Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. november 2014 · Nr. 131 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 hjálpararbeiði Kvinnur stuðla kvinnum Vit eru nógvar, bæði í Kvinnufelagnum, á sjúkl­ inga­hotellinum og kvinnur annars, sum á hvørjum ári nýta høvi til at binda, seyma, baka og annað til henda jólabasarin. Endamálið er millum annað at stuðla kvinnum og børnum í Føroyum, ið eru í einari fíggjarligari trongstøðu, og tí tørva hjálp, sigur Asley Højgaard, forkvinna í Kvinnufelagnum Ann Kristina S. Simonsen Í ár er fjóðra árið á rað, at Kvinnu­felagið, saman við Før­oyahúsinum og ein­stak­ lingum í Keypma­nnahavn, skipar fyri einum føroyskum jólabasari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Jóla­ basar­urin verður 22 og 23 november, og hevur bæði eitt sosialt og eitt mentunarligt endamál. Lutvíst er enda­ málið at savna pening inn til at stuðla felagskapum, ið stuðla kvinnum og børnum í Føroyum, sum á ein ella annan hátt hava tørv á fíggjarligari hjálp. Eisini er endamálið lut­víst at útvega pening til føroysk mentunarlig tiltøk í Keypmannahavn. Alt, ið verður gjørt til og á jólabasarinum er sjálvboðið arbeiði, millum annað binda føroysku kvinnurnar á sjúk­ lingahotellinum nógv pløgg til endamálið. Nógv pløgg frá sjúklingahotellinum Vit leggja tógv, stokkar og uppskriftir á sjúklingahotell­ ið, so kunnu avvarðandi kvinn­ur, og kvinnur sum eru á sjúk­lingahotellinun, binda, um tær hava hug til tess, sigur As­ley Højgaard, forkvinna í Kvinnu­felagnum. Stigtakararnar aftan fyri tiltakið hava tosað við fleiri av kvinnunum á hotellinum, og hava eisini gott samband við sjúkrasystranar har. Um­ framt at hetta átakið hevur eitt gott endamál, so skapar tað bæði felagsskap og hugna í millum kvinnurnar á ho­tell­inum, sum annars bæði stríðast við sjúku, kann­ingar, og tí mangan longu bíðitíðina, sum fylgir við hesum. Tær kvinnur, sum binda fyri okkum, siga seg verða ótrúliga glaðar fyri tað, og nógvar halda tað er stuttligt at sleppa at binda til onkran annan, enn ommubørnini, sigur Asley. Tað er øgiliga fjølbroytt sum kemur frá teimum, men í millum pløggini eru, mest­ sum altíð, hosupør og smáar troyggjur at finna. Hetta hevur givið ótrúliga nógv pløgg á hvørjum ári. Í síðstu viku vóru ikki minni enn tríggir posar avheintaðir, fullir av bundnum pløggum, og vantandi verða enn fleiri klár. Av tí at kvinnurnar á sjúk­ lingahotellinum bæði eru har í styttri og í longri tíðarskeið, er tað ikki altíð gjørligt hjá teimum at náa at binda eina stóra troyggju, men tá ið so er, hendur tað ofta, at troyggjan verð­ur bundin víðari av onkr­ari aðrari kvinnu. Tað kem­ur eisini fyri, at pakkar koma sendandi úr Føroyum við vøkrum troyggjum frá kvinn­um, ið byrjaði upp á tær á sjúklingahotellinum, men ikki náddu at gera tær lidnar, meðan tær vóru har. Nógv sjálvboðið arbeiði Afturat kvinnunum á sjúk­ lingahotellinum, eru tað fleiri aðrar føroyskar, og nakrar danskar kvinnur, sum á hvørjum ári binda, sera snøgg og væl bundin, pløgg til jólabasarin. Tilsamans eru tað umleið 30 kvinnur sum binda til tiltakið, meðan aðrar seyma, gera rabarbusúltitoy, seyma pútur úr gomlum troyggjum, gera mappur og mangt annað. Umframt hesar, eru tað ímillum 25 og 35 kvinnur, ið sjálvbodnar taka sær av øllum tí praktiska í Før­oya­húsinum, í døgunum tá jólabazarurin er, so tað er nógv lív í húsinum hesar dag­arnar. Umframt alt hetta, hava tey eisini tónleik á skránni. Øll hini árini hevur Stanley Sam­uelsen staðið fyri tón­ leiki­num, men í ár verður tað Andreas Restorff, sum kemur at spæla tónleik, og vantandi verða eisini aðrir tónleikarir við á døgunum. Ein siðbundin føroyskur basarur Jólabasarurin í Føroya­hús­ in­um hevur ikki nøkur snið­ givin pløgg at bjóða. Ístaðin hevur Kvinnufelagið valt at skipa fyri einum hugnaligum siðbundnum jólabasar við heimagjørdum føroyskum pløgg­um, mati og lutum. Basarurin er sera væl vitj­ að­ur á hvørjum árið, og tað eru ser­liga barnafamiljur, ið støkka inn á gólvið. Kvinn­ urnar aftan fyri tiltakð fáa,