Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-13, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2014síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 7 • 14. november 2014 Og mamma, ið Elin á Rógvi hevur skrivað og Marjun Reginsdóttir teknað, er ein ógvuliga stuttlig bók um ein abba og ein hana, sum hóast nógvar misskiljingar fáa eitt heilt serligt samband. 5-6 ár og eldri Barnabókavørðarnir viðmæla Nú tíðliga skýmir er hugna­ ligt at sita saman við børn­ unum og lesa eina góða bók. Her eru nakrar góðar bøkur, ið eru væl­ egnaðar at lesa upp fyri børnum Skaldsøgan F eftir Daniel Kehlmann gongur fyri seg aftan á kreppuna í 2008. Brøðurnir Martin, Eric og Iwan hava sum ávikavist prestur, spekulantur og listakennari livað við sviki og falsan, men alt fær sín enda. Hetta er ein vælskrivað skaldsøga, um hvussu alt til endans forgongur. De usynlige er enn eitt lítið meistaraverk eftir norska høvundin Roy Jacobsen. Ingrid veksur upp á eini lítlari, avbyrgdari oyggj í Norðurnoregi í árunum 1913-1928. Á oynni er tað náttúran, ið ræður, og man má arbeiða hart fyri at yvirliva. Hetta er ein stillfør og rørandi skaldsøga um tað at vera oyggjabúgvi og vendir sær serliga nógv til hin føroyska lesaran. Hun er vred – et vidnesbyrd om transnational adoption eftir Maju Lee Langvad er skaldsøga, sum snýr seg um ættleiðing, sæð úr sjónarhorninum hjá tí ættleidda. Serliga hjá teimum, sum eru ættleidd úr Suðurkorea til Danmarkar og onnur vesturlond. Søgan setur sjóneykuna á leiklutin hjá ættleiðingarstovnunum, og á hvussu týdningarmikið tað er at kenna sín biologiska uppruna. Skaldsøgan er fortald gjøgnum fleiri søgur, sum til samans geva eina – eisini kritiska – mynd av ætt­leið­ ing­ar­tematikkinum, sum flætt­ast saman til eina saml­aða søgugongd. Kendi norski krimirithøvundurin Jo Nesbø hevur skrivað hesa sera skemtiligu søgu, Prumpipulvurið hjá Proktori doktara, um ræðuligar anakondaslangur, lúnskar bandittar, mistan kærleika og ikki at gloyma heimsins sterkasta prumpipulvur. 7 ár og eldri Innantanna Anna og túsundbeinið Súni er skemtilig søga um ein tigandi hund og eitt túsundbein, ið áhaldandi stríðist við at halda skil á øllum sínum beinum. Oddfríður M. Rasmussen hevur skrivað og Bárður Oskarsson hevur myndprýtt. 7 ár og eldri Abbin og úlvarnir eftir Per Olov Engquist er ein sera spennandi søga, har abbin og børnini hitta bæði bjørn, úlvar og teir ræðuligu veiðimenninar, sum ætla at drepa úlvarnar. 6 ár og eldri Kapittulbók fyri tey yngstu er Bjørnin Alfred og hundurin Sámuel fara úr pappeskjuni eftir Ragnar Hovland. Alfred og Sámuel eru tvey toydýr, sum fara út í verðina at leita eftir Óla Martini, sum tey minnast var góður við tey fyrr í tíðini. 4 ár og eldri Skal tað vera bæði stuttligt og óhugnaligt í senn, so er Vampýrella eftir Edward Fuglø eitt gott boð. Fantastisku tekningarnar eru helvtin av søguni um stórasystrina, sum broytist til vampýr – kanska. 4 ár og eldri Lagt til rættis: Vónbjørt Vang, Býarbókasavnið