mánadagur 17. november 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. november 2014 · Nr. 131
ítróttur
fótbóltur
Okkara grannar fyri norðan, Ísland taptu, men okkara grannar í Noregi, Skotlandi, Onglandi og Danmark vunnu.
Liktinstein, Malta og San Marino fingu hvør sítt minniligt úrslit, og Rumenia er nú oddalið í okkara bólki
Misjøvn norðurlendsk úrtøka
Heri Simonsen
Íslendski EM-dreymurin var
út fyri einum lítlum aftur
stigi, tá íslendingar í gjára
kvøldi taptu 1-2 ímóti einum
sterkum kekkiskum liði á
útivølli í Plzen. Íslendingar
fingu annars eina dreyma
byrjan, tá Ragnar Sigurðsson
stútaði teir framum longu í 9.
minutti. Kekkar javnaðu tó
beint undan steðginum, og
íslendingar vóru so óhepnir
at gera sjálvmál, tá eitt korter
var farið av seinna hálvleiki.
Niðurlond reistu seg við
einum knúsandi 6-0 sigri á
Lettlandi í Amsterdam, sam
stundis, sum turkar vunnu
3-1 á Kasakstan. Kekkia er á
odda eftir fýra umfør í bólki
A við 12 stigum. Íslendingar
hava níggju stig, og Niður
lond hava seks stig. Íslend
ingar hava tó tveir dystir
ímóti botnliðnum, Kasakstan
komandi ár, og ein heimadyst
ímóti Lettlandi, so vónirnar
eru kortini ikki heilt sørar
hjá okkara frændum at
røkka EM-endaspælinum í
Fraklandi í 2016.
Minniligur
danskar sigur
Danmark vann ein minni
ligan 3-1 sigur á Serbia á úti
vølli, aftaná at hava verið
aftanfyri 0-1 í steðginum.
Í seinna hálvleiki syrgdi
Niklas Bendtner fyri við
tveimum málum, og Simon
Kjær við einum máli, at
Danmark fekk øll stigini
við sær úr Beograd. Danir
hava nú sjey stig fyri fýra
dystir, meðan Portugal hev
ur seks stig fyri tríggjar
dystir í bólki I. Christiano
Ronaldo tryggjaði Portugal
øll trý stigini við einsamalla
sigursmálinum á heimavølli
ímóti Armenia. Einsamalla
málið ger Ronaldo til mest
skorandi landsliðsspælaran,
tá um mál í EM-kappingum
ræður.
Ronaldo
hevur
nú skotið 23 EM-mál fyri
Portugal. Grannar okkara
fyri eystan, Noreg er komið á
slóðina aftur. Í bólki H vann
Noreg 1-0 á Azerbaidjan á
útivølli. Einsamalla málið
skeyt Håvard Nordtveit við
einum góðum stútara mið
skeiðis í fyrra hálvleiki. Í
sama bólki gjørdist Malta
fjórða smátjóðin, sum fekk
stig í hesum umfarinum
í
EM-undankappingini.
Maltesar fingu ein góðan
1-1 javnleik á útivølli í Sofia
ímóti Bulgaria. Italia og
Kroatia leiktu javnleik 1-1.
Italia og Kroatia hava 10 stig
eftir fýra umfør, norðmenn
hava níggju stig. Bulgarar
hava bert fýra stig, meðan
Malta hevur fingið sítt fyrsta
stig. Azerbaidjan hevur enn
sítt fyrsta stig til góðar.
Skotar halda
lív í vónini
Skotland heldur lív í vónini
at røkka EM-endaspælinum
við einum 1-0 sigri á Ìrlandi
á Celtic Park leikvøllinum
í Glasgow. Shaun Maloney
skeyt einsamalla máli, tá
eitt stórt korter restaði av
dystinum. Pólland vann ein
góðan 4-0 sigur á útivølli
ímóti Georgia, meðan Týsk
land bert vann 4-0 á heima
vølli ímóti Gibraltar. Lagt var
annars upp til, at Týskland
fór at vinna tveysiffrað. Pól
land hevur 10 stig fyri fýra
dystir. Skotland, Írland og
Týskland hava sjey stig fyri
dystir í bólki D. Í bólki B eru
Belgia og Bosnia komin illa
frá byrjan. Belgiumenn fingu
bert javnleik 0-0 ímóti Wales
á heimavølli. Ísraelsmenn
vunnu 3-0 á Bosnia á heima
vølli, meðan Kýpros vann
heili 5-0 á Andorra. Ísrael
hevur níggju stig fyri tríggj
ar dystir. Walisar hava átta
stig fyri fýri dystir, Kýpros
hevur fingið seks stig fyri
fýra dystir, belgiumenn hava
fimm stig fyri tríggjar dystir,
meðan Bosnia hevur bert
tvey stig fyri fýra dystir.
Fagnaður í Liktinstein
og San Marino
Leygardagin var líkt til, at
Liktinstein og San Marino
høvdu funnið inspirasjón
í
tí
føroyska
avrikinum
niðri í Grikkalandi. Í bólki E
megnaði San Marino at fáa
ein minniligan 0-0 javnleik
ímóti Estlandi. Talan er um
fyrsta stigið hjá San Marino
í 12 ár. Í sama bólki vann
Ongland 3-1 á Slovenia á
Wembley
leikvøllinum
í
London. Wayne Rooney varð
heiðraður fyri sín landsdyst
nummar 100, og hann skeyt
sítt landsliðsmál nummar 44
við einum brotssparksmáli.
Stóra hetjan gjørdist tó
Danny Welbeck hjá Arsenal,
sum við tveimum góðum
málum í seinna hálvleiki
tryggjaði Onglandi sigurin.
Sveis vann 4-0 á Litava á
heimavølli.
Ongland
er
greitt oddalið í bólki E eftir
fýra umfør. Onglendingar
hava 12 stig, meðan Sveis,
Slovenia og Litava hava seks
stig hvør. Franz Burgmeier
gjørdist stóra hetjan hjá
Liktinstein í G, tá hann við
einum flottum frísparksmáli
tryggjaði
Liktinstein
ein
minniligan
1-0
sigur
á
Moldova á útivølli. Í sama
bólki leiktu Montenegro og
Svøríki javnleik 1-1. Zlatan
Ibrahimovic legði Svøríki
á odda tíðliga í dystinum.
Eitt ivasamt brotsspark til
Montenegro, og ein ivasamur
offside-dómur ímóti Svøríki
ímóti dystarenda gjørdu, at
svenskarar ikki fingu meir
enn tað eina stigið við sær
úr Montenegro. Eysturríki
vann 1-0 á Russlandi, og er nú
oddalið í bólki G við 10 stigum
eftir fýra umfør. Svøríki hev
ur seks stig, Montenegro og
Russland hava fimm stig, og
Liktinstein hevur eina góða
úrtøku við fýra stigum eftir
fýra dystir.
Rumenskur og
ungarskur fagnaður
Í Finnlandi er landsliðs
venjarin, Mixu Paatelainen
komin undir trýst eftir enn
eitt tap. Í okkara bólki, bólki
F syrgdi Zoltan Gera fyri,
at Ungarn enn er væl við
í kappingini at røkka EM-
endaspælinum. Zoltan Gera
skeyt einsamalla málið í
1-0 sigrinum hjá Ungarn á
Finnlandi. Í Bukarest vann
Rumenia á Norðurírlandi,
sum misti síni fyrstu stig í
hesi undankappingini. Paul
Papp syrgdi við tveimum
málum fyri, at Rumenia vann
2-0 á Norðurírlandi. Rumenia
er nú oddalið í bólki F við 10
stigum. Norðurírland hevur
níggju stig, Ungarn hevur
sjey stig, Finnland hevur
fýra stig, Føroyar hava trý
stig,
meðan
Grikkaland
hevur bert eitt skallut stig.
Norðurírar undirstrika tó
eftir tapið í Bukarest, at hini
úrslitini lagaðu seg í bólk
inum, ikki minst takkað
verið føroyska sigrinum á
Grikkalandi. 29. mars møtast
Ungarn og Grikkaland í
Budapest, Norðurírland og
Finnland møtast á Windsor
Park í Belfast, og Rumenia
tekur ímóti Føroyum.
heris@sosialurin.fo
Danmark vann ein minniligan 3-1 sigur á Serbia á útivølli, aftaná at hava verið aftanfyri 0-1 í steðginum