Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-17, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2014síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 17. november 2014 · Nr. 131 ítróttur Mynd: Polfoto Róaldur mundi staðið eftir í Athen Róaldur Jakobsen úr B36 mundi staðið eftir í Athen, tá føroyska landsliðið fór leiðina til Føroyar aftur. Hann hevði gloymt passið eftir á gistingarhúsinum. Tíbetur var landsliðið í so góðari tíð á flogvøllinum, at tað eydnaðist at fara aftur á gistingarhúsið eftir passinum, so Róaldur kom í øllum góðum við aftur til Føroyar. bera gott fyri føroysku spæl­ ararnar, tí hitin fór sjáldan uppum 20 stig. Liðið kom til Athen týs­ dagin á middegi og longu seinna­partin var venjing á skránni. Lars Olsen boðaði tíðliga frá, at spælararnir frá dystinum móti Ungan, fingu afturvæl. Bara eitt ivamál var, men tað vildi Lars Olsen ikki koma nærri inn á hvør ella á hvørjum plássi talan var um. Hóast flestu spælararnir kendu sítt pláss, so spældi teir við hjartanum uttan á til venjing. Serliga fyrsta venj­ ingin var á høgum stigi. Einasta venjingin, sum Lars Olsen ikki tóktist nøgd­ ur við, var tað seinasta á Karaiskakis leikvøllinum kvøldið fyri dystin. Uppspælið vildi ikki sita og menn tóktust eitt sindur ófokuseraðir. Tað skuldi tó vísa seg, at verða klassiska general royndi, sum gekk illa undan veruligu royndini. Stóra avbjóðingin var at fáa tíðina at ganga á dystar­ degnum. Tá dómarin bríksl­ aði fyri seinastu ferð var klokkan stutt fyri midnátt í Athen. Tí bleiv talan um ein langan dag fyri føroysku spæl­ararnar. Tá er vandi fyri at spenn­ingurin blívur ov nógvur í kroppinum. Eisini her hevur ein fjórðingsøld í altjóða fótbólti lært okkum nógv. Ongantíð sat tú við eini kenslu av, at okkara spæl­ ararnir ikki vóru væl fyri­ reikaðir til uppgávuna. Gleði og møði Aftaná dystin vóru spæl­ar­ arnir heilt uppi at koyra. Í mix-zone vóru teir fúsir at seta orð á avrikið og smílini vóru til at fáa eyga á. Ongin royndi at snúgva seg framvið tíð­indafólkunum. Á veg av leikvøllinum stóðu fólk uttanfyri og bíð­ aðu eftir bussinum við før­ oysku spælarunum. Tá buss­ urin kom forbí klappaðu tey. Á gistingarhúsinum hjá lands­liðnum var eisini góður stemmningur, tá spæl­ararnir komu fram. Tó merkt­ist tað væl, at tað var seint á kvøld­ ið, og teir báðir tímar­nir dyst­urin vardi hevði kost­að nógva orku. Hóast fleiri av spæl­ar­ unum helst høvdu sovið minni enn vanligt, tá ferð­in dagin eftir byrjaði til Før­ oya, so var lagið avbera gott. Bæði í flúgv­ar­inum til Keyp­ manna­havn og til Vágar fingu føroysku spæl­ararnir eina heilsan frá flog­skip­ar­ anum, sum greiddu ferða­ fólk­unum frá bradginum í Athen. Staðfesting av framgongd Føroyskur fótbóltur hevur verið í menning í 25 ár. Tó hevur hatta einstaka úrslitið manglað hjá A-landsliðnum. Vit hava fleiri ferðir verið nær við. Nú glapp tað endi­ liga og vónandi fær hetta fót­bóltsføroyar til at trúgva enn meiri upp á landsliðið. Stuðulin hevur verið mis­ javnur, men hetta má geva okkum mót at stuðla lands­ lið­num í framtíðini. Vit hava nú tvey heims­ kend úrslit í landsliðsfótbólti. Landskrona í september 1990, og í Athen í november mán­aði í 2014. Tað er ongin orsøk at seta úrslitini upp í móti hvørjum øðrum. Tey eru bæði líka stór og flott, men undir hvørsínum for­ treyt­um. Fótbóltslandsliðið hev­ur aftur sett Føroyar á heims­ kortið – til lukku við bragd­ inum. trondur@sosialurin.fo fótbóltur a-landsliðið Mynd: Polfoto Mynd: Polfoto