Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juni 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 110 - 12. juni 2004 Nr. 110 - 12. juni 2004 33 Støkk í essinum á Eystanstevnu Støkk hevur nógv ymisk tiltøk á skránni til Eystanstevnuna í ár. Umframt at vera við á tivoliøkinum við tombola og loppumarknaði, verð- ur stórur eystan- stevnudansur leygar- kvøldið í ítróttar- høllini í Runavík og gamlamannadansur í Støkkhøllini leygar- kvøldið. Skipað verð- ur eisini fyri fimleika- framsýning í Ítróttar- høllini í Runavík sunnudagin EYSTANSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fimleikafelagið Støkk er við sínum 450 aktivu lim- um eitt av størstu ítróttar- feløgum í Eysturoynni. Hetta fimleikaárið vóru 25 lið við styrkivenjing, reið- skapsfimleiki og rútmisk- um fimleiki undir leiðslu av 40 venjarum. Árið ið fór Í mars var stórkapping í rútmiskum fimleiki í Runavík, har liðini hjá Støkk stóðu seg væl. Kapp- ingin var sera jøvn og liðini hjá Støkk blivu øll nummar 2 og fingu silvurheiðurs- merkir. Í apríl og mai vóru so reiðskapskappingarnar á Rituvíkarhálsi. Her gjørd- ust fimleikararnir hjá Støkk føroyameistarar í øllum bólkunum. Aftur í ár hevði Støkk tvær væleydnaðar framsýn- ingar við 1200 áskoðarum í ítróttarhøllini í Runavík. Eystanstevnan Støkk hevur nógv ymisk tiltøk á skránni í ár. Um- framt at verða við á tivoli- økinum við tombola og loppumarknaði, verður stórur eystanstevnudansur leygarkvøldið í ítróttarhøll- ini í Runavík og gamla- mannadansur í Støkkhøllini leygarkvøldið. Sunnudagin verður fim- leikaframsýning í ítróttar- høllini í Runavík. Framsýn- ingin verður fjølbroytt við nógvum góðum fimleikar- um, gestaliðum og eisini verður okkurt spennandi til børnini. Vælkomin! Fimleikafelagið Støkk bjóðar øllum at vera hjarta- liga vælkomin á Eystan- stevnu 2004 í Runavík. – Vónandi fáa vit øll eina góða stevnu, eru ynskini hjá fimleikarfelagnum. Myndin er av føroyameistar- unum hjá fimleikarfelagn- um, Støkk, sum er eitt av størstu ítróttarfeløgunum í Eysturoynni. Á Eystanstevnu, sum verður um vikuskiftið, luttekur felagið aktivt og tek- ur sær av nógvum ymiskum tiltøkum Úlvar og skótar eru sjónligir við eitt nú at luttaka í skrúðgong- um á grækarismessu, flaggdegi og á Eystan- stevnu EYSTANSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Skótaliðið heldur til í kjallarahæddini í Missións- húsinum á Glyvrum, har úlvar og skótar hittast hvørt mánakvøld til fundar. Um- framt hesar fundir, verða árligar legur hildnar, eitt nú ein jólalega á Kambsdali og ein várlega á Selatrað. – Við hesum virksemi roynir skótaliðið, sum byggir á kristið grundstøð- ið, at menna tann einstaka á øllum økjum, bæði krops- liga, sálarliga og fatanar- liga, sigur skótaliðið á Glyvrum. Legur uttanlands Viðhvørt sleppa eldru skótarnir eisni á legur uttanlands. – Vit hava havt luttakarar á slíkum legum í eitt nú Danmark, Noregi, Finlandi, Hálandi, Chili og Thai- landi, sigur skótaliðið. Fyri stuttum luttóku nakrir skótar á gongu- ferðini, "Sandoynna runt". – Hetta var ein sera krevjandi ferð, har fjall- stavur og presending vóru einasta útgerð til bústaðin. Her stóðu okkara skótar seg væl, sigur skótaliðið. Sjónligir skótar Úlvar og skótar eru sjón- ligir við eitt nú at luttaka á skrúðgongum á grækaris- messu, flaggdegi og á Eyst- anstevnu. – Av øðrum uttandura virksemi hjá skótaliði okk- ara kann nevnast træplant- ing við kirkjuna í Rytuvík og umvælingar av varða- gøtum í økinum. Skótaliðið á Glyvrum hevur umleið 100 limir í bygdunum Rytuvík, Æðu- vík, Nesi, Toftir, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Søld- arfirði og Skipanes. Skótarnir seta sín dám á Eystanstevnuna Forðarenning fyri úlvar í ánni á Selatrað í apríl 2004 Skótar á ferð kring Sandoynna í mai 2004 Kabarett á Glyvrum Sunnudagin og mánadagin verður Eystanstevnu-kab- arett í Glyvra skúla EYSTANSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eystanstevnu-kabarettin, sum Mentanarhúsfelagið í Runavíkar kommunu skipar fyri, hevur verið væl umtókt millum fólk. Sunnudagin, 13. juni og mánadagin, 14. juni, verður kabarettin, sum fólk í økinum hava snikkað saman, sýnd í fimleikarhøllini í Glyvra skúla. Sunnudagin verð- ur sýningin klokkan 17, og mánadagin fara tey á pallin klokkan 20. Kostnaðurin fyri at síggja kabarettina er 80 krónur. Á skránni er ymiskt til skemtunar, og eitt nú kunnu vit avdúka, at stre- ep-tease verður at síggja. Hvør streep-teas’in verður, fara vit ikki at avdúka, men vit kunnu siga so mikið, at hon er ikki eitt konufólk, men ein kendur maður í Runavíkar-økinum. Skúlanæmingar gjørt film Í gjár fóru tríggir ungir mans til próv- tøku á tekniska skúla í Klaksvík. Evnið hjá teimum var ein verk- ætlan, sum teir hava arbeitt við í eina tíð. Teir hava gjørt ein film, sum somuleiðis er ein lýsingarherferð ímóti kriminaliteti undir heitinum Alt byrjar í smáum PRÓVTØKA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Gunnleivur Biskopstø, Helgi Hvannastein og Julius Biskopstø hava verið til roynd í lærugreinini Tøkni. Hendan lærugreinin er undir breytini Miðlar og Samskifti, sum sá dagsins ljós fyri fyrstu ferð á skúl- anum í fjør. Próvtøkan hjá teimum má sigast at hava verið í eini heldur øðrvísi verk- ætlan. Í mars mánaði fóru teir í gongd við at gera ein film. Ikki nakran langan film, men ein film, sum hevur ein greiðan boðskap. Søgugongdin er í stuttum hon, at ein drongur kemur inn á eina Statoilstøð. Krambakallurin fer út úr handlinum eina løtu, og tað er nóg mikið til, at drong- urin verður lokkaður til at stjala. Krambakallurin varnast tað, men drongurin flýggjar við tí, sum hann hevur stolið. Komin út úr sølubúðini tekur hann ein bil og koyrir avstað - undan løgregluni. Filmurin endar við, at drongurin verður kroystur í ein krók av løgregluni, og tá kemur ein tekstur fram á myndina. Hví seta teg sjálvan í hesa støðuna. Herferð Teir tríggir greiða frá, at verkætlanin hjá teimum er ein herferð ímóti kriminal- iteti. Teir hava sjálvir funn- ið upp á hetta og gjørt filmin úr einum enda í annan. – Vit hava eisini gjørt tað soleiðis, at tað sær út sum um hetta er gjørt í sam- starvi við Fyribyrgingar- ráðið. Tað er sjálvandi fik- tivt, men als ikki óveruligt, siga teir. Filmurin eitur alt byrjar í smáum, og tað er somu- leiðis heitið á verkætlanini, sum teir vardu á skúlanum fríggjamorgunin. Julius og hinir greiða frá, at hetta ikki bert er ein filmur. Her er talan um eina herferð við bæði plakatum og øðrum, har filmurin tó er miðdepulin. – Alt verður gjørt út frá boðskapinum í filminum, sigur Gunnleivur. Egin framleiðsla Vanligt er til eina próvtøku, at tað skal ein rúgva av fyri- reiking til. Og er hendan í so máta onki undantak. Munurin er bara hann, sambært teimum trimum, at fyrireikingin hevur stað- ið upp á allatíðina, meðan teir hava arbeitt við verkætlanini. – Tað er ikki tað sama nú. Og so nógv hugaligari, tá tú hevur verið í prosessini allatíðina. Vit hava jú gjørt og framleitt hetta úr einum enda í annan, so tað sigur seg sjálvt, at vit áttu at havt gott innlit í tí, sum liggur her á borðinum, sigur Gunnleivur og peikar á skrivligu frágreiðingina. Tó vita teir, at tað finnast nakrir veikleikar í henni, og tað tóku teir fram til munnligu próvtøkuna. – Tað er altíð gott sjálvir at vísa á teir veikleikar, sum vit vita av, tí próv- dómarin setur jú sjálvandi kritiskar spurningar, sigur Julius. Læruríkt Allir tríggir eru teir samdir um, at hesin arbeiðshátturin hevur verið sera mennandi og læruríkur. – Eitt, sum eg so sanniliga havi funnið út av og eri komin betur til at skilja, er hví Sjónvarp Før- oya ikki framleiðir so nógv føroyskt tilfar, sigur Gunn- leivur. Tað tekur ótrúliga langa tíð at framleiða nakrar fáa minuttir, og tað skulu øgi- liga nógv fólk til. – Rulluteksturin hjá okk- um er alvorliga langur við øllum teimum, sum á ein ella annan hátt hava hjálpt til, sjálvt um filmurin bara er tríggjar minuttir, greiðir Helgi frá. Skemtandi siga teir eis- ini, at tað negativa er, at teir aldrin aftur fara at kunna hyggja at einum vanligum filmi í biografi ella sjón- varpinum uttan at finna mistøk. – Allir filmar hava mis- tøk, men nú duga vit so nógv betur at fáa eyga á teir, sigur Gunnleivur. Teir hava umframt hesa próvtøkuna, sum teir júst hava verið til, tvær eftir. Og so skuldi bæði húgva og prógv verið teimum í hendi. Lærari hjá teimum í Tøkni er Olga Biskopstø, og siga teir, at hon hevur verið teimum ein dyggur stuðul í teirra arbeiði. Hvat framtíðin fer at vísa, vita teir ikki rættuliga. Men Helgi og Julius hava hug at fara at útbúgva seg innan telduheimin, meðan Gunnleivur meira hellir seg til miðlarnar. Fríggjamorgunin handaði forkvinnan í MBD/- DAMP felagnum, Bára Johansen, landsstýris- manninum í almanna- málum Hans Paula Strøm 9.410 undirskriftir frá fólki kring alt landið, sum vilja mótmæla, at Petur verður sendur av landin- um til viðgerðar fyri at- ferðatrupulleikar. Søgan um lítla Petur er tragisk, og hon hevur nógv frammi í fjølmiðl- unum seinastu tíðina. Og nú hevur so felagið savn- að undirskriftir og handað landsstýrismanninum tær. – Eg haldi annars, at tykist sum um at Hans Pauli ger sítt í hesum mál- inum, sigur Bára Jo- hansen. Hon heldur, at søgan um lítla Petur er langt úti, og hon vónar, at hann fer at kunna verða verandi í Føroyum hjá ommu og abba sínum í sínum kenda umhvørvi. - sae - Yvir 9.000 undir- skriftir fyri Peturi Sunnukvøldið klokkan 20 verður ein vælgerandi country og gospel konsert við Magna Christiansen í ítróttarhøllini á Hálsi. Tað er MBD/DAMP felagið, sum skipar fyri konsertini til frama fyri børn við ósjónligum breki. Konsertin verður ókeypis, men skipað verður fyri innsavnan av pengum. Allur peningurin fer óskerdur til ein stovn til børn við ósjónligum breki. Vælgerandi konsert Mynd: Jens Kristian Vang Helgi Hvannastein, Gunnleivur og Julius Biskopstø avmyndaðir uttan fyri Miðla og Samskiftishølini hjá Tekniska skúla í Klaksvík dagin fyri sjálva próvtøkuna. Gunnleivur heldur í skrivligu frágreiðingini um verkætlanina C M Y K 33 32