Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. november 2014 · Nr. 131 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Arne Thorsteinsson, for­ mað­ur í Landsfelag Pen­ sjón­ista, hevði seinasta fyri­lest­urin á ráðstevnuni. Í tráð við huglagið á ráð­ stevnu­ni annars, gav Arne Thorsteinsson eina søgu­ liga frá­greið­ing um fólka­ pen­sjón­ina, undir heitinum “Fólkapensjónur ein rættur – ikki ein olmussa.” Fyrilestrarhaldarin dróg linj­ur­nar heilt aftur til 1584, tá ein fúti í Føroyum setti á stovn olmussuveiting “til matte og husarme stakk­ar­ er.” Hann vísti á, at tað var sæð sum mannminkandi at taka við olmussu. Seinni kom fátækra­ tíggjund­in. Fátækratíggjund var ein rættur, har ein fjórð­ ing­ur av allari tíggjund skul­di latast til tey fátæku. Bónd­ar­nir byrjaðu tó at hal­ da tíggjundini aftur, fyri at lata teimum fátæku hana sjálvir. Á hendan hátt kun­ du teir kúga tey fátæku, tó at fátækratíggjundin var ein rættur. Tey fátæku vóru skýrd biddarar, tá tey komu eftir tí, sum við lóg var teirra at fáa. Tíggjundin var avtikin í 1688. Síðani kom ein skipan við uppgávufólkum, har tann, sum átti nakað av jørð, kundi geva seg upp til onkran múgvandi, tá hann ikki longur orkaði at lív­ bjarga sær. Tingbøkur vísa tó, at tað vóru ikki øll upp­ gávu­fólk, ið vóru eins við­ farin. Í 1767 verður fá­tækra­ kass­in settur á stovn, men hesin kundi einans nýtast til “grove lærreders indkøb i København for de fattiges nøgen­heds skjul, som er det meste de behøver. Í 1855 kom so lov om fattigvæsenet på Fær­øerne í gildi. Tá kundu tey fátæku fáa pening, mat og klæði. Samstundis fór ein onn­ ur broyting fram, fá­tækra­ revsingin tók dik á seg. Í 1777 var sýtt fátækra­fólki at giftast og í 1848 mistu tey, sum høvdu fingið fátækrahjálp bæði valbæri go valrætt. Hend­an orðing er eisini at finna í fyrstu føroysku stýri­s­skipan­ arlógini frá 1948, og hvarv ikki úr sosiallóggávuni fyrr enn í 1961. Í 1891 kom lóg um alder­ doms­understøttelse í gildi í Danmark. Nú skiltu myndug­leikarnir, at tað sum so ikki var tín egna skyld, at tú var vorðin gamal. Hetta bleiv í 1922 broytt til elli­s­ ren­tu, meðan vit í Før­oy­um fingu eina nýggja lóg um ellisrentu í 1949. Men rætt til ellisrentu høvdu bert tey, Danjal av Rana Signar Dam, kommunulækni á Tvøroyri, legði upp til kjak á ráðstevnuni, tá hann helt eina stutta røðu undir heitinum “Longst møguligt í egnum heimi.” Signar Dam spurdi, um tað veruliga man vera so, at øll ynskja at verða longst møguligt í egnum heimi. - Røktarheimstørvurin er ikki nøktaður á nakran hátt, og so langt frá, segði Signar Dam. Hann sigur, at hann veit, at í Suðuroynni standa 112 fólk á bíðilista, og hann trýr ikki, at tørvurin er lutfalsliga minni aðrastaðni í landinum. Ásannandi, at nógv skriva seg á listan til røktarheimspláss í góðari tíð, so metir Signar Dam, at akutti tørvurin á røktarheimsplássum í Suðuroy er um 20 til 25 páss. - Hetta eru fólk, ið ikki kunnu búgva heima, sum eru so illa fyri, at heimahjálpin onga munagóða hjálp fær veitt. - Eg veit ikki, hvør hevur funnið upp á “longst møguligt í egnum heimi,” men eg hoyri, at hetta verður dúliga nýtt av politikarum, ið vilja spara pengar, men ikki hugsa um, hvat eitt tílíkt tilboð veruliga kostar, segði Signar Dam. Signar Dam førdi fram, at tveir høvuðsfortreytir eru, fyri at eldri fólk skulu kunna verða verandi heima og kortini hava tað líka gott sum tey, sum búgva á røktarheimi. Hin fyrra fortreytin er, at ein hevur fíggjarligt yvirskot. Signar Dam førdi fram, at um ein veruliga ynskir, at fólk skulu búgva í egnum heimi longst møguligt, so er neyðugt at hækka fólkapensjónina, so fólk hava ráð at búgva RÁÐSTEVNA EINGIN STRAFFUR AT ENDA Á RØKTARHEIMI Um fólk skulu liva sum longst í egnum heimi, mugu bæði fólkapensjónin og játtanin til heimahjálpina hækkast, sigur Signar Dam, kommunulækni Landsfelag pensjónista skipaði leygardagin fyri eini ráðstevnu í samband við ársveitsluna. Hetta er triðja árið, at skipað verður fyri eini slíkar ráðstevnu. Evnið í ár var Norðurlendska vælferðarsamfelagið – og tey eldru í samfelagnum, og út við 300 fólk høvdu leitað sær í skúlaheimið í Marknagili til tiltakið. Leif Olsen, sosialráðgevi í Almannaverkinum greiddi frá stuðulsmøguleikunum hjá pensjónistum, ið hava serliga trupul kor, og Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensjónista, dró saman um við einum fyrilestri um framtíðina hjá fólkapensjónini. Maður ella trøll Ísakaldir vestanvindar hótta við at forkoma Samhaldsfasta og fólkapensjónini, segði Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensjónista