mánadagur 17. november 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. november 2014 · Nr. 131
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Í átjandu royndini í felagi við føroyska landsliðnum eydnaðist tað hjá Lars Olsen og hansara monnum at
vinna, og tá tað endiliga eydnaðist, var talan um mest sannførandi føroyska fótbóltsavrikið nakrantíð
stílur yvir
føroyingunum
í Hellas
Jóannes Hansen
Fótbóltshugað kring allan
knøttin eru framvegis ov
farin. Tað var stórur skelkur,
tá ið tað fríggjakvøldið frætt
ist, at Føroyar høvdu vunnið
1-0 á útivølli ímóti Grikka
landi, sum fyri tíggju árum
síðani vann EM finaluna,
og sum er á átjanda plássi
á FIFA stiganum, meðan
Føroyar eru á 187. plássi!
Eingin ivi er um, at før
oyski 1-0 sigurin í Grikka
landi fríggjakvøldið var ein
sensatión. Spurningin, um
talan var um mest óvæntaða
úrslitið nakrantíð, ber til
at snara aftur og fram, og
millum onnur evni til tann
heiðurin er sjálvandi før
oyski 1-0 sigurin á Eysturríki
í Landskrona fyri 24 árum
síðani.
Tølini siga, at síðani FIFA
styrkislistin sá dagsins ljós
í november 1993, so hevur
einki
land
áður
vunnið
á so nógv hægri styrkis
mettum
mótstøðuliði,
sum tá ið Føroyar vunnu á
Grikkalandi.
Ein teirra, sum er innar
laga í hesum viðurskift
unum, er Jákup Emil Hansen,
sum áður hevur rættað út
rokningar hjá FIFA. Jákup
Emil Hansen veit at siga,
at Føroyar fara at gera eitt
odruligt skarvslop á styrkis
listanum, tá ið hann verður
kunngjørdur næstu ferð. Tá
hoppa Føroyar frá 187. og
fram á 103. plássið!
Lars er fyrndarglaður
Fríggjakvøldið hevði Lars
Olsen
fyri
átjandu
ferð
ábyrgdina av føroyska lið
num, síðani hann í 2012 varð
føroyskur landsliðsvenjari.
Undan
sigrinum
fríggja
kvøldið hevði hann bara
vunnið eitt stig. Tað var í 1-1
HM
undankappingardyst
inum á heimavølli ímóti
Kasakstan 11. oktober í fjør.
Onkra ferðina hevur verið
tætt við, og fleiri av tapunum
hava
verið
rættiliga
forargilig. Eitt nú 2-0 tapið í
vinardystinum í Teilandi 21.
februar í 2013 og 2-1 tapið í
undankappingardystinum
í Kasakstan 6. september í
fjør.
Einki er at siga til, at
Lars Olsen var bæði fattur
og fegin eftir síðsta bríksl
í Pireos. Hann hevur verið
nógv kritiseraður. Aftur og
aftur hevur verið víst á, at
føroyska liðið er tannleyst,
og at spurningurin bara
hevur verið, hvussu stór
tapini fóru at verða, og
so
hevur
verið
ivast
í
danska
venjaraskúlanum,
meðan longst hevur verið
eftir íslendska og bretska
skúlanum.
– Eg havi so mangan
staðið og sagt, at vit høvdu
betri uppiborið enn at tapa,
tí spælið var til at vinna
stig. Í kvøld vunnu vit, og eg
haldi, at vit høvdu uppiborið
at vinna, hóast grikkarnir
høvdu
bóltin
meiri.
Vit
hava arbeitt nógv og mið
víst, og hesa ferð sóu vit
úrslitið. Spælararnir eiga
alt rós uppiborið, og sjálv
andi fer hetta avrikið og
úrslitið kring allan heimin,
var fyrsta viðmerkingin hjá
venjaranum.
Hvussu metir tú hetta í
tínum fótbóltslívi?
– Tá flokki eg tað upp í
lívið sum spælari og sum
venjari. Eingin ivi er í, at í
mínum lívi sum venjari er
hetta tað størsta, sum eg
havi verið við til, og hetta
er meiri óvæntað úrslit, enn
tað var, tá ið vit í Danmark
vunnu EM í 1992, staðfestir
Lars Olsen, sum ikki hevur
orð fyri, hvussu fegin hann
er um hugburðin og spælið
hjá hansara monnum.
– Vit hava arbeitt miðvíst
við at betra um tingini. Sein
astu ferðirnar hevur tað
verið eyðsýnt, at tað hevur
gingið rætta vegin, og eftir
avrikið ímóti Grikkalandi
kunnu vit staðfesta, at nú
eiga vit eitt gott fótbóltslið,
sigur Lars Olsen.
Jóannes heldur
tað er gloppið
Saman við Lars Olsen hevur
Jóannes
Jakobsen
hesar
seinastu
vikurnar
fleiri
kvøld hvørja viku hirsað
við spælarunum heima á
landi, sum annars eru farnir
í vetrarfrí frá landskapping
ini.
Jóannes Jakobsen var
heilt rørdur, tá ið hann eftir
dystin hitti Trónd Arge úr
Miðlahúsinum,
sum
var
einasta føroyska fjølmiðla
umboðið, sum var eygnavitni
á staðnum til sensatiónina:
–
Hetta
kemur
ikki
burturúr ongum. Vit hava
lagt ætlanir, og vit hava ar
beitt miðvíst. Málið er, at
tað skal eydnast hvørja ferð
at spæla mest sum ájavnt
mótstøðuliðunum,
uttan
mun til hvørji tey eru. Vit
arbeiða fyri at vinna stig í
øllum dystunum, og um tað
ikki eydnast, so skulu tapini
verða
tepur.
Ábendingar
vóru bæði ímóti Norður
írlandi og Ungarn, tá ið vit
vóru betra liðið, um, at tað
gekk rætta vegin, og nú
vunnu vit uppibornan sigur,
staðfestir Jóannes Jakobsen.
Christian ætlar
í endaspælið
Tá ið landsliðið leygarkvøldið
var aftur í Vágum, fagnaði
FSF formaðurin Christian
Andreassen
spælarunum
saman
við
so
mongum
øðrum:
– Hetta er úrslit av mið
vísum og nógvum arbeiði.
Nú eiga vit at seta okkum
sum mál, at okkara landslið
skal megna at spæla seg í EM
endaspælið, sum verður á
sumri í 2020, var boðskapurin
hjá FSF formanninum, og
hann legði aftrat:
– 1-0 sigurin ímóti Grikka
landi, sum var EM vinnari
fyri tíggju árum síðani, og
sum framvegis er nummar
átjan í heiminum, er áminn
ing um, at einki er ómøguligt,
og tí er tað heldur ikki
ómøguligt, at Føroyar kunnu
røkka EM endaspælinum.
Geva venjaranum
herðaklapp
Føroysku spælararnir vóru
ógvuliga fegnir, tá ið tað
var greitt, at teir høvdu
vunnið
fyri
fyrstu
ferð,
síðani Lars Olsen í 2012 tók
við venjarastarvinum. At
tað eftir seytjan dystir – ein
javnleik og sekstan tap og
málmunin 8-43 – eydnaðist
at vinna í átjandu royndini,
duldu spælararnir ikki fyri
kendist sum stórur lætti.
Gunnar
Nielsen,
sum
fríggjakvøldið
vardi
málið fyri Føroyar fyri 25.
ferð, hevur mangan havt
meiri at gera á landsliðnum,
enn hann hevði hesa ferð.
Mest
sum
hvørja
ferð
hevur hann aftur og aftur
verið noyddur at bjarga
meistarliga. Hóast grikkar
høvdu bóltin nógv, so var
tað ongantíð neyðugt hjá
Gunnari at spíla seg út, sum
hann so ofta hevur gjørt:
Málverjin
hevði
sum eisini fleiri av hinum
spælarunum hug at tára,
meðan teir royndu at sodna
veruleikanum, at Føroyar
høvdu vunnið 1-0 á útivølli
ímóti Grikkalandi:
-Vit eru sjálvandi
sera fegnir, og vit dylja ikki,
at vit ikki minst unna venjara
okkara hetta úrslitið. Tað er
eingin loyna, at Lars Olsen
hevur verið undir stórum
trýsti. Hann hevur arbeitt
miðvíst, og í kvøld heystaðu
vit
úrtøku
burturúr
tí
arbeiðnum, var staðfestingin
hjá málverjanum stutt eftir,
at dómarin hevði bríkslað
fyri síðstu ferð, og tað á
úrslitatalvuni stóð 0-1.
Hvussu kendi tú tað
síðstu løtuna. Dómarin legði
jú fýra minuttir aftrat van
ligu leiktíðini?
– Tað var sjálvandi neyð
a-landsliðið fótbóltur
Mynd: Polfoto