mánadagur 17. november 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. november 2014 · Nr. 131
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur
- Fyrst av øllum vil eg siga,
at atlasið er eitt valaværk,
sera væl gjørt og úr
hondum greitt. - Tað er tó
spell, at útgevarin heldur
fast við hetta tápuliga, at
koyra slalom runt um ávísar
bókstavir. Hatta er tílíkt, ið
irriterar fólk púra óneyðugt,
og er bæði býtt og fjákut, sigur Sjúrður Skaale.
- Hetta minnir ikki sørt um eina provokasjón
frá Málráðnum, sigur Sjúrður Skaale. Hann
greiðir frá, at ætlanin var, at Málráðið skuldi
finna loysnir, sum góvu afturljóð í fólkinum.
- Avgerðin, ikki at loyva hinum burturvístu
bókstavunum gongur ímóti einum greiðum vilja
millum fólki, einum meiriluta av løgtinginum
og mentanarnevndini og ætlanini hjá gomlu
málnevndini.
Randi Meitil, studentaskúlalærari
- Hetta er ein avmarkandi
hugsunarháttur, at ortografiin
hjá Hammershaimb frá 1847
ikki kann mýkjast, sigur Randi
Meitil, ið er limur í Málráðnum.
Hví skulu vit í 2014 skriva
øll heimsins lond, so sum tey
vildu skrivað tey í 1847, spyr
hon. Randi Meitil heldur tað
vera sera óheppið, at føroyska atlasið ikki fylgir
meginreglunum hjá UNGEGN. - Eg haldi tað vera
eitt keðiligt signal at senda, at vit ikki virða ST-
viðtøkur. ST var jú sett á stovn at skapa frið, men vit
lurta ikki eftir teirra tilmælum. Randi Meitil heldur,
at tað tykist sum vit taka frástøðu frá restini av
heimspartinum, tá vit skriva Evropa. - Øll hini skriva
Europa, men vit skulu ferða føroyingar, serstøk tjóð.
Tað er á ein hátt at flyta Føroyar úr Europa, sigur
hon.
Rolf Guttesen, lektari
Rolf Guttesen sigur seg ikki
skilja, hví vit skulu nýta tvey
ymisk stavrað í atlasinum, eitt til
landanøvnini, hitt til býarnøvn. -
Tað skapar hurlivasa millum fólk,
at vit nýta serføroyskar formar
av landanøvnunum, heldur Rolf
Guttesen, lektari. Rolf Guttesen
vísir á, at í ávísum førum, kann
føroyska navnið geva heilt skeiv hugmyndasamband.
- Kabo Verdi fær teg ikki at hugsa um ein grønan
odda, men heldur um ein italienskan komponist. Og
Kabo minnir meiri um kaba, steinin í Mekka. Og hví
kann Kabo enda við o, men Verde kann ikki enda
við e? - Kirkjumálið er latín, trolaramálið er enskt.
Tað er eingin orsøk at vera bangin fyri orðum av
fremmandum uppruna. Hví kunnu vit ikki góðtaka tað
málið, sum er spontant livandi millum fólk, spyr Rolf
Guttesen.
Danjal av Rana
Fyri tveimum árum síða-
ni vitjaði eg í Høvdastaði.
Ein vinmaður er gift ur eini
kvinnu av Grøn høvda oyggj-
um. Eg var einaferð í eini
brúð ar veitslu
hjá
einum
pari av Grønhøvdaoyggjum.
Tá búði eg í Fraklandi. Áðr-
enn tað, búði eg í Sam bands-
ríki num Amerika. Eg havi tó
ongantíð enn vitja í Ný sæ-
landi, ei heldur sett mín fót
á Suðuroyggjar.
Heimsatlasið, sum Før-
oya
Skúlabókagrunnur
gav út í 1993 hevur elvt til
mangt málkjak og nógv gott
undirhald. Ein við merkj ari
kallaði atlasið størstu mál-
spill ing ar roynd í før oysk um
fakmáli í nýggjari tíð, með-
an ein annar so seint sum
fyri trimum árum síðani
mældi til at geva nýtt atlas
til ókeypis til øll teirra, ið
vildu brenna gomlu útgávu
teirra.
Føroysku
nøvnini
tykt ust av mongum at vera
bronglaði, og nógv ilskaðust
um
staðarnøvn
sum
Burgundarhólmur og Fjón
í Danmørk ella Líðandis-
nes, Tróndheimur, Bjørg-
vin og Álesund í Noregi.
Heim atlasið hevði tá sum
megin reglu,
at
øll
nøvn
skuldu føroyskast. Hetta var
galdandi fyri mest sum øll
staðarnøvn, tó vóru flestu
býarnøvn undantikin. Før-
oyska málnevndin góðtók
navn gávurnar í gamla atlasi-
num.
Seinni í vikuni kemur
nýtt atlas á marknaðin. Før-
oya Skúlabókagrunnur eitur
nú Nám, men tað er ikki
einasta
navnabroytingin
í mun til Heimsatlasið frá
1993. Cape Town er komin
aftur. Vinmaðurin má nú
til Kabo Verdi at vitja ver-
familju na. Oyggjarnar fyri
sunn an eita aftur Hebrid ur-
nar, Arábianesið er vorðið
Arabiahálvoyggin aftur og
kollar nir báðir verða aftur
nevnd ir
Norðpólurin
og
Suður pól urin.
Tó
verður
USA enn nevnt við fulla
heiti num
Sambandsríki
Amerika, svágur mín er enn
úr Simba bvi og lambskjøtið
er enn úr Nýsælandi.
Hesuferð
eru
staðar-
nøvnini góðkend av Mál-
ráð num, sum hevur víðari
heimild ir enn gamla mál-
nevndin, hvat føroyskum
mál politikki viðvíkur.
Kjakið um føroysk stað-
ar nøvn hevur fylt nógv og
stingur seg upp við jøvnum
millum bilum.
Ein
skjót
gjøgnumgongd av goymsluni
hjá Sosialinum vísir, at ikki
færri enn 18 lesarabrøv vóru
skrivaði um evnið fyrstu
tríggj ar mánaðirnar í 2011.
Hetta var um tað mundi, at
tað frættist, at Nám var farið
und ir at gera atlasið, ið nú er
út givið við heitinum “Atlas
til heim og skúla.”
Birgir Kruse er ritstjóri
á nýggja atlasinum. Hann
greið ir frá, at í arbeiðinum
við nýggja atlasinum, hevur
rit stjórnin
nýtt
Málráðið
sum ráðgeva. Tó, leggur hann
dent á, Málráðið gav einans
veg leiðandi uppskot, men
hin vegin, so fylgdi útgevarin
til mælunum frá Málráðnum
nær um 100 prosent.
Birgir Kruse greiðir frá,
at umsetingin av atlasinum
er gjørt sambært einum
sátt mála við enska forlagið
Harper Collins. Hetta er ein
før oysk útgáva, av einum
atlasi hjá HarperCollins, og
for lag ið hevur neyvar reglur
fyri, hvussu lokalar útgávur
av atlasinum skulu gerast,
sig ur Birgir kruse.
Grundreglan er staðfest
í orð ingini “the language of
the product is Faroese” ella
at verkið er á føroyskum
máli. Síðani koma nakrar
regl ur fyri, hvørji orð kunnu
týð ast og hvat ikki kann
týðast, sigur hann.
Birgir Kruse greiðir frá, at
lond kunnu føroyskast, með-
an býir ikki skulu týðast. Ei
h eldur skulu landafrøðilig
fyri brigdi týðast, uttan so at
tey skara um landamørk.
- Undantøkini til hesar
regl ur eru staðarnøvn, sum
hava vunnið hevd í føroyska
máli num, sigur hann. Dømi
um hetta eru Hvarvið og
Keyp manna havn.
Hesar reglurnar greiða frá
mong um av broytingunum í
hesum atlasinum í mun til
Heims atlasið frá 1993, so
sum at Borgundarhólmur og
Høvdastaður ikki longur eru
at finna í føroyska atlasi-
num. Eftir stendur tó, at
stavs etingin ikki er broytt.
Eingi C, Q, W, X, ella Z eru at
finna í landanøvnunum.
Bakgrundin fyri hesi av-
gerð liggur í stríðnum um
før oyska stavraðið. Føroyska
stav raðið var til viðgerðar í
Løg tinginum í 2010. Sjúrður
Skaale og aðrir vildu lata
allar latínsku bókstavirnar
fáa pláss í alfabetinum. End-
in tá var, at Sjúrður Skaale
tók málið aftur. Sum hann
sjálv ur segði, tað gjørdist
greitt, at tingfólk ikki eru
ser frøð ingar í máli, og løg-
ting ið
skal
ikki
lóggeva
um málsligar spurningar.
Henrik Old legði fyrr í ár eitt
líkn andi uppskot fram, men
gjørdi sum Sjúrður Skaale, og
tók uppskotið aftur, áðrenn
tað kom til atkvøðugreiðslu
í tingi num.
Sjúrður Skaale legði í
2010 ístaðin fram eitt upp-
skot, um at skipa eitt før-
oyskt málráð, sum skuldi
hava myndugleika at av-
greiða spurningar av máls-
lig um slagi. Hetta upp skot-
ið var samtykt, og síðani
tá er Føroyska Mál ráð ið
sett á stovn. Hetta mál ráð-
ið hevur vegleitt og ráð-
giv ið ritstjóranum í gerð-
ini av nýgga atlasinum.
Eitt av aðalmálunum hjá
Málráðnum hevur verið, at
gjørt nýggja rætt skriv ingar-
orða bók og at koma við eini
niðu r støðu
um
føroyska
stav raðið. Sum skilst hevur
Mál ráðið býtt seg í ein meiri-
NÝTT ATLAS
Nýggja føroyska atlasið verður lagt fram leygardagin
22. novembur klokkan 13:45 til 14:45 á bókadøgunum
í Norðurlandahúsinum. Barnakórið Cantus fer at syngja,
meðan umboð fyri Nám, Hagstovu Føroya og ein tilflytari
úr heimsins nýggjasta landi, Suðursudan, halda røðu.
HarperCollins, ið er loyvishavarin handan atlasið,
er eitt av heimsins størstu forløgum. 42 starvsfólk
hava arbeitt við nýggja atlasinum, átta teirra í
Skotlandi, hini 34 í Føroyum. Birgir Kruse hevur
verið ritstjóri. Nám hevur atlasið út í Føroyum.
SETA ORÐ Á
Nýtt atlas er á gáttini og væntandi fara føroyingar aftur
at kjakast um, hvørt tað skrivast Kili ella Chile, Liktinstein
ella Liechtenstein og Simbabvi ella Zimbabwe
Birgir Kruse, ritstjóri
- Vit hava
fylgt til-
mælu num
frá Mál ráð-
num nærum
100 prosent,
hóast upp-
skotini frá
teimum
einans høvdu vegleiðandi
myndugleika. Birgir Kruse sigur,
at sáttmálin millum Nám og
HarperCollins neyvt greinar
út, hvørji staðarnøvn kunnu
føroyskast ella týðast og hvøri
mugu standa sum tey eru. - Long
kunnu týðast, meðan býir einans
týðast, um eitt ávíst navn hevur
vunnið hevd millum manna. Tí
skriva vit Keypmannahavn heldur