mánadagur 17. november 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 17. november 2014 · Nr. 131
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mortansmessuaftan
var
Tórbjørn Poulsen lagdur til
hvíldar í kirkjugarðinum við
Velbastaðvegin. Hann var 82
ára gamal, nú hann andaðist,
føddur pálsmessudag, 25.
januar, 1932 í Havn.
Foreldur hansara vóru
Maria, fødd Olsen, av Lava í
Havn og Poul Poulsen, róptur
Poul av Grundini á Eiði.
Fleiri hava skrivað um
Tórbjørn, nú hann fór fold
um frá, og hava dvalt við ar
beiðslív hansara og politiska
virki. Nortið verður tí ikki
við tað her.
Meðan Tórbjørn las til
verkfrøðing í Keypmanna
havn í fimmtiárunum í farnu
øld, hitti hann elsta systkina
barn mítt, Áslu, sum er fødd
og uppvaksin í Keypmanna
havn, dóttur Sigrið, fødd
Johannesen úr Funningi og
Hans Paula Mouritzen úr
Sørvági. Saman rann millum
Áslu og Tórbjørn, og tey
giftust í 1960.
Sum nýgift hjún fluttu tey
til Vágs, har ið Tórbjørn tók
við starvi, sum hann røkti
til 1962. Ættarkær sum bæði
vóru, ferðaðust tey norður
um fjørð at vitja síni, og
fyrstu ferð, eg sá tey saman,
var miðskeiðis í oktobur
mánaði í 1960, tá ið tey í
ringasta veðri brutu seg av
stað norður til Klaksvíkar at
halda fermingardagin saman
við mær, foreldrum mínum
og systkjum. Tað stóð ein
glæma og ein frískleiki av
hesum avbera vøkru fólkum
– hon júst fylt 24, hann 28 ára
gamal. Og tey vóru við til at
ríka mær dagin.
Tey fluttu so aftur til
Keypmannahavnar, har vit
av og á hittust – tá varð ikki
so nógv ferðast sum nú.
Í 1972 bygdu vit bæði Mari
anna á trøðni, sum William
Holm
Jacobsen
stykkjaði
út niðan fyri Heygsvegin –
í Bóndabrekku kom hetta
grannalagið at eita. Og stór
var gleðin, tá ið frættist, at
Ásla og Tórbjørn fluttu heim
og høvdu keypt grundstykki
í sama grannalagi – í 1974
mundi tað vera. Onkuntíð
hevði Tórbjørn á orði, at ivi var
ongantíð honum í huga: hann
vildi heim aftur til Føroya at
dugna sínum føðilandi.
Hesi 40 árini hava vit
wátt mangar ríkar og hugna
ligar løtur saman. Vit her
í Bóndabrekku 11 hava so
nógv at takka tykkum í
Bóndabrekku 21 fyri. Fyrst
allar tær óteljandi løtur
nar vit stukku inn á gólvið
hvør hjá øðrum, gerandis,
til føðingardagar og merkis
dagar annars, síðani tá ið
vit hittust summardagar “á
Torlabrúgv” úti við Kløver
marksvej, “Uppi á Grundini”
í Norðursælandi, á Heygum
norðuri í Klaksvík ella á
Flatabeiti í Hattarvík.
Tórbjørn dugdi væl at
práta, og hann hevði áhuga
og skil fyri so mongum.
Heilt til tað seinasta las hann
nógv, bæði føroyskt – eldri,
men eisini tað nýggjasta, og
sanniliga eisini útlendskar
bókmentir. Hann hevði eis
ini livandi áhuga fyri leiklist,
tónleiki og myndandi list. Ja,
eg fari at vera so framligur
at siga, at av øllum menta
málaráðharrum, vit hava
havt í Føroyum, mundi hann
vera tann, sum hevði besta
innlitið í tað málsøkið, hann
umsat.
Eitt sereyðkenni hansara
var, at hann á ongan hátt var
nakar jabróðir. Hann talaði
ikki fólki eftir munni. Hann
vildi hoyra grundgevingar
og ikki tóm uppáhald. “Hví
sigur tú tað?” Hetta spurdi
hann ofta. Og tað fær tann,
sum situr hinumegin borðið
at hugsa seg um og at royna
at grundgeva. Soleiðis víðkaði
Tórbjørn
hugaheimin
hjá
øllum, sum hann skifti orð við.
Hann var eitt sera hugfarsligt
fólk, gávaður, áhugaður – og
átti innankæti.
Eftirsjón er í manni sum
honum.
Vit lýsa frið yvir minnið
um Tórbjørn og vátta tær
Áslu, børnum og verbørnum,
ommu- og abbabørnum tykk
ara, djúpastu samkenslu.
Árni Dahl
Ein góður vinur og granni er farin