Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-17, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 17. november 2014 · Nr. 131 ítróttur rakar hann ikki reint. Tað bilar minni, tí bólturin endar hjá Jóan Símuni Edmunds­ son, ið fær fótin á. Endiliga bragdar og bólturin trillar í málið. Dysturin fær eina vend aftaná, tí okkara detta langt aftur á vøllin, men standa væl. Grikkar hava ein stóran møguleika, men royndin endar omanfyri málið. Heilt móti endanum raka teir yvir­ leggjaran, men tað tykist ikki so vandamikið. Okkara brúka orkuna rætt og rudda vekk, tá tað er neyð­ugt. Vit klára eisini at halda fast í bóltinum í av­ger­ andi løtum. Lars Olsen var ikki nøgdur við alt avrikið í seinna hálv­ leiki, men sannleikin er helst, at vit høvdu fult tamarhald á støðuni. trondur@sosialurin.fo 6 Gunnar Nielsen Fær eitt kollektivt 6- tal, hóast hetta ikki var hansara besti dystur. Hann hevði ikki so nógv at gera og var sannførandi í flestu førinum. Støðan, sum stendur eftir fyri tað negativa er, tá Gunnar onkursvega ikki fær fatur á einum flatum innleggi. Tíbetur var ongin klárur at skjóta bóltin í málið. 6 Jónas Tór Næs Stríddist fyri seg og stóð sterkur í myndini, hóast grikkar fyri tað mesta royndu seg gjøgnum bakkarnar. Samanspælið millum hann og Sølva Vatnhamar tykist sera gott og teir skilja hvønn annað. Serliga var tað álopið, tá Fróði rakar stongina, sum vístir hvussu væl teir spæla saman. 6 Atli Gregersen Ein sannur klettur í verjuni. Ruddaði vekk í fleiri førum, tá grikkar royndu at senda bóltin innfyri. Goggaði eftir griksku spælarunum, tá teir vóru ov naskir, tá Gunnar tveitti seg niður eftir innleggi. Fekk eitt heldur býtt og bíligt gult kort, men liðskiparin hjá Víkingi hevur sett seg tungt á plássið í miðverjuni á landsliðnum. 6 Sonni Ragnar Nattestad Spældi aftur ein branddyst. Samanspælið millum hann og Atla Gregersen hevur nú riggað til UG tveir dystir upp í slag. Miðvingurin er ótrúliga sterkur í luftspælinum og skjótur fyri ein føroyskan miðverja. Nú er at vóna at hann heldur fram at menna seg. 6 Viljormur Davidsen Spældi eisini framúr. Vann týdningarmiklar bóltar í verjustøðu og hevði orku at koma framvið. Tíverri var innleggið ikki gott, tá hann kom í besti støðuna. Sterkur og róligur á bóltinum, men smæddist ikki millum hinar í tvídystunum. 6 Fróði Benjaminsen Ja hvat skal man skriva. Fróði hevur ein ótrúligan týdning fyri landsliðið og hann eigur stóran lut í framgongdini í ár. Spældi ótrúliga væl og kundi havt skorar tvær ferðir, tá hann kemur framvið. Tað er ikki til at síggja, at hann er blivin 36 ár eftirhondini. Ein fyrimynd og ein rættur liðskipari. 6 Hallur Hansson Arbeiðir sum eitt ørt á miðvøllinum. Leggur nógvar kilometrar aftur um seg og tað merkist á miðvøllinum. Slapp sær skilagott av við bóltin og vísti eisini framúr tekniskan førleika, tá hann í besta Zidane-stíli gjørdi roulettina á miðvøllinum. Fekk eitt bíligt gult kort og tíverri leikbann til komandi dyst. 6 Brandur H. Olsen (Út 88.min) Hvat skal siga? 18 ára gamali skálvíkingur spælir sum ein dreymur á framrættaða miðvøllinum. Hann er ikki av størstu monnum, men hann fyllir nógv og smæðist ikki í tvídystunum. Er genialur á bóltinum og hevur yvirblikk fyri spælinum sum ongin annar. Átti næst seinasta fótin á føroyska málinum. Hevur vunnið sær fast pláss í landsliðnum. Tankin um at hann kann blíva betri er næstan ræðandi! 6 Sølvi Vatnhamar Spælir sum ein royndir landsliðsspælari, ið ikki hevur gjørt annað enn at bjóða stórum fótbóltstjóðum av. Var millum teirra, ið rann mest og skapti upp til fleiri stórar møguleikar. Setti grikskan spælara av í uppspælinum til málið. Fekk ein møguleika og hevur so sanniliga tikið av á landsliðnum. 6 Christian L. Holst (Út 76.min) Trívist væl á vinstra vonginum, har hann arbeiðir inn í vøllin við bóltinum. Er komin nakað upp í árini, men prógvaði fríggjakvøldið, at hann framvegis hevur nógv at bjóða liðnum. Sjónligasta løtan var, tá hann legði bóltin í høvdið á Fróða, men málverjin fekk akkurát vart fyri. 6 Jóan Símun Edmundsson (Út 86.min) Dagsins spælari Spældi væl fyri triðju ferð upp í slag. Skoraði føroyska málið, tá hann stóð á rætta stað. Kundi havt skorað beint fyri hálvleik, og vísti seg at verða nógv meiri vandamikil enn vit hava sæð fyrr á landsliðnum. Vísti eisini hvussu góðan bóltførleika hann hevur, tá hann einu ferðina rak framvið trimum grikkum. 6 Pól Jóhannus Justinussen (Inn 76.min) Kom inn á vinstra kantin og stríddist fyri seg. Var faktist nógv á bóltinum og royndi at halda upp á hann. Greiddi sína uppgávu til fulnar tað løtuna hann var inni. 6 Odmar Færø (Inn 86.min) Kom inn seinastu løtuna á verjukenda miðvøllin. Gjørdi tað hann skuldi og setti høvdi á, tá hann kundi. 6 Klæmint A. Olsen (Inn 88.min) Fekk bara nakrar minuttir í álopinum og gjørdi sum hann altíð ger fyri NSÍ – hann kempar. Alt ov stutt inni til at fáa spælarameting, men allir fáa eitt kollektivt 6-tal. 6 Lars Olsen Spældi kortini rætt til dystin. Hevur hildið fast í eini spæliskipan og flestu av spælarunum. Tað fekk hann løn fyri í Athen, tí liðið vær væl stillað til at útnytta veikleikarnar hjá grikkum. Hann hevur eisini arbeitt við álopsspælinum og tað sást aftur á teimum vælskipaðu álopunum, sum okkara høvdu. Samlað avrik 6 Samanumtikið varð talan um besta avrikið hjá føroyska landsliðnum nakrantíð. Avrikið í Landskrona var sermerkt á annan hátt, men her er talan um ein greiðan sigur á Grikkalandi á útivølli. Talan er helst um besta spælda landsdystin nakrantíð, tá vit hugsa um mótstøðuna. Eitt samlað 6-tal til føroyska landsliðið. Spælarametingar 1 Vánaligt avrik 2 Undir miðal avrik 3 Miðal avrik 4 Yvir miðal avrik 5 Gott avrik 6 Avbera gott avrik Tróndur Arge Kollektivt 6-tal Allir spælararnir og venjarin hava fingið eitt 6-tal í spælarametingini hesaferð. Tað er tað hægsta tú kann fáa, og tá Føroyar vinnur 1-0 á útivølli móti Grikkalandi, so er einki annað at gera enn at geva øllum bestu metingina. Tað hava allir uppiborið eftir bragdið í Athen. Tróndur Arge Tað var ikki bara í Sosial­ inum, at Jóan Símun er blivin valdur til dagsins spæl­ara. Hann fekk eisini ein sokallaðan MVP (Most Valuable Player), ið merkir týdningar­miklasti spælri á vøll­inum. Allir fjølmiðlarnir fingu eina atkvøðu. So griksku miðlarnir mettu eis­ini, at tofta­maðurin var fram­úr. Grikkaland - Føroyar 0-1 (0-0) Jóan Símun Edmundsson, 61 Bóltfordeiling: 62% - 38% Royndir: 17 - 9 Royndir á málið: 4 - 5 Hornaspark: 12 - 1 Rangstøður: 2 - 1 Avleveringar: 394 - 175 Rættar avleveringar: 359 - 131 Gjørd fríspørk: 11 - 17 Gul kort: 1 - 3 Jóan Símun dagsins spælari fótbóltur a-landsliðið Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF Mynd: Polfoto