leygardagur 12. juni 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 110 - 12. juni 2004
Í FAGRADALI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Høvundurin, Dagmar Joensen-
Næs, sum skrivaði kendu skald-
søguna um Rannvu, var systir
Mikkjal á Ryggi og tískil úr
Beitinum í Miðvági. Hon var
fyrsta føroyska kvinnan, sum
skrivaði eina skaldsøgu.
Sannleiksvirðið í søguni hjá
Dagmari er sjálvsagt ivasamt, tí
søgnin um Rannvu er eini 600-
700 ára gomul.
Tá ið tú skrivar skaldsøgu,
hevur tú fríar ræsur. Tað er bert
hugflogið, sum setir avmarking-
arnar. Søgan kann byggja á veru-
leikar, men tað er upp til tann, ið
skrivar, at skapa hendingar og
persónar, sum nú einaferð passa
til tað, ið tú vilt hava burtur úr
søguni.
Sum skilst á søgukønum,
blandar Dagmar í skaldsøguni
um Rannvu ymisk viðurskifti í
ymiskum tíðarskeiðum saman.
Fara vit aftur til tíðina, tá ið
søgnin sigur, at Rannvá livdi, var
eingin kommandantur í Føroy-
um, ið annars var hann, sum í
søguni gjørdi Rannvu við barn.
Dagmar valdi helst at skriva
sína egnu søgu um Rannvu, eins
og Oddvør Johansen í nýggjari
tíð valdi at skriva sína egnu
barnabók um skotsku prinsess-
una í Korndali í Nólsoy.
Í Skúvoyar Søgu, sum Petur
Andreassen hevur skrivað, er ein
heilt onnur frásøgn um Rannvu,
men báðir høvundarnir skriva
um gentuna og kvinnuna, sum
einsamøll búði í eini lítlari
smáttu í Fagradali norðanvert á
Skúvoynni.
Enn í dag hava vit Rannvátoft
í Fagradali, sum ber hetta navn-
ið, og enn í dag rennur Rannvá-
kelda omangjøgnum dalin, beint
við leivdirnar av hesi lítlu
smáttu.
Fornfrøðiligar kanningar eru
ikki farnar fram í Rannvátoft í
nýggjari tíð. Tó veit skúvoying-
urin, Jóhann Hentze, sum var
ferðaleiðari hendan leygardagin,
at siga, at skúvoyingar hava stað-
fest, at øska er at finna undir
svørðinum í toftini. Tað merkir,
at har hevur eldur verið - antin til
hita, matgerð ella til bæði.
…
Vit flyta nú tíðina heilt aftur til
Svarta Deyða, sum herjaði víða
um í Evropu miðskeiðis í 1300-
talinum.
Í síða grasinum millum
Ein leygardagur saman við
Rannvu í Fagradali
Søgan um skúvoyargentuna, Rannvu, sum ung og rein fer á
ólavsøku saman við pápa sínum, man vera ein hin mest syrgiliga
og hjartanemandi skaldsøgan, sum ein føroyskur rithøvundur
hevur skrivað. Saman við Eysturoyar Gongufelag, vitjaði
Sosialurin í Fagradali í Skúvoy seinasta leygardag
Flestu vilja helst trúgva skaldsøguni hjá Dagmari Joensen-Næs, tí hon er so syrgilig og nemandi. Myndin er tikin í Rannvátoft seinasta leygardag, tá ið Eysturoyar Gongufelag skipaði fyri útferð og
gongutúri í Skúvoy. Beint við toftirnar av smáttuni, rennur Rannvákelda
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sosialurin Nr. 110 - 12. juni 2004
7
summardáar og sóljur og fugla-
ljóð úr berginum, gongur ein ung
skúvoyargenta og gleðir seg til at
sleppa á ólavsøku. Hetta verður
hennara fyrsta ólavsøka, og hon
er so spent, so spent eftir at
síggja, hvat gongur fyri seg, tá ið
so nógv fólk koma saman. Hon
gongur á seytjanda ári og gongur
ivaleyst við somu tonkum, sum
ungar gentur gera í dag. Freist-
ingarnar á útoyggj eru ikki tær
somu, sum eina ólavsøkunátt í
Havn. Og enn hevur hon ikki
verið aðrastaðni enn í Sandoynni.
Endiliga upprennur dagurin, tá
ið nýtjøraða tíggjumannafarið
verður flotað í Skúvoy, og sterkir
menn setast við árarnar og rógva
til Havnar at halda ólavsøku.
"Gurin (sum var mamman),
fylgdi dóttrini oman í fjøruna.
Sjáldan mundi síggjast fagrari
ungmoy. Prúð og vælvaksin var
hon; tey bláu eyguni glitraðu kát
og rein, og hár hennara skein
sum gull. Mamman helt, at hon
var ov ung at seta sær topp, og tí
hingu tvær tjúkkar flættir niður
eftir herðum hennara…"
Havnin er sum ein nýggj og
spennandi verð fyri skúvoyar-
gentuna. Lagið er gott á monn-
um. Teir hugna sær og drekka
sær okkurt gott niður á hjarta –
fyrst til annað beinið, síðan til
hitt.
Rannvá sleppur eisini at vera
úti á ólavsøku.
"Har í húsinum vóru tvær
ungar gentur, systkinabørn hjá
Rannvu. Tær vóru farnar at pynta
seg til dans. Tær bóðu nú Rann-
vu koma við. Pápin játtaði og
bað hana skikka sær væl. Komin
til húsið, har dansurin var, bleiv
hon mestsum ovfarin av øllum
larminum. Hon var ikki von við
so nógv fólk og sovorðnan gang.
Hon kendi seg fremmanda. Hug-
urin leitaði heim til Skúvoyar.
Nógv betur dámdi henni at
ferðast í haganum har, tí har
kendi hon seg heima… Sum hon
stendur og hyggur at dansinum,
hvøkkur hon við at hoyra
fremmant mál beint aftanfyri
seg: God aften, lille jomfru!…
Hon sá henda vakra mannin í
reyðum koti við gullknappum…
pápi Rannvu hevði rópt hann
kommandantin á Skansanum…"
…
Tá ið hátíðardámurin á ólavsøku
er av, er eingin gleði longur at
síggja í andlitinum á Rannvu.
Hon er kedd og óttafull og vildi
heldur havt gingið heima í
bønum í Skúvoy og hentað
summardáar og sóljur.
Grátandi biðir hon pápan koma
heimaftur til Skúvoyar longu
dagin eftir, men tað ber ikki til, tí
fólkið, hann hevur við sær úr
Skúvoy, tímir ikki úr aftur
Havnini fyrr enn dagin eftir.
Eitthvørt er hent Rannvu, sum
hon ikki vil siga fyri nøkrum.
Steinbjørn, sum var forekslaður í
henni, langt áðrenn hon nakran-
tíð fór til Havnar á ólavsøku, fær
heldur einki at vita.
Tey eru góð, men Rannvá
heldur, at Steinbjørn er ov góður
til hana. Hon heldur seg ikki
vera verda allan hansara kær-
leika. Hon er sorgarbundin og
avvísandi.
Men, so hvørt sum tíðin gong-
ur, sæst, at gentan er við barn,
men gentan vil ikki siga, hvør
eigur barnið. Tískil fær eingin at
vita, at tað er kommandanturin á
Skansanum, sum hevur gjørt seg
inn á skúvoyargentuna á ólav-
søku.
Tá ið tíðin gongur, føðir
Rannvá ein son, sum fær navnið
Ragnar. Hon vil framvegis ikki
vil siga, hvør er pápi at dreing-
inum, og tí verður hon dømd at
búgva einsamøll í Fagradali á
Skúvoynni restina av ævi síni.
"Ein mánaða eftir føðingina,
kemur politibáturin úr Havn.
Sýslumaðurin leyp á land. Hann
gekk tungliga niðan í Stovu. Øll
vistu, hvat hann vildi. Eingin
forðaði honum at koma innar.
Tey høvdu væntað hann. Tey
vistu, hvat hann førdi við sær. Tá
í tíðini var einans dómur fyri
slíkt – deyðadómur! Nakað
seinni komu teir útaftur. Teir
bóru hesa vænu ungu moy
ímillum sín… Komnir nakað út í
tún, hoyrdist eitt hjartanemandi
skríggj. Út kom Gurin. Hon var,
sum skuldi hon verið vitleys.
Tók í armin á dóttrini og hongdi
seg í hana. Tá kom Tórur (pápi
Rannvá) sáttliga gangandi, sleit
móður frá dóttur, tók neyðars
konu í fangið og bar hana inn…"
Rannvá varð nú innistongd í
Havnar Skansa. Hon bardi
nevarnar móti vegginum, til
blóðið rann. Hjartaskerandi rópti
hon á mammu sína og bað hana
koma til sín, har hon í einsemi
sat innistongd á Skansanum.
"Hon sovnaði av møði. Vakn-
aði við, at fólk stóð og hugdi at
henni. Hon leyp á føtur: Nú
koma tit at drepa meg! Hvar
krógva tit øksina. Rannvá gekk
tætt til teirra og teskaði: Blóðið
skulu tit goyma – tað kunnu tit
senda til hansara!"
Rannvá fekk ikki deyðadóm,
men varð dømd at búgva einsa-
møll í Fagradali á Skúvoynni
millum kríatúr og flogfenað – og
uttan at hava samband við onnur
menniskju, ei heldur síni nærm-
astu.
Pápi hennara slapp at byggja
henni eina smáttu, og tá ið
smáttan var liðug, fóru foreldur
hennara saman við einum
politisti norður í Fagradal við
gentuni. Lítli sonur hennara, sum
fekk navnið, Ragnar, vaks upp
hjá abbanum og ommuni í
Skúvoy. Steinbjørn, sum var so
ógvuliga góður við Rannvu og
sum altíð hevði verið forelskaður
í henni, var nógv inni hjá for-
eldrum hennara og Ragnari.
Í mong ár, bæði bæði vetur,
vár, summar og heyst, búleikast
Rannvá einsamøll í hesum dali. Í
kavaroksstormi, tá ið vindurin
streyk um lítlu smáttuna og um
várarnar, tá ið jørðin byrjaði at
nala, gekk hon har norðuri í væl
vallaða dalinum.
Tá ið hon hevði sitið í Fagra-
dali í 10 vetrar, gekk eitt skip
burtur undir Skúvoynni, har eitt
nú kommandanturin, kona
hansara og eitt av teirra børnum
var við. Skipið rak á land, og
skúvoyingar bjargaðu manning-
ini við eini bjargalínu.
Dygst við upsina sat pápi
Rannvu, Tórur. Ragnar varð
bundin í línuna og fór niður at
taka sær av teimum neyðstøddu.
Tá ið hann kom upp við barn-
inum, kendi Tórur eyguni aftur.
Hann sá nevniliga Ragnar’sa
eygu í hesum barni, sum vísti
seg at vera barnið hjá komman-
dantinum og konu hansara.
Tað vóru hesi eygu, sum
hendan dagin á upsini gjørdu, at
Tórur ikki tók lívið av
kommandantinum og gjørdist
drápsmaður.
Dóttir kommandantin, Anna
og Ragnar, gjørdust ógvuliga
góðir vinir, og um summrarnar
vitjaði gentan aftur í Skúvoy. Tey
gingu túrar uppi í haganum, og
oftast endaðu tey í Fagradals-
brekku. Tann eina dagin, tey sóu
omanyvir Fagradal, sat ein kona
á einum steini uttanfyri smátt-
una, og við lið hennara sat ein
stórur og vakur hundur.
Summarið, tá ið Anna fylti 14 ár,
slapp hon við norður í Dalin at
síggja, hvussu menninir rændu
fuglaegg.
Sum tíðin leið, og Anna og
Ragnar gjørdust betur og betur
við hvørt annað, sendi komman-
danturin Onnu niður til Dan-
markar at ganga í skúla. Hann
helt, at Anna tosaði ov nógv um
hendan góða Ragnar, sum ikki
fór úr huga hennara.
Anna var trý ár í Danmark,
men kom so heimaftur til Før-
oya.
Kona kommandantin dámdi
eisini væl í Skúvoy, men mann-
inum dámdi minni væl, at tey
trivust so har í oynni. Hann bar
ótta fyri, at fólk fóru at finna út
av, at Ragnar var hansara sonur,
og at loyndarmálið, sum Rannvá
ikki vildi siga nøkrum, tískil fór
at verða uppklárað.
Og so varð. Málið um lagnuna
hjá Rannvu bleiv umsíðir upp-
klárað.
Fyri at stytta um søguna, flyta
vit nú tíðina til løtuna, tá ið
dómarin ein dagin rívur hurðina
upp hjá kommandantinum og er
ikki tespiligur á at líta:
"Elendige hund! De, som har
fået mig til at dømme en
uskyldig og ødelægge mange
menneskers liv… De skal selv få
deres dom, men ikke af mig. De
rejser ned til Danmark med
første skib for at dømmes. Indtil
da er de fange på Skansen, og de
skal få lov til at sidde i samme
celle som deres offer…"
Eftir at málið um Rannvu,
sonin, Ragnar og leiklutin hjá
kommandantinum, er uppklárað,
skrivar kongur út náðibræv til
Rannvu, sum politibáturin fer út
til Skúvoyar við ein dagin.
"Teir koma við góðum tíðind-
um. Teir eru komnir við náði-
brævi frá kongi til móðir tína…"
veit Steinbjørn at siga Ragnari.
Báðir fylgja teir politistunum
norður í Fagradal, og so lætt sum
hendan dagin, høvdu sporini hjá
teimum ongantíð verið áður.
Men í Fagradali er ikki, sum
tað plagar at vera hendan dagin.
Eingin roykur er úr skorsteinin-
um, og hurðin í smáttuni er aftur.
Inni í smáttuni hoyrist hundurin
ýla – eins og mannagrátur.
"Ragnar nærkast hurðini, men
Steinbjørn tekur í armin á hon-
um: Steðga, Ragnar, lat meg fara
fyrst…"
Hundurin kemur ikki leypandi,
men krýpur ýlandi inn undir
koyggjuna. Øskan á grúgvini er
køld…
Steinbjørn bleiv tann, ið
gloppaði koyggjulúkuna hjá
Rannvu.
"Har lá Rannvá. Ofta hevði
hann verið hugtikin av hennara
vakurleika, men ongantíð áður sá
hann hana so vakra sum í hesi
løtu – nú deyðin hevði trýst sín
kalda koss á andlit hennara…
Hárið lá sum ein kransur um
høvur hennara, og eitt yndisligt
smíl lá um varrarnar. Nú var
friður, alt yvirstaðið. Tann nív-
andi sorgin, tað tunga ein-
semi…"
Eitt hjartaskerandi róp
hoyrdist frá Ragnari: Mamma!!
Eftir jarðarferðina, situr
Ragnar úti á grøvini, til tað er
fari at skýma. Meðan hann situr
har, kemur hundurin hjá Rannvu,
Heykur, og sleikur hendur hans-
ara. Uttan at vita, at nakar er í
nánd, stendur Steinbjørn aftan
fyri Ragnar. Teir tríggir, Ragnar,
Steinbjørn og hundurin, hava
allir tríggir mist tað besta, teir
áttu.
…
Vit flyta nú tíðina fram til okkara
dagar, nevniliga seinasta leygar-
dag, tá ið undirritaði saman við
mongum øðrum fyrstu ferð
vitjaði í Skúvoy.
Vit eru stødd í Fagradali – við
toftirnar, har skaldsøgan hjá
Dagmari Joensen-Næs sigur, at
Rannvá búleikaðist øll hesi
mongu ár.
Her síggja vit týðulig tekin
um, at ein smátta hevur staðið,
og enn rennur Rannvákelda so
friðarlig omangjøgnum grøna
Dalin.
Sum vit nevndu í byrjanini, eru
ongar fornfrøðiligar kanningar
gjørdar á staðnum, men skúvoy-
ingar vita, at øska er at finna
undir svørðinum.
Flestu vilja helst trúgva skald-
søguni hjá Dagmari Joensen-
Næs, tí hon er so syrgilig og
nemandi.
Í øllum førum kunnu vit siga,
at høvundurin við sínum skrivi-
kynstri livandi megnar at lýsa
tann órætt, ið menniskjum kann
vera fyri í lívinum.
Ein áhugaverd útferð í Skúvoy
saman við Eysturoyar Gongu-
felag, sum førdi til, at frálíka
skaldsøgan um Rannvá bleiv
frískað uppaftur.
C
M
Y
K
29
28