Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-17, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. november 2014 · Nr. 131 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Størsta nakrantíð – Sjálvandi kunnu hesir báðir dystirnir sammetast, tí í báðum førum vunnu vit 1-0. Ímóti Eysturríki var tað framúr. Vit vóru púra blankir amatørar, og vit stríddust heilt frantastiskt. Nú eru vit komin væl longur, og í kvøld vunnu vit bæði við at stríðast og við at vísa fínt fótbóltspæl ímóti Grikkalandi, sum er liðið, ið var hægst styrkismett í okkara bólki. Tað talar fyri seg, og eg rokni við, at avrikið og úrslitið fer í søgubøkurnar sum tað størsta nakrantíð, segði Jóannes Jakobsen aftaná dystin. Føroyska bragdið í Grikkalandi er ein staðfesting av hvussu langt Føroyar eru komnar í fótbóltshøpi. Føroyar vunnu ikki bara á Grikkaland. Føroyar vunnu uppiborið Tá vaksnir menn grótu í pireos Tróndur Arge Størsta viðurkenningin av bragdinum í Grikkalandi kom tveir minuttir eftir, at kendi italski dómarin, Nicola Rizzoli, bríkslaði fyri sein­ astu ferð á Karaiskakis leik­ vøll­inum í Athen. Griksku áskoðararnir vístu fyrst sína ónøgd við avrikið hjá heima­liðnum við klassiska »buhhh« rópinum, men griksku spælararnir vóru ikki meir enn farnir av vøll­ inum, tá pípan fekk annað ljóð. Meðan føroysku spæl­ arar­nir fegnaðist sína millm fóru allir áskoðararnir á leik­ vøllinum at klappa. Hetta var ein viðurkenning av tí fram­úr føroyska avrikinum, sum hevur tikið allan fót­ bólts­heimin á bóli. Tað ljóðar kanska ikki av nógvum og tað er hent fyrr. Millum annað gjørdu týsku áskoðararnir tað sama í 2002, tá føroyska landsliðið bara var narkar fáa sentrimetrar frá at fáa javnleik móti vara­heims­meistarunum í Hannover. Tá taptu okkara og tá er lættari hjá heima­áskoð­ar­ unum at rósa mótstøðu, men fyri grikkar er talan um eitt EM atgongumerki, ið gleppur teimum av hondum. Alíkavæl rungaðu viður­ kennandi klappini frá øllum Karaiskakis leikvøllinum oman móti føroysku spæl­ ar­unum. Tað eru slíkar løtur, sum gera alt stríðið vert. Gleðistár Tað stóð nógv á seinastu minuttirnar. Ikki tí grikkar komu við so nógvum, men heldur tí tað plagar at kiksa hjá okkum. Tað gjørdi tað millum annað móti týsklandi á sinni. Vit vóru eisini nær við á útivølli móti Estlandi fyri nøkrum árum síðani, men eisini tá glapp leiðslan sein­astu minuttirnar og vit taptu. Vit hava í 25 ár bíða eftir nýggju Landskrona upp­ liv­ingini. Nú eru vit bara nakrar fáar minuttir frá sigr­inum, men hesa ferð er okkurt øðrvísi. Vit hava tamar­hald á støðuni. Vit hótta í hinum endanum og hóast minuttirnir ganga seint, so førir føroyska liðið okk­um trygt millum skerini og á mál. Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð renna venjarar, hjálparfólk og spælarar inn á vøllin, meðan fleiri av troyttu spælarunum lótu gleðistár renna niður eftir kjálkunum. Tað kann gott vera, at inn­ sats­urin ikki altíð hevur verið hundrað prosent og at fyri­reikingarnar onkuntíð kundu havt verið betri, men tað ber undir ongum um­ støðum til at siga, at før­ oysku ikki vilja tað. Tað er sjálv­samt at síggja spælarar gráta av gleði á vøllinum, uttan so at tað talan er um spæl­arar, sum liva fyri sín­um liðið, ella hava vunnið onkur av teimum størstu steyp­ unum í heiminum. Ongin kundi havt gjørt meiri handan dystin og tað er tað, sum ger at vit fáa viðurkenning frá eld­hug­að­ um fótbólts­fjepparum kring heimin. Griksku gud­arnir bukk­aðu fyri okkum. Rólig og væl skipað fyrireiking Ein fjórðingsøld í altjóða fót­ bólti hevur givið Fót­bólts­ sambandinum øll tey amboð, sum skulu til fyri at fyri­ reika eitt landslið til stóru uppgávurnar. Tann parturin hevur sjáldan ligið eftir og tað sæst aftur á avrikinum. Landsliðið gisti væl og tað var stutt bæði til venjing og til dyst. Liðið vandi á Nea Smyrni leikvøllinum há lokala felagnum, Panionios, ið er eitt av smærri feløg­ unum í bestu deildini. Hóast áskoðara­plássini sóu nakað niðurslitin út, so var vøllurin góður. Veðrið var eisini av­ Olympus fall: a-landsliðið fótbóltur Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF