mánadagur 17. november 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. november 2014 · Nr. 131
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
Hevur gamli formaðurin í
Fiskimannafelagnum,
Óli
Jacobsen, verið so óloyalur
ímóti sínum gamla felag, at
hann skal missa pensjón
ina?
Tað er spurningurin, Før
oya Rættur nú skal taka
støðu til.
Óli Jacobsen hevur nevni
liga drigið Fiskimannafelag í
rættin við einum máli, sum
ikki er tað størsta málið í
allari verðini, men sum er
rættiliga óvanligt og ser
merkt.
Óli Jacobsen var formaður
í Fiskimannafelagnum í meiri
enn eitt heilt mannaminni,
ella í samfull 36 ár, frá 1971
til 2007, tá ið hann tapti valið
um formanssessin til Jan
Højgaard, sum er formaður
nú.
Men ímeðan Óli Jacobsen
var formaður samdust han
og nevndin í felagnum um,
at hann skuldi hava pensjón
frá felagnum tá ið hann kom
í pensjónsaldur.
Og tá ið Óli Jacobsen
fylti 67 ár tann 21. auguast
í 2010, kom eftirlønin eisini
sendandi, akkurát sum av
talað.
Eftirlønin skuldi vera ein
hálv arbeiðaraløn, ella runt
roknað 10.000 krónur um
mánaðin.
Men í apríl í fjør fekk
Óli Jacobsen boð frá Fiski
mannafelanum, at eftirlønin
varð steðgað beinanvegin.
Grundgevingin var, at hann
hann hevði verið óloyalur
ímóti Fiskimannafelagnum.
Tað góðtók Óli Jacobsen
ikki og stevndi Fiskimanna
felagnum og tað verður nú í
hesi vikuni, at málið verður
viðgjørt í Føroya Rætti.
Rætturin hevur sett heilar
tveir dagar, bæði hósdagin og
fríggjadagin, av til málið.
Óli Jacobsen hevur kravt,
at skipanin við eftirløn skal
standa við og hann hevur
samstundis
stevnt
eftir
eftirlønini, hann ikki hevur
fingið frá apríl í fjør til nú,
ella í einar 20 mánaðir og til
samans er sostatt talan um
einar 200.000 krónur.
Tóku pensjónina frá
gamla formanninum
Óli Jacobsen, sum var formaður í Fiskimannafelagnum í eitt heilt mannaminni, dregur nú sítt gamla felag í rættin
Áki Bertholdsen
– Óli Jacobsen fór í parti við
reiðararnar og tað hevur
kostað fiskimonnum nógvar
pengar.
Tað sigur Jan Højgaard,
formaður í Fiskimannafe
lagnum.
Hann sigur, at hetta er
orsøkin til, at Fiskimannafe
lagið nú hevur strikað pen
sjónina hjá gamla formann
inum.
Jan Højgaard hevur ikki
so nógvar viðmerkingar til
málið, nú beint áðrenn tað
kemur í rættin.
Men hann sigur, at tað var
á einum landsfundi í Fiski
mannafelagnum, at tað var
so stór ónøgd við framferðina
hjá gamla formanninum, at
skotið varð upp, at felagið
skuldi
strika
pensjónina,
sum varð avtalað við gamla
formannin.
Hann sigur, at síðani
varð hetta eisini samtykt í
nevndini í felagnum og tí
varð pensjónin steðgað.
Í parti við reiðarunum
Tað, sum fekk bikarið at
flóta yvir, var leikluturin hjá
fyrrverandi
formanninum
í einum málið um, hvussu
farast skal fram, tá ið skip
keyptu makrel á uppboði.
Fiskimannafelagið
vildi
ikki góðtaka, at manning
arnar skuldu vera við til at
rinda, tá ið nótabátarnir
keyptu makrel á uppboði.
Tí kravdi Fiskimanna
felagið,
at
parturin
hjá
manningini skuldi býtast
frá, áðrenn útreiðslurnar at
keypa makrel av uppoðið,
vórðu goldnar, so at reið
ararnir rindaðu sjálvir fyri
fiskin, sum varð keyptur á
uppboði.
Hinvegin kravdi reiðarar
arnir, at hendan útreiðslan
skuldi fara av óbýttum.
– Tá ið ósemja sostatt var
um, hvussu sáttmálin skuldi
tulkast, varð málið lagt fyri
ein gerðarrætt og har tapti
Fiskimannafelagið.
Í hesum sambandi varð
Óli Jacobsen, fyrrverandi
formaður í Fiskimannafelag
num boðsendur at greiða
frá, hvussu sáttmálin skuldi
tulkast.
Og
Fiskimannafelagið
sigur, at frágreiðingin hjá
Óla var beinleiðis orsøkin til,
at Fiskimannfelagið tapti, tí
hon var bara til frama fyri
reiðararnar.
Men
Fiskimannafelagið
sigur, at tey høvdu nettupp
stúrt fyri, at Óli Jacobsen fór
at brúka hetta høvi til at geva
felagnum ein frammaná.
– Tað var nettupp hetta
sum hendi sigur Fiskimanna
felagið.
Og tey í Fiskimannafe
lagnum halda, at hetta er
so óloyalur atburður, at tey
gjørdu av at strika pensjónina
hjá gamla formanninum.
Annars hevur Jan Høj
gaard ikki fleiri viðmerkingar
til málið, nú tað kemur fyri
rættin seinni í vikuni.
Má siga satt
Óli Jacobsen hevur heldur
ongar viðmerkingar til málið,
tí hann sigur, at í rættinum
verður málið upplýst til fuln
ar.
Men heilt stutt sigur
hann kortini, at hann varð
boðsendur at geva frágreiðing
í einum rættarmáli, og tá
kundi hann ikki annað enn
halda seg til sannleikan og
tað hevur hann eisini gjørt í
hesum føri
Óli gjørdi at vit taptu
Fiskimannafelagið gevur gamla formanninum, Óla Jacobsen skyldina fyri at
felagið tapti eina sak, sum kostar fiskimonnum nógvar pengar
Sermerkt
Fiskimannafelagið er nú
drigin í rættin í einum máli,
sum er rættiliga sermerkt
Óloyalur ella ikki
Var fyrrverandi formaðurin í Fiskimannafelagnum, Óli Jacobsen, so óloyalur ímóti sínum
gamla felagi, at pensjónin skuldi takast frá honum. Tað skal Føroya Rættur nú taka støðu til