Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. november 2014 · Nr. 131 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jákup Mørk Tað kann væl vera, at tað fram­vegis eru nógvir dystir eft­ir at spæla, men tað slepst illa uttanum, at VÍF má rokn­ ast sum stórfavorittur til fyrsta plássið í FM-finaluni í mans­hondbólti. Vestmenningar vitjaðu um vikuskiftið í Hoyvík, har H71 stríðist fyri at halda seg á fin­alukós, og eisini her fóru vest­menningar avstað við stig­un­um. Leingi fylgdu hoy­vík­ ing­ar­nir heilt væl við, men vest­menningar hava í løt­ uni tað yvirskotið, sum skal til, tá hondbóltsdystir skulu avgerast. Teir hildu høvd­ inum kalt, tá mest stóð á, og hóast eina útvísing í mest kritisku løtuni – tá stóð 23-24 – so hildu teir bæði tørn og øktu um leiðsluna. Kyndil breyt ringrásina Næstir vestmenningunum eru teir grønu úr Kyndli, sum loks­ins megnaðu at vinna á grann­unum úr Neistanum. Júst grannauppgerðirnar hava verið ein marra hjá Kyndli seinasta góða árið. Í fjør vann Kyndil onga av teimum fýra granna­upp­gerð­ un­um, og hetta var meira ella minni beinleiðis orsøkin til, at plássið í FM-finaluni glapp teim­um av hendi. Fyrsta dystin í ár gekk held­ur hjá Kyndli, men sunnu­dagin bragdaði loks­ ins. Dystargongdin líktist ann­ars ikki sørt henni, sum so ofta hevur verið móti Neist­anum. Kyndil fekk betri byrj­an­ina, men tá Neistin um miðjan seinna hálvleik tog­ aði seg framum, mundu fleiri av grønu áskoðarunum rista við høvdinum. David Edvardsen var stóri spælarin hjá Kyndli á deg­num, og hann vildi tað øðr­vísi. Saman við Bjarna Sør­en­sen gekk David á odda sein­astu løtuna, og so varð hótt­andi tap vent til sigur. Ein sigur, sum ber við sær, at Kyndil leyp bukk um H71, so­ leiðis at teir grønu nú eru á fin­alukós. Ferð á KÍF Leygardagin var KÍF á vitjan á Skála. Hvørki av liðunum hava havt nakra serliga góða byrjan upp á árið, og fyri bæði var galdandi, at ein sigur var tvingandi neyð­ug­ ur, um liðini skuldu gera sær nakr­ar sum helst vónir um at hanga í oddinum. Og her varð tað KÍF, sum dróg longra stráðið. Av­ ger­andi løtan kom tíðliga í seinna hálvleiki, tá gestirnir vunnu sær eina fimm-mála leiðslu. Ikki minst mundi tað kenn­ast fløvandi, at Andrias Niel­sen og Nicklas Selvig av álvara gjørdu um seg, og tað kann geva KÍF eina vón um, at liðið kann toga seg long­ur upp eftir stigatalvuni kom­ andi vikurnar. Bæði VÍF og Kyndil styrkti um sína støðu um vikuskiftið Mynd: Álvur Haraldsen Oddurin dregur frá ítróttur hondbóltur Hvonn-deildin d v - j - t + mál -mál málmunur stig 1 Neistin 9 6 - 1 - 2 267 192 75 13 2 VÍF 9 6 - 0 - 3 252 204 48 12 3 Kyndil 9 5 - 2 - 2 236 190 46 12 4 VB 7 5 - 1 - 1 191 134 57 11 5 StÍF 7 3 - 0 - 4 165 150 15 6 6 Stjørnan 8 1 - 0 - 7 141 235 -94 2 7 Søljan 7 0 - 0 - 7 72 219 -147 0 Atlantic Airways-deildin d v - j - t + mál -mál málmunur stig 1 VÍF 9 8 - 0 - 1 243 197 46 16 2 Kyndil 9 6 - 1 - 2 210 184 26 13 3 H71 8 5 - 0 - 3 199 166 33 10 4 Neistin 9 3 - 1 - 5 201 231 -30 7 5 KÍF 8 3 - 0 - 5 205 217 -12 6 6 StÍF 9 2 - 0 - 7 216 236 -20 4 7 Team Klaks 8 2 - 0 - 6 188 231 -43 4 Fakta um Hvonn-deildina Neistin-Kyndil 25-25 (12-17) 10 min: 2-4 20 min: 7-10 40 min: 14-20 50 min: 18-22 Málskjúttar Neistin: Eir Berg 7, Mirica Rankovic 6(2), Jacklin Durhuus 3, Súsanna Nólsoy 1, Lilja Mohr 1, Birita Wardum 1, Nicoleta R. Hansen 1 Kyndil: Anna Brimnes 8(3), Marianna G. Eystberg 4(1), Randi S. Wardum 4, Bára K. Hansen 2, Bjarta Johansen 2, Turið A. Samuelsen 2, Annia Sofía H. Mohr 1, Guðrun Restorff 1 Brotskøst: Neistin 2/2/, Kyndil 6/4 Útvísingar: Neistin 4, Kyndil 2 Diskvalifikatión: Neistin 1 (beinleiðis reytt) Dómarar: Gert Hansen & Arnar Dam Stjørnan-VÍF 19-27 (7-16) 10 min: 4-3 20 min: 6-8 40 min: 10-18 50 min: 14-21 Málskjúttar Stjørnan: Mina Sirdal 5, Judith Hansen 3(1), Simona Petersen 3, Jórun B. Nielsen 2, Una Váðklett 2, Ella Petersen 1, Simona Florea 1, Gudný Johannessen 1, Edith Hansen 1 VÍF: Durita C. Jojic 10(5), Tóra Seloy 3, Agnas Olsen 3, Liljan Djurhuus 3, Daniella Joensen 3, Rakul Joensen 1, Beinta Sveinbjørnsdóttir 1, Randi Virgarsdóttir 1, Annika Patti 1, Eilin Hansen 1 Brotskøst: Stjørnan 1/1, VÍF 5/5 Útvísingar: Stjørnan 4 Dómarar: Ragnar Simonsen & Daniel Rapa Søljan-VB 9-32 (5-13) 10 min: 2-5 20 min: 4-9 40 min: 6-19 50 min: 8-25 Málskjúttar Søljan: Arnleyg Haraldsen 3, Petra Thomassen 2, Rebekka Johannesen 2, Hertha Simonsen 1, Oddvør Lauritsen 1 VB: Helga E. Kjærbo 6, Rúna M. Jacobsen 5, Gintare Butkeviciute 5(3), Birita H. Olsen 3, Ingrida Kuodyte 3, Rannvá Johannesen 2, Bjarta Hergeirsdóttir 2, Una Egilsdóttir 2, Gurið Mortensen 1 Brotskøst: VB 4/3 Útvísingar: Søljan 3, VB 1 Dómarar: Gert Hansen & Arnar Dam