mánadagur 17. november 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. november 2014 · Nr. 131
Zakaris Svabo Hansen, adjunktur
Avgerðin um hvussu londini
skulu stavast, er í stóran
mun ein avleiðing av
kjakinum um hvussu føroyska
rættskrivingarstavraðið skal
síggja út. Tað sigur Zakaris
Svabo Hansen, formaður í
Føroya Málráði. - Í viðgerðini
av landanøvnunum komu vit
til ta niðurstøðu, at vit máttu velja antin ella og ikki
eitt sindur av hvørjum.Zakaris Svabo Hansen greiðir
frá, at meirilutin í málráðnum sá ongan mun á v og
u í orðum sum Evropa og Avstralia. Ljóðini líkjast so
nógv í hesum orðunum, at ein er í vegin við at skriva
Evropa heldur enn Europa. - Harumframt hava vit
valt at nýta ai heldur enn ei í allar flestu førum.
Hetta er millum annað fyri, at fólk, ið eru von at
siga oy fyri ei, ikki skulu fara at ivast í, hvussu
londini úttalast.
luta og ein minniluta, har
meiri lutin heldur fast við at
nýta verandi stavrað.
Atfinnarar hava funnist
at, at ritstjórnin ikki hevur
tik ið atlit til tilmælini frá
UNGEGN, ið stendur fyri
United Nations Group of
Experts
on
Geographical
Names, altso ein ST-bólk-
ur av serfrøðingum inn-
an
landafrøðilig
nøvn.
UNGEGN mælir í høvuðs-
heit um til, at lond verða
nevnd, so sum íbúgvar í
lond unum sjálvi ynskja at
verða nevnd. Hetta er ein
roynd, at flyta seg burtur frá
rest unum av hjálandatíðini,
tá fremmandir valdsharrar
góvu londum nøvn, sum í
ávís um førum enn hanga
við í onkrum málum. Men
sum sagt, í hesum atlasinum
verð ur UNGEGN ikki nýtt
sum grundarlag.
Og tískil stavast tað enn
Kili, Móritania, Kuvait, með-
an Grønhøvdaoyggjar nú
eita Kabo Verdi.
NÝTT ATLAS
Stríðið um stavsetingina av landanøvnum endurspeglar
stríðið um stavraðið í føroyskum. Annar parturin
ynskir at loyva nýtsluni av bókstavum sum c, q,
w, x og z í landanøvnum, meðan hin partur ynskir
at tillaga nøvnini til føroyska stavraðið.
Onnur kjakevni eru, um ein skal siga Evropa ella Europa, Australia
ella Avstralia. Eisini verður kjakast um, hvørt bókstavurin h skal
vera í nøvnum sum Ghana og Afghanistan. Eitt triðja kjakevni
er spurningurin um diftongir. Eitur tað Paraguai, Paraguei
ella Paraguay. Eitur tað Thailand, Teiland ella Tailand.
HEIMIN
Jonhard Mikkelsen, námslektari
- Øll lond í heiminum skriva
landanøvn eftir sínum
egnu stavsetingarreglum,
sigur Jonhard Mikkelsen, ið
eisini er limur í Málráðnum.
Útgangsstøðið fyri
atlasinum má takast í
egnum landi og úr egnum
máli, heldur hann, og
vísir á, at føroyskt hevur egið stavrað og egnar
stavsetingarreglur. - Vit mugu hava nakrar
greiðar reglur, so at fólk ikki hvør í sínum lagi
fara at skriva, sum tey halda vera rættast,
sigur hann. Tosið um, at føroyingar ikki fylgja
UNGEGN-tilmælinum tekur Jonhard Mikkelsen
ikki so tungt. Hann meinar, at tað gera onnur
londur heldur ikki. - Tað eru bara vit, sum kalla
okkum Føroyar. Eingin onnur tjóð í heiminum ger
tað, hvørki Kina, USA, Ongland ella Danmark.
Uni Arge, journalistur
- Eitt atlas í Føroyum má vera
føroyskt, annars er eingin orsøk
at gera eitt atlast afturat, sigur
Uni Arge. Hann greiðir frá, at
hetta atlasi er gjørt eftir fakligum
krøvum, eins og onnur atlas
verða gjørd á øðrum málum,
eftir sáttmála við loyvishavaran,
HarperCollins. Uni Arge dregur
eina samanbering frá gamlari tíð, tá prestur prædikaði
á donskum. Tá var spurt, hví prestur nú skuldi
prædikað á føroyskum, tá fólk vóru so von við donsku
heitini og orðini. - Tað er sama prinsipp í dag. Tey
flestu, ið eru ímóti nýggju stavsetingunum eru fólk, ið
kenna gomlu nøvnini frá sínum donsku skúlabókum,
sigur hann. - Tað tekur tíð at lata tað nýggja vinna
frama, men við tíðini, gjøgnum skúlan og gjøgnum
heimini, fer tað yngra ættarliðið at taka við nýggju
stavsetingini, heldur Uni Arge.
enn København. Onnur
landafrøðilig fyribrigdi
skulu einans týðast, um
tey skara um landamørk.
- Tó so, tey sum leita,
skulu finna. Tí hava vit
tikið bæði nýggjar og
gamlar stavsetingar av
londum við í navnaskrá,
aftast í atlasinum. Har
finnast so bæði Chile og
Kili, Canada og Kanada og
Zambia og Sambia, sigur
Birgir Kruse