin
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði
hevur Rógvi Dam sagt søgur fyri
børnunum. Nógv børn kenna longu
Rógva frá ymiskum tiltøkum og
stevnum kring landið, har hann hevur
gandað, og í 2005 og 2007 gjørdi
Rógvi saman við drekanum (Páll
Danielsen) barnasendingarnar “Rógvi og drekin”. Hetta hevur verið
sera vælumtókt og til ber at hitta Rógva fyri seinastu ferð í ár á
Býarbókasavninum 6. desember kl. 11. Tiltakið er ókeypis.
Rógvi
fortelur
søgur
Býarbókasavnið er karmur um regluligar framsýningar, ið verða
sýndar fram í hølunum á niðastu hædd. Framsýningin hesa ferð er
við Astrid Andreasen, sum fer at sýna fram akvarell-, litblýants-
og tussjmyndir. Framsýningin verður at síggja allan november og
desember mánað.
Katrina Olsen gongur í 9. flokki í
Kommunuskúlanum. Hon hevur júst verið
í starvsvenjing á Býarbókasavninum
Lista
framsýning
við Astrid
Andreasen
November og
desember
Leygardagin
6. desember