Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. november 2014 · Nr. 131 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Teir eldru skúlanæmingarnir í Kvívíkar kommunu ganga í Vestmanna skúla, og til flutning hava næmingarnir vanliga brúkt bussarnar hjá Bygdaleiðum (SSL) millum skúla og heim. Men, nú fer Kvívíkar kommuna at royna nakað annað. - Tað hevur verið sera trupult at samskipað skúlabarnaflutningin eftir skúlatíð, og hetta hevur ført til, at næmingarnir hava bíðað alt ov leingi. Kvívíkar kommuna veit at siga, at skúli og bussur hava ikki klárað at syrgt fyri einari rímiligari bíðitíð eftir skúlatíð.   Privat skúlakoyring Kvívíkar kommuna hevur tí gjørt avtalu við Sp/f ABC Flutning um at koyra skúlanæmingarnar frá skúlanum í Vestmanna og til bygdirnar í kommununi. - Talan er um heimkoyring klokkan 13.30 og 15.20 mánadag til fríggjadag.   Kvívíkar kommuna veit at siga, at nýggja skipanin byrjar í dag, 17. november, og avtalan við Sp/f ABC Flutning er í fyrsta umfari galdandi hetta árið út, men kann leingast fram til komandi summar. Privatiserar skúlabarnaflutningin Gamli siðurin at skjóta fyri brúðarpari livir framvegis sítt lív í Nólsoy. Soleiðis var eisini leygardagin, tá brúðarvígsla var. Skotið skuldi verða frá kirkjuni og í nýggja heimið hjá teimum nýgiftu fyri at styggja allar óndar megir burtur. Tá 10 ára gamli Marius Dam Christop­ her­sen fer at hava fernisering í Smiðju­ ni í Lítluvík fríggj­a­d­ agin, verður hann hin yngsti nakran­tíð, ið hevur ein­stak­linga­ framsýning í Smiðjuni Vilmund Jacobsen Tað var um 20-tíðina í gjárkvøldið, at løgreglan handtók ein 18 ára gamlan mann við eina kiosk í Jónas Broncksgøtu í Havn. Maðurin hevði ein knív, sum hann hevði hótt við, men hann hevði ikki givið nøkrum likamligt mein. Løgreglan varð boðsend og handtók unga mannin.  Vaktleiðarin sigur í morgun, at juristur hjá løgegluni hevur hugt at málinum, men metir ikki, at grundarlag er fyri grundlógaravhoyring, ið annars var upp á tal. - Eftir avhoyringar verður ungi maðurin tí leyslatin, helst út á fyrrapartin, sigur vaktleiðarin í morgun. Lagt verður aftrat, at seinasta nátt annars hevur verið stak friðarlig, og løgreglan hevur havt lítið at gera úti í býnum. - Nýggja skipanin byrjar í dag, og avtalan við Sp/f ABC Flutning er í fyrsta umfari galdandi hetta árið út, sigur Kvívíkar kommuna Vilmund Jacobsen 40 ára føðingar­dag­urin hjá Herfinni gjørdist enn meira há­tíða­rl­ igur, tá Heðin Morten­ sen, borgar­stjóri í Tórshavnar kommunu, kom fram við at ynskja honum til lukku. - Hó­ast borgarstjórin hevði nógv um at vera, setti hann kort­ini tíð av til at koma fram við at gleða Herfinn. Tað skrivar Beinta Harald­sen á sínari face­book-síðu, og hon leggur aftrat. - Eg haldi, at tað er fan­tast­iskt at hava ein borgarstjóra við slík­um yvirskoti. Betri borgarstjóri finst ikki, eru orð­ini hjá Beintu Haraldsen. Á myndini eru Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu og Danny Danielsen frá Sp/f ABC Flutningur Heðin gleddi Herfinn Ungur maður hótti við knívi Juristur hjá løgregluni metti ikki, at grundarlag var fyri at hava mannin sitandi Eingin kom til skaða, tá ein ungur maður sunnukvøldið hótti við knívi í Havn