Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juni 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 12. juni 2004 31 8 Sosialurin Nr. 110 - 12. juni 2004 TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Seinastu árini hava sangkapp- ingar fyri opnum skermi verið nakað av tí populerasta, sum danskt sjónvarp hevur kunnað bjóðað sínum hyggjarum. Føroy- ingar hava eisini verið bitnir av hesum kappingum, tí sangarar úr Føroyum hava verið við í teimum og staðið seg væl. Men føroyingar hava eisini í nógv ár gingið upp í eina aðra – og meira lokala – sangkapping. Tað er kappingin Ársins Song- rødd, sum einaferð í tíðini eisini varð kallað Ársins Songlerkur. Kappingin er í grundini einføld. Ein og hvør kann tekna seg til kappingina, og so ræður tað um at sannføra eitt dómara- panel um, at tú ert besti sangarin, tá ið kendir sangir úr útheiminum skulu syngjast live. Stór hending Upprunin til Ársins Songrødd er at finna afturi í áttatiárunum, og tað var tað mest sum ein stór- hending í føroyskum tónleikalívi, tá ið kappingin fyrstu árini varð á skránni. Presto Booking, sum Hans Christian Joensen og Jan Rubek- sen stóðu fyri, tók stig til kapp- ingina mitt í 80'unum, og ætlaninar vóru stórar frá byrjan. Fyrsti vinnarin av kappingini gav eina lp-plátu út, og ætlanin var eisini, at lokalu vinnararnir skuldu vera saman um eina plátu, men hon kom ongantíð. Seinni tók Farcon, har Páll Arge var ein av høvuðsmonnun- um, yvir og hevði kappingina í nógv ár, men nú eru tað heilt aðrir fyrireikarar av kappingini. Tíðarinnar tonn kann verða eirindaleys, og hon hevur kanska eisini tikið eitt sindur av glansin- um av Ársins Songrødd kapp- ingini, men framvegis er áhugin fyri at vera við í hesi kapping sera stórur. Ungfólk eru við Tað eru serliga ungfólk – ofta blaðung fólk – sum eru við í kappingini, men tað kemur meira enn so fyri, at meira royndir sangarar royna seg, og í ár hevur undirtøkan millum dreingirnar verið størri enn vanligt. Tað eru nógvir kendir vinnarar av Ársins Songrødd gjøgnum tíðina, og tað hevur víst seg, at fleir av okkara kendu sangarum eru fyrstu ferð komnir fram í hesi kapping. Eingin kendi nakað til Eivør Pálsdóttir, tá ið hon vann Ársins Songrødd, og tað sama var við Guðruni Sólju Jacobsen. Harafturat hava nógvir aðrir kendir og minni kendir sangarar verið við og vunnið, og tað eru ivaleyst eisini onkur fólk, sum angrað seg grønan av at hava bjóða seg fram... Ársins kapping Kappingin í ár endaði seinasta leygarkvøld við eini finalu í Badmintonhøllini í Havn, og har var ein ung – og enn ókend – songkvinna vinnari. Tað var Barbara Abrahamsen á Argjum, sum dómararnir tóku fram um øll hini, sum sungu í finaluni. Ársins kapping byrjaði 17. apríl, tá ið fyrsta av fimm inn- leiðandi umførum hildið í ítróttarhøllini á Kambsdali, og síðani hevur Songrøddin verið í Trongisvági, í Havn og í Fugla- firði. Kappingin kemur ikki so víða, sum hon gjørdi onkuntíð fyrr, men har, hon hevur verið, hevur áhugin fyri at verða við verið stórur. 10 finalistar vóru við í finaluni farna vikuskiftið, og vinnarin fekk ikki bert heiðurin at kunna kalla seg Ársins Songrødd, men eisini 10.000 krónur burtur úr. Tey, sum sungu í finaluni, vóru: Lív Næs og Nicolina Midjord, Ólavur Larsen, Jenny Old, Eyðstein Jacobsen, Birita Bisp & Co, Bára S. Samuelsen, N. Barbara Abrahamsen, Kristleyg Hansen, Gudney Rasmussen og Jógvan Joensen Umframt hesar sangarar hava eisini eini 40 onnur fólk verið á pallinum og sungið í teimum innleiðandi kappingunum, men tey komu ikki við til finaluna. Í ár var skipanin tann, at fólk hava kunna valt meira ella minni frítt millum allar sangar, sum hugsast kunnu. Onnur ár hava fyrireikararnir avmarkað valið til nakrar ávísar sangir, og tá hevur ein keðilig avleiðing verið, at nógv hava sungið somu sangir. Hesum slapst undan í ár, tí sangirnir í finaluni eru sera ymiskir, og gjørdi ikki undir- haldið, men kanska var tað eisini truplari at døma, tí tað var ikki líka lætt at samanlíkna teir ymsu sangararnar. Nú kann enn ein ung song- kvinna kalla seg Ársins Song- rødd, og tíðin fer at vísa, hvat hon kann fáa burtur úr hesum. Ungfólk syngja seg á tindin Ársins Songrødd hevur seinastu 20 árini verið fastur partur av føroyska tónleikalívinum, og nógvir kendir sangarar eru fyrstu ferð komnir fram í hesi kapping. Nú kann enn ein ung – og enn ókend – songkvinna kalla seg Ársins Songrødd Fimm innleiðandi umfør hava verið í ár, og leygarkvøldið verður finalan á serliga bygda pallinum í Badminton- høllini í Havn Barbara Abrahamsen er Ársins Songrødd 2004 Nógv er broytt, síðani fyrsta sangkappingin var á skránni mitt í 80'unum, men Árins Songrødd hevur verið sera seiglívið, og stórur áhugi er framvegis fyri at syngja við Hósdagin og fríggja- dagin í seinastu viku var stór fiskivinnu- ráðstevna á Hotel Føroyum, sum fyri- tøkan, Farec Inter- national hjá Óla Samró, skipaði fyri RÁÐSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var Jóannes Ejdes- gaard, løgmaður, sum setti stevnuna. Løgmaður legði dent á, at í einum landi sum Føroy- um, har fiskivinnan hevur so ómetaliga stóran samfel- agsligan týdning, er tað ógvuliga avgerandi, at vinnan verður stýrd við ábyrgd. Í setanarrøðu síni fegnað- ist hann um, at skipanin við fiskidøgum, sum vit hava í Føroyum, hevur vakt so stóran ans millum politik- arar, vinnulívsfólk og granskarar í øðrum lond- um. – Men tað er eisini um- ráðandi, at vit í Føroyum geva okkum stundir at lurta og læra av royndunum hjá øðrum, soleiðis at vit kunnu tillaga okkara vinnu eftir altjóða reglum, sum nú einaferð eru galdandi. Lykilin Jóannes Ejdesgaard helt, at lykilin til eina burðardygga fiskivinnu er, at vit duga at tillaga okkum eftir ofta stuttfreistaðu umstøðunum, sum ráða innan hesa vinnu, samstundis sum ætlanir verða lagdar um framtíð- ina. Løgmaður nýtti høvi at takka teimum mongu útl- endsku gestunum, sum komnir vóru til ráðstevn- una, eins og hann takkaði Óla Samró fyri at hava tikið stig til og fyrireika eina so viðkomandi ráðstevnu í Føroyum. Á ráðstevnuni á Hotel Føroyum vórðu nógvir fyri- lestrar hildnir av útlending- um, sum eru kapasitetar á ymiskum økjum innan fiskivinnuna. Leiðarin á Fiskirann- sóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu, helt eisini ein fyrilestur, og tað gjørdi Óli Samró, ið fyriskipaði stevnuna, eisini. Aðrir føroyingar, sum hildu fyrilestur, vóru Johnny í Grótinum og Sveinur Tummasarson. Ein av teimum, sum setti sín serstaka dám á ráð- stevnuna, var ísreaelsmað- urin, Menakhem Ben- Yami, sum vit fara at venda aftur til í einum øðrum blaði. Gongdin Óli Samró hevur sett sær fyri neyvt at finna út av, hvussu gongdin er innan fiskivinnuna í eitt nú Før- oyum, Íslandi og Noregi. Tølini í Farec-skipanini, sum felagið hevur bygt upp seinastu árini, vísa í stutt- um, at Ísland hevur styrkt sína støðu innan fiskivinn- una, meðan eitt nú føroyska fiskivinnan hevur havt eina munandi afturgongd sein- astu tvey árini. Í mun til ísl- endsku og føroysku fiski- vinnuna, er norska fiski- vinnan tó uppaftur verri fyri. Í fimm ár hevur Óli Samró savnað tøl um fiski- vinnuna í hesum trimum londunum, og í hesum sam- bandi hevur hann eisini samanborið gongdina. Í skrásetingini hjá Farec er talan bæði um vinnuna á sjógvi og landi. Tað, sum sermerkir ar- beiðið hjá Farec, er, at tú kanst síggja, hvussu gongd- in er hjá hvørjum einstøk- um skipi gjøgnum alt árið. Eisini kann skipanini hjá fyritøkuni gera sínar met- ingar um eitt nú gongdina í árinum sum kemur. Afturgongd – Afturgongdin í føroysku fiskivinnuni er hin mest týðiliga seinastu tvey árini. Tølini vísa, at bæði í vinn- uni á landi og á sjónum fæst minni burtur úr hvørj- um kilo av fiski í dag enn fyri tveimum árum síðan, sigur Óli Samró. Hann vísir á, at okkara kappingarføri er versnað, og orsøkin er í høvuðsheit- um kappingin um ráfiskin og økta globaliseringin, sum vísir seg at raka okkara fiskivinnu meint. Tølini hjá Farec vísa annars, at føroyska fiski- vinnan var hon, sum hevði størstu framgongdina sam- anborið við Ísland og Noregi árini, 1998-2002. Óli Samró sigur, at tølini vísa eisini, at norska fiski- vinnan er rættiliga illa fyri – og uppaftur verri fyri enn føroyska fiskivinnan. – Øll árini, sum vit hava arbeitt við, er støðan hjá norsku fiskivinnuni viknað mótvegis føroysku og ísl- endsku fiskivinnuni, sigur Óli Samró. Ráðstevna um fiskivinnu á Hotel Føroyum: Íslendska fiskivinnan styrkir sína støðu – Kappingarførið hjá føroysku fiskivinnuni er versnað. Orsøkin er í høvuðsheitum tann kapping, sum er um ráfiskin og økta globaliseringin, sum vísir seg at raka okkara fiskivinnu meint, sigur Óli Samró Mynd: Jens Kr. Vang Tølini hjá Farec vísa, at føroyska fiskivinnan var hon, sum hevði størstu framgongdina samanborið við Ísland og Noregi árini, 1998-2002. Men nú er vent í holuni. Støðan hjá norsku fiskivinnuni er tó hon, sum er viknað mest seinastu árini Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 31 30