Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 17. november 2014 · Nr. 131 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 hjálpararbeiði Ann Kristina S. Simonsen Karin Leitisstein er 55 ár og úr Runavík. Maður henn­ ara, Rólant Højgaard, er 56 ár og sjómaður. Rólant hevði í eina tíð merkt, at hann hevði ilt í háls­inum. Hann helt, at tað møguliga var hálsbruni, so tá ið hann skuldi endur­ nýggja bláu bók, bað hann læknan hyggja í hálsin. Læknin segði seg vilja kanna hann nærri, tá ið hann hevði frí­túr, og so gekk tað øgiliga skjótt har frá. Tann 22. juli fekk Rólant stað­fest krabbamein í háls­ inum, og í øðrum lung­an­ um, og 23 juli vóru Karin og Rólant longu í Keyp­mann­ a­havn. Í núverandi støðu sær tað út til, at Rólant og Karin sleppa aftur til Føroyar 20. nov­ember, og tá hava tey ver­ið í Keypmannahavn í fýra mán­aðir til við­gerð­ar. Saman hava tey tvey vaksin børn. Sonurin er í Føroyum, og dótturin er júst byrjað upp á Námsfrøðinga­út­ búgv­ingina her í Keyp­ mann­a­havn. Tað er so deiligt at hava hana tætt við. Hon býr 15 minuttir frá sjúk­linga­ hotellinum, so hon fær ver­ ið nógv her, og tað er ein góð­ur stuðul, sigur Karin. Styttir bíðitíðina við at binda Karin býr á sjúklinga­ho­ tell­i­num, og tað var har, at hon frætti at hon kundi binda troyggjur og annað til ein jóla­basar, sum verður hild­in í Føroyahúsinum. Endamálið við basarinum er millum annað at savna pening inn til kvinnur og børn í Føroyum, sum eru í einari fíggjarligari trong­ støðu. Karin legði til merkis, at tað stóð ein kurv á sjúk­ linga­hot­ell­inum, full við tógvi og uppskriftum, og hon helt at hetta var eitt frá­líkt hugskot, so hon fór bein­an­veg­in í holt við at binda. Hetta er ein hørð tíð fyri okk­um, og eg slappi altíð av, tá ið eg bindi, so mær dámdi væl at hyggja niður í kurv­ ina fyri at síggja, hvat eg kundi fara í holt við, sigur Kar­in. Man sær ikki nógv til sjúk­una beinanvegin, men tá ið viðgerðin fyrst fer í gongd, er tað sera sjónligt hvussu sjúkur ein er, tá ið ein hevur krabbamein. Sjálv­andi eru tað ymiskar lagn­ur, men hjá okkum merk­ist tað ikki, at Rálant er sera sjúk­ur, fyrr enn við­ gerðin varð farin í gongd, og tað er serliga tá ið við­gerð­ in er liðug, at man veruliga merk­ir, at hann er sjúkur. Mær dámar væl at taka stokk­anar við mær á sjúkra­ hús­ið, so eg kann binda með­an langa bíðitíðin er, og tá fai eg eisini onkuntíð við­ merk­ingar frá fólki, ið halda tað er sera vakurt, sigur Kar­in, og leggur aftu­rat, at tað ser­liga eru hálstur­r­ i­kløð, sum hon hevur kasta upp á stokk­anir, tá ið hon held­ur at tað er tað lættasta at taka við sær. Umframt Karin, eru tað nógv­ar aðrar kvinnur á sjúk­l­ing­a­hotellinum, sum binda til jólabasarin. Í upphaldsstovuni við mat­ar­stovuna, sita tær ofta og hugna sær saman við m. a. at binda til hetta til­takið. Saman hava tær bund­ið nógv vøkur pløgg til end­a­ málið, og tað fevnir um alt, frá hosum til bæði kjólar, troyggj­ur og húgvur, ið alt er bund­ið á ymiskan hátt. annkristina@sosialurin.fo Eg gloymi alla stúran tá ið eg bindi Hetta er ein øgiliga hørð tíð, ið er nokk so stressandi. Tað er nógv bíðitíð, og viðgerðin sum tú skal ígjøgnum, tá ið tú hevur krabbamein, er sera slítandi. Tá ið eg bindi, slappi eg av og gloymi alla stúran eina løtu. Tað sigur Karin Leitisstein úr Runavík, sum er við manni sínum í Keypmannahavn, har hann fær viðgerð fyri krabbamein. á hvørjum ári nógv føgur orð frá dønum og øðr­um út­lendingum, sum á jóla­ bazarinum nýta høvið til at keypa ymiskt føroyskt, og at royna ymiskan mat, ið tey ikki hava roynt áður. - Tað eru eisini fleiri, ið støkka inn á gólvið, tí at tey síggja skelti uttanfyri, og enda við bæði at keypa hóp­in av jólagávum og at royna teir deiligu nýbakaðu drýlarnar, áðrenn tey fara út aftur, sigur Asley. Eisini verður hildið, at til­ takið ein góð reklama fyri Før­oyar. Bara tað, at hava ein før­ oyskan jólabasar í Keyp­ manna­havn er nakað, ið vit meta er stórt. Í november mán­aði eru tað altíð ein rúgva av jólabasarum í Keyp­ mannahavn, ið umboða fleiri ymisk lond, so hetta er eisini ein góður máti at fáa Føroyar við á heimskortið, sigur Asley at enda. annkristina@sosialurin.fo Jólabasarurin verður í Føroyahúsinum tann 22 og 23 novembur kl 13-16. Karin Leitisstein