Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. november 2014 · Nr. 131 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hóast stjórin enn ikki er farin til arbeiðis, so er fyri­reikingararbeiðið til at byggja undirsjóvartunnil mill­um Skálafjørðin og Streym­oynna langt síðani far­ið í gongd. Tað greiddi nevnd­ar­ for­mað­urin í parta­fe­lag­ num, Bergur Poulsen, frá, tá ið Samhald, valfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy, skipaði fyri fundi um tunnilin. – Vit hava keypt seis­ misku kanningarnar, sum priv­ata felagið gjørdi fyri nøkrum árum síðani og ein part av hesum kann­ ing­um kunnu vit brúka, segði Bergur Poulsen. Men tær kanningar, sum eru gjørdar eru langt frá nóg mikið. Fyrst skal greia fá­ast á tí nágreiniligu linju­før­ing­ ini til undirsjóvartunnilin. Júst hetta hevur av­ger­ andi týdning, tí hann upp­l­ýsti esini, at hvør kilo­metur av tunnli kost­ ar millum 100 og 120 milj­ ón­ir krónur. – Tí hevur tað ómeta­ liga nógv at siga, at vit velja stytstu leið. Tað er ein spurningur, sum verð­ur kannaður nú, segði Berg­ur poulsen. Hann segði, at tunn­ ils­fe­lag­ið arbeiðir neyvt sam­an við jarðfeingið og við tveimum eksternum ráð­gev­arum fyri at finna bestu linjuføringina. Bergur poulsen segði es­ini, at tá ið hesin spurn­ ingurin er loystur, so er neyðugt at gera aðr­ar boringar fyri neyvt at kenna, hvussu jarð­botn­ ur­in er á leiðini, har tunn­ il­in skal gerast. Eitt annað sum hann greiddi frá var, at tá ið und­ir­sjóv­artunnlar verða gjørd­ir, so er vanligt, at teir verða lagdir ein­ar 50 metrar undir hav­botn­in­ um. Í hesum føri fer tað at hava við sær, at hall­ið í tunnlinum verður ógv­us­ ligt – tað vil siga næstan sjey prosent. – Tí verður eisini kann­ að um tað er forsvarligt ikki at fara heilar 50 metr­ar undir havbotnin, men heldur nakað minni. Hvør metur fer at geva spar­ingar, serliga í brúki av orku, tí annars verður næst­an bara undan- og mót­brekka at koyra. Har verð­ur so at siga onki slætt strekki, segði Bergur Poul­sen. Nýggi stjórin, Teitur Samu­elsen, er á veg inn í fe­lagið og tekur við rættu­ liga skjót. Viðvíkjandi fíggingini segði Bergur Poulsen, at fleiri fíggingarfyritøkur hava spurt seg fyri um at sleppa at fíggja. Tær eru úr Skandinavia og Evr­ opa. – Men vit vita øll, at frá at spyrja seg fyri ogtil peng­arnir eru á borðinum, kann vera eitt langt lop, segði hann. Eygleiðarar halda, at orð­ing­in í lógini neyvan er nóg skørp og málið møgu­liga endar aftur í Løg­tinginum. Hetta fyri at tryggja lánveitarunum, at tað í seiansta enda er landið, sum stendur aft­ an­fyri byggingina av tunnl­unum báður. Landsstýrismaður við fíggj­ ar­mál­um, Jørgen Niclassen, Fólka­flokk­ur­in, boð­aði frá, tá ið hann al­manna­kunn­gjørdi upp­skot­ið til løgtingsfíggj­ ar­lóg fyri 2015, at 1. februar næsta ár er samgongan eis­ini samd um eina nýggja fiski­ vinnu­skipan. Formaður Fólkafloksins hevði tá gjørt avtalu við for­ menn­in­ar í hinum báðum sam­gongu­flokk­un­um, Kaj Leo Holm Johannesen, Sam­ bands­flokk­ur­in, og Jenis av Rana, Miðflokkurin, um at áseta eitt evstamark, so nýskipanin kann sam­tykkj­ ast áðrenn vit næsta heyst fáa løgtingsval. Eitt annað trýst á Fólka­ flokk­in er frá baklandinum, sum á landsfundinum um viku­skift­ið gjørdi heilt greitt, at fiski­vinnan má fáa eina greiða ábending um, hvørjar treyt­ir hon fer at hava at virka undir, tá ið núverandi lóg fer úr gildi 1. januar 2018. Semja og ósemja Í tvey samdøgur savn­að­ust sjey umboð fyri sam­gongu­ flokk­ar­nar á Deplinum í Skála­vík, har tingast var um ný­skip­an­ina. Eftir fundin var mest sum greitt, at semja kann finnast um flestu spurningarnar, men at tvey mál standa heilt óloyst enn. Annað er spurningurin um, hvørt útlendingar skulu hava rætt at eiga í føroysku fiski­vinnuni. Har hevur Fólkaflokkurin gjørt heilt greitt, at flokk­ur­ in vil hava útlendingar úr vinnuni, meðan Sam­bands­ flokk­urin hinvegin held­ur, at útlendingar skulu kunna eiga part í vinnuni, so út­ lendsk­ur kapitalur verður til­førd­ur vinnuni. Hvussu júst hesin spurn­ ing­ur­in verður loystur er ikki greitt, men flestu, sum hava verið partar av kjakinum um vinnuna, halda, at tað ber væl til, at útlendingar eiga part í vinnuni, men at hes­ir so skulu lúka somu treyt­ir viðvíkjandi skatti, vinn­ings­ býti o.ø., sum føroysk feløg. Hin spurningurin, sum ósemja framvegis er um, snýr seg um upp­boðssølu. Har er Fólka­flokk­ur­in ímóti, með­ an Sam­bands­flokkurin vil hava, at ein part­ur av veiðu- og fiski­loyv­un­um verða seld á upp­boðs­sølu. Miðflokkurin royndi seg und­an samráðingunum í Skála­vík við einum semings­ upp­skoti, sum millum annað hevði í sær, at ein partur av til­feing­in­um verður selt á upp­boðs­sølu. Á fundinum í Skálavík lut­ tóku Jørgen Niclassen, for­ mað­ur­in í Fólkaflokkinum, Jacob Vestergaard, lands­ stýr­is­mað­ur við fiski­vinnu­ mál­um, og Jákup Mikk­el­sen, for­mað­ur í ting­bólki Fólka­ floks­ins. Fyri Sam­bands­ flokk­in vóru Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen, løgmaður, Al­fred Ol­sen, formaður í vinnu­nevnd­ini, og Jóhan Dahl, lands­stýr­is­mað­ur við vinnu­mál­um. Bill Just­in­us­ sen um­boð­aði ein­sam­all­ur Miðflokkin, tí formað­ur­in Jenis av Rana var burt­ur­ stadd­ur. Fólksins ogn Undanfarin ár hevur orða­ skift­ið ofta snúð seg um, hvør eigur tilfeingið á før­ oyska landgrunninum og hvør hevur rætt at troyta tað. Samgongan tykist vera samd um, at tilfeingið er ogn Føroya fólks og tey, sum fáa rætt at troyta hetta til­feing­ ið, tí eisini noyðast at gjalda fyri hendan rætt. Fólkaflokkurin var ógvu­ liga avgjørdur undan sein­ asta vali og segði, at tað ikki kom uppá tal, at vinnan skal gjalda ftyri at fiska ella fyri at ala. Hetta er broytt, meðan flokk­ur­in hevur sitið í sam­ gong­uni. Alivinnan hev­ur góðtikið at gjalda til­feing­is­ gjald og tað hevur upp­sjóv­ ar­vinnan meir ella minni eis­ini. Í teimum samráðingum, sum vóru í Skálavík, bendir alt á, at hetta eisini verður so­leið­is í framtíðini. Tvær orsøkir eru til, at tað verð­ur soleiðis. Tann fyrra er ógvuliga tætt knýtt at lyftunum hjá samgonguni um at fáa javn­ vág á fíggjarlógini. Lands­ stýr­is­maðurin við fíggj­ ar­mál­um er samstundis for­mað­ur í Fólkaflokkinum. Skal tað eydnast at halda lyf­tini um javnvág, so er neyðugt við øðrum inn­tøk­ um enn teimum, sum hava ver­ið til fyri fáum árum síð­ ani. Onki bendir á, at so nógvar nýggj­ar inntøkur fara at vísa seg, at lands­ stýr­is­mað­ur­in kann seta annað inn í stað­in fyri tær 150 miljónir krón­ur­nar, sum longu koma frá til­feing­is­ gjald­inum. Hin orsøkin er av meira prin­sippi­ellum orsøkum. Sam­bands­flokkurin og part­ vís Miðflokkurin halda, at tey, sum fáa rættin at troyta føroysk fiskirættindi, eis­ini noyðast at gjalda fyri hesi rættindi. Hvussu stórt hetta gjald skal vera í fram­tíðini er sjálvandi ein sam­ráð­ing­ ar­spurn­ingur. Tryggar karmar Vinnan sjálv hevur ymiskar mein­ingar um tilfeingsgjald ella tilfeingisrentu, men hon er samd um, at skal hon kunna virka og mennast, so er neyðugt, at karmarnir eru kend­ir ár fram í tíðina. Hetta er eisini ein partur av tí, sum flokkarnir vóru samd­ir um í Skálavík. Skulu broyt­ing­ar gerast, so skulu hes­ar broytingar gerast í góð­ari tíð. “Góð tíð” er ikki ásett, men talan er um frá trimum uppí sjey ár. Fyri sjóvinnuna hev­ ur hetta alstóran týdning, tá ið skip skulu byggjast og fíggj­ast. Fíggingarstovnarnir vilja aloftast kenna til møgu­leik­ ar­nar hjá skipum at fiska, so lán kunnu gjaldast aftur. Og júst innan fiskivinnuna, eru tað sum oftast útlendskir fígg­ingastovnar, sum skulu veita fíggingina. Teir krevja vanliga eina langa trygd fyri, at skipini hava veiðuloyvir nógv ár fram­eft­ir. Fundurin í Skálavík millum umboð fyri teir tríggjar samgonguflokkarnar hevur gjørt møguleikarnar fyri fiskivi9nnunýskipanini størri Ferð er sett á tunnilsarbeiðið Samgongan um at finna semju um fiskivinnunýskipan