Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 17. november 2014 · Nr. 131 Vilmund Jacobsen Tað vísa ferðslurkanningar, sum løgreglan hevur gjørt seinastu tíðina. Ráðið fyri Ferðslutrygd er farið undir eina herferð, har endamálið er at minna fólk á týdningin av at binda børnini í trygdarbelti. Í hesum sambandi ger løgreglan regluligar ferðslukanningar, eisini í sambandi við skúlakoyring. Fleiri staðni hevur løgreglan staðið við skúlar og hevur kannað bilførarar, sum koyra børn í skúlan fyri at vita, um tey sita í trygdarbelti. Úrlsitið er, at tað framvegis eru mong sum ikki binda børnini í trygdarbelti. Fleiri fingu klipp Eisini fríggjadagin gjørdi løgreglan kanningar við skúlarnar í Klaksvík, og har fingu fimm bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra børn í skúla - uttan at spenna tey í trygdarbelti. Umframt at fáa klipp í koyrikortið, fáa bilførararnir eisini bót. Í kanningini í Klaksvík fekk eisini ein bilførari bót fyri ikki at sita trygdarbelti sjálvur. Vilmund Jacobsen Nýstovnaða bátafelagið - Kongs­havnar frítíðar­ sigl­ar­ar - hevur nú fingið sína heima­síðu sum sæst á www.siglarar.fo. - Kongshavn er sum kunnugt inni á Skála­ fjørðinum, og Kongs­havnar frítíðar­sigl­ar­ar er eitt nýstovnað og virkið bát­a­ felag, sum hevur til enda­ máls at skapa trivnað. Felagið sigur, at í eina tíð hava nevndarlimir felag­ sins arbeitt við at gera eina heimasíðu, sum nú er send út í netrúmið til øll báta­ fólk at brúka. - Her finnast nógvir hent­ir upplýsingar, eitt nú um veður, streym, við­kom­ andi leinkjur og ikki minst vakrar myndir. Kongshavnar frí­tíð­ar­ siglarar siga seg vóna, at fólk fara at taka eins væl ímóti heima­síðuni, sum tikið hev­ur verið ímóti face­book­síðuni hjá frítíðar­ siglarum. Tað eru framvegis bilførarar, sum lata børn sleppa at sita leys í bilinum - uttan at binda tey í trygdarbelti Petricia (Disa) Christiansen hevur nú lagt frá sær sum leiðari í dagtilhaldinum í Nólsoy, og Annelin Davidsen er sett sum nýggjur leiðari. Fleiri bilførarar fáa klipp í koyrikortið Nýtt báta­ felag og nýggj heima­síða Fleiri staðni hevur løgreglan staðið við skúlar og hevur kannað bilførarar, sum koyra børn í skúlan fyri at vita, um tey sita í trygdarbelti Sunnukvøldið hand­tók løgreglan 18 ára gamlan mann fyri at hava hótt við knívi. Maðurin skuldi ætl­andi leyslatast aft­ur fyrrapartin í dag Vilmund Jacobsen - Vit vænta nógvan línufisk hesa vikuna. Helst koma tvey línuskip inn at landa í dag, eitt undan Íslandi og eitt, sum hevur fiskað undir Føroyum. Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at línuskipið undan Íslandi hevur eina blanding av toski, brosmu og longu og helst nakað av hýsu - og skipið undan Føroyum hevur mest av toski og hýsu. - Seinni í vikuni koma fleiri línuskip inn at landa. Tað verður mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Nakað verður eisini av svartkalva og blálongu frá skipum av Íslandsrygginum. Streymurin verður góður alla vikuna, og um verðurforsøgnin passar, væntar Fiskamarknaður Føroya, at nakað verður av útróðri í vikuni. - Útróðrarbátarnir fáa so at siga bara tosk og hýsu, sigur markaðurin. Tvey partrolarapør koma inn at landa í dag og kanska koma onnur pør seinni í vikuni. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er vánaligur. Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri hesa vikuna, var bara eitt djúpvatnstrolarapar til fiskiskap. Skipini trola eftir upsa og koma helst inn at landa í dag. Væntandi fara aðrir djúpvatnstrolarar út aftur, sum dagarnir ganga. - Vit vænta, at tveir trolbátar landa í dag og ein mikudagin. Marknaðurin veit at siga, at trolbátarnir hava mest av havtasku, toski og longu. Væntandi loystu aðrir trolbátar um vikuskiftið.   Nógvur línufiskur er í væntu Endamálið hjá Kongshavnar frí­ tíð­ar­siglarum er at skapa trivnað Á heimasíðuni hjá Kongshavnar frítíðarsiglarum finnast hentir upplýsingar um veður og streym