mánadagur 17. november 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. november 2014 · Nr. 131
ítróttur
hondbóltur
Jákup Mørk
Spenningurin er størri enn
nakrantíð í fremstu føroysku
kvinnudeildini.
Neistin, Kyndil, VÍF og VB
berjast øll fyri sínum møgu
leika at sleppa í FM-final
una, nú vit nærkast fyrra
helminginum av kappingar
árinum.
Stóri dysturin hetta viku
skiftið var á Hálsi í Havn, har
Neistin og Kyndil spældu
grannauppgerð.
Undan
dystinum
var
Neistin oddalið, men tað
merkti ikki, at tær vóru
favorittar.
Kyndil
vann
greipuna í fjør, og bæði í
stórsteypadystinum
og
í
fyrsta landskappingardyst
inum móti Neistanum vóru
tær grønu greitt omaná.
Tað vóru tær eisini størsta
partin av tíðini sunnudagin.
Longu fyrstu fáu minuttirnar
av dystinum togaðu tær seg
nøkur mál framum, og tað
var ein leiðsla, sum tær illani
vildu sleppa. Seinastu løtuna
undan
steðginum
tóktist
orkan eisini ganga undan hjá
Neistanum, sum fekk fleiri
útvísingar, og so gjørdist tal
an um eina trivaliga leiðslu í
steðginum.
Eftir
steðgin
tóktist
myndin ikki broytast tað
heilt stóra, men seinast kort
erið kom fullkomuliga stígur
í hjá Kyndli. Tær skutu bara
fýra mál hesar seinastu 15
minuttirnar, og so kundi
Neistin stríða seg upp á
javnt. Veruleikin var eisini, at
tað var um reppið, at Neistin
streyk avstað við sigrinum,
men javnleikurin bar við sær,
at tær bláu hildu fast um
oddasessin.
Sambiðlarnir vunnu
Javnleikurin
millum
tey
bæði fremstu hevði við sær,
at bæði VÍF og VB høvdu
møguleikan at ota seg eitt
stig nærri oddinum – og hes
um tóku tær av.
VÍF vitjaði í Klaksvík, har
Stjørnan ikki hevur havt tað
nakað serligt í vetur. Nú er
Simona Petersen aftur á lið
num, men heldur ikki hon
fekk gjørt stórvegis við VÍF,
sum veruliga tykist hava
fingið ferð á, eftir at tær vóru
dekan ov trilvandi fyrstu um
førini.
VB spældi á Giljanesi,
har Søljan framvegis hevur
fyrsta stigið tilgóðar. Tað kom
heldur ikki til høldar móti VB,
sum uttan stórvegis trupul
leikar tók tey bæði stigini við
sær. VB er nú bara tvey stig
aftan fyri Neistin – men tær
hava spælt tveir dystir færri,
og tí eru tær kanska liðið,
sum liggur best fyri av øllum
í løtuni.
Bara tvey stig skilja tey fýra ovastu liðini í bestu kvinnudeildini
Tættari enn nakrantíð
Simona
aftur í
Stjørnuni
Stjørnan hevur styrkt
sær um hópin við
einum av størstu
profilunum í føroyskum
kvinnuhondbólti.
Undan vikuskiftinum
gjørdist nevnliga greitt,
at Simona Petersen nú
verður aftur at síggja hjá
teimum reyðu í Klaksvík.
Simona kom til Føroya
á heystið í 2000, tá hon
var partur av liðnum hjá
Søljuni, sum júst var flutt
upp í bestu deildina.
Síðani hevur hon
spælt við Stjørnuni,
Neistanum, Tjaldri og
Kyndli, og nú verður hon
altso aftur partur av
Stjørnuni, har hon fyrr
hevur vunnið bæði FM og
steypakapping. Øll árini
hevur hon verið millum
fremstu málskjúttarnar í
føroysku kvinnudeildini.
Simona var týðandi
partur á liðnum hjá
Kyndli, sum í fjør vann
greipuna, men fram
til nú hevur hon ikki
spælt hondbólt hetta
kappingarárið.
-mørk
Fakta Atlantic Airways-deildina
StÍF-KÍF 31-35 (16-17)
10 min: 7-5
20 min: 13-11
40 min: 20-25
50 min: 25-30
Málskjúttar
StÍF: Kjartan Johansen 9, Sveinur Justinussen 5, Jógvan G. Joensen 5,
Pætur Johansen 4, Fríði R. Djurhuus 3, Marius Joensen 3, Jóhannus Olsen 2
KÍF: Andrias Nielsen 11, Nicklas Selvig 8(1), Hans Eli Sigurbjørnsson 6(4),
Fríði Weyhe 4, Ási Dam 4, Rógvi Weyhe 2
Brotskøst: KÍF 7/5
Útvísingar: StÍF 1, KÍF 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Thomas J. Thomsen
H71-VÍF 24-27 (11-11)
10 min: 2-2
20 min: 7-6
40 min: 15-16
50 min: 21-21
Málskjúttar
H71: Hallur Biskopstø 6(3), Rúni Højgaard 5, Mark L. Marcher 4, Helgi
Hoydal 4, Jesper Pedersen 2, Pætur Thomsen 1, Hans Kári Hansen 1,
Tróndur Arge 1
VÍF: Julian Olsen 6, Áki Egilsnes 6, Filip Jojic 6(1), Heini Hanusarson 3,
Mads Eriksen 3(1), Agnar Joensen 2, Sjúrður Olsen 1
Brotskøst: H71 3/3, VÍF 2/2
Útvísingar: H71 4, VÍF 5
Dómarar: Heri Petersen & Thomas J. Thomsen
Neistin-Kyndil 23-25 (13-13)
10 min: 3-6
20 min: 8-10
40 min: 17-17
50 min: 20-20
Málskjúttar
Neistin: Rói Berg Hansen 8, Tommy Fletcher 7, Aleks Buha 3(3), Jugoslav
Djumic 2, Terji Mørk 2
Kyndil: David Edvardsen 11, Bjarni Sørensen 4, Hjalti Bachmann 2, Julian
Johansen 2(2), Birgir Poulsen 2, Frank B. Askildsen 2, Andreas Sólsker 1,
Høgni Klein Olsen 1
Brotskøst: Neistin 3/3, Kyndil 2/2
Útvísingar: Neistin 1, Kyndil 3
Dómarar: Gert Hansen & Arnar Dam
Mynd: Álvur Haraldsen