týsdagur 18. november 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. november 2014 · Nr. 132
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ØVUGT GONGD
Landsverk ger
seg inn á privat
Landsverk og samgongan gera
akkurát øvugt av tí, tey prædika
Áki Bertholdsen
– Klára tey á Landsverk
hetta, er tað eitt bragd.
Tað staðfestir Rasmus
Rasmussen hjá flutnings
fyritøkuni,
IR
Lastbilum,
sum hevur ein stóran flota
av lastbilum, kranabilum og
øðrum bilum.
Ein partur av teirra virk
semi hevur verið at flyta smá
asfaltamboð við og í hesum
sambandi hava IR Lastbilar
havt sáttmála við Landsverk
um at flyta maskinur og am
boð fyri stovnin.
Men
nú
hevur
hann
fingið at vita, at Landsverk
hevur keypt sín egna bil til
endamálið, tí tað skal vera
bíligari og effektivari, sigur
hann.
Í krónum og oyrum her
hetta ikki eitt so øgiliga
stórt mál, men Rasmus Ras
mussen heldur, at tað tykist
at vera øvugt, at ein almenn
ur stovnur sum Landsverk
nú tekur arbeiði frá privatum
vinnurekandi.
Tað er tí hann rópar var
skó nú.
Hann er sannførdur um,
at Landsverk klárar ikki at
forrenta ein slíkan bil, tí so
nógv koyring er heldur ikki.
– Klára teir tað, skriva
teir søgu, sigur Rasmus Ras
mussen.
Verri enn so
Hann sigur, at tað er dýrt at
hava ein slíkan bil og tann
koyringin, Landsverk hevur,
er ikki stórt meiri enn fyri
fastar útreiðslur til sjálvan
bilin og so kemur førarin
afturat.
Rasmus Rasmussen sigur,
at bilurin hjá teimum koyrir
ikki meiri enn einar 100.000
krónur um árið fyri Lands
verk.
– Vit klára verri enn so at
forrenta okkara bil við bara
at koyra fyri Landsverk, sig
ur hann.
Tilsamans koyrir hesin
bilurin hjá IR Lastbilum
fyri eina millión um árið og
Rasmus Rasmussen sigur, at
tað er eingin møguleiki fyri,
at Landsverk kann forrenta
bilin, sum bara koyrir fyri
einar 100.000 krónur um
árið.
Bilurin kann ikki brúkast
til onnur endamál og tí stúrir
Rasmus Rasmussen fyri, at
Landsverk fer eisini at brúka
bilin at koyra vit privatar
fyritøkur og sostatt taka
grundarlagið undan privatu
vinnuni.
– Hetta er beint øvugt
av tí, sum hevur verið tann
politiski boðskapurin sein
astu árini um, at alment virk
semi skal útveitast til privat
at røkja við tí endamálið at
fáa kapping í, og soleiðis at
fáa tað bíligari.
– Serliga hevur verið
tosað um, at Landsverk
skuldi útveita tað, sum kundi
útveitast,
sigur
Rasmus
Rasmussen.
Men hann vísir á, at er
hendan avgerðin hjá Lands
verki um at keypa sín egna
maskinbil, byrjanin til eina
innveiting frá tí privata til
tað almenna, máar tað støðið
undan privatu vinnuni.
Rasmus
Rasmussen
sigur, at tey hava flutt eini
98 prosent av tí, Landsverk
hevur at flyta.
– Hevði støðan verið tann,
at tænastan verður boðin út,
og vit taptu útboðið, høvdu
vit góðtikið tað.
– Tíðarrákið er, at tað al
menna útveitir virksemi fyri
at fáa kapping í og gera tað
bíligari. Fer Landsverk nú
at innveita virksemi aftur,
er tað eitt afturstig, heldur
Rasmus Rasmussen.
aki@sosialurin.fo
Innveiting
Fer Landsverk nú at innveita virksemi aftur, ístaðin fyri at útveita, er tað eitt afturstig, sigur Rasmus Rasmussen
Privatar fyritøkur meiri arbeiði frá Landsverki
Áki Bertholdsen
Landsverk keypir bil fyri
at kunna bjóða meiri út til
privatar fyritøkur at gera.
– Vit eru ikki í ferð við at
taka frá tí privata.
Tað staðfstir Ewald Kjøl
bro, stjóri á Landsverki.
Sum tað sæst í hinari
greinini
á
síðuni,
vísir
Rasmus Rasmussen hjá IR
Lastbilum, á, at landsverk
nú hevur útvegað sær ein
bil at koyra maskinur við og
tað er eitt virksemi, IR Last
bilar hava røkt fyri Lands
verk.
Tí stúrir hann fyri at
hetta er byrjanin til eina
gongd, har Landsverk fer at
taka frá tí privata og leggja
innundir seg.
Verður bíligari
Men Ewald Kjølbro vissar
um, at tað er als ikki
støðan.
– Vit hava keypt ein bil at
koyra maskinur við. Talan
er um ein lítlan lastbil til
at flyta smáamboð við.
Talan er um ein bil sum
kostar 400.000 krónur og
endamálið við honum er at
hava hann til taks at flyta
maskinur
ímillum
smá
arbeiði á útoyggj og smá
plássum, har tað er effek
tivari at hava ein bil til taks
alla tíðina fyri at gera tað
effektivari.
– Og vit kundu aldrin
funnið upp á at koyrt fyri
privat.
– Vit brúka nógvan pen
ing upp á at gera smærri ar
beiði, men fáa vit ikki gjørt
tað rationelt, verður tað
dýrari.
Endamálið við hesum
bilinum er at hava hann til
taks fyri at effektivisera tey
smærri arbeiðini.
Ewald Kjølbro sigur, at
hetta fer at føra sparingar
við sær – og sostatt verður
enn størri játtan til onnur
arbeiði. Tað liggur ikki meiri
í tí enn hetta, leggur hann
afturat.
Úrslitið av at vit fáa
hendan bilin, er, at smærri
arbeiði verða bíligari. Og
verða tey bíligari, er meiri
peningur at brúka til onnur
arbeiði.
– Sostatt verður úrslitið
av hesum, at enn meiri ar
beiði fer at vera boðið út til
privat at røkja og enn meiri
lastbilakoyring fer at verða
boðin út.
Bjóða meiri út
Stjórin á Landsverki sigur,
at hetta er als ikki byrjan
in upp á eina gongd, har
Landsverk aftur fer at inn
veita tænastur.
– Tvørtur ímóti verður
úrslitið at enn meiri fer at
vera útveitt, eisini koyring
við lastbilum, sigur Ewald
Kjølbro.
– Vit hava eina ávísa
játtan at arbeiða fyri og
endamálið er at gera so
nógv arbeiði fyri játtanina
sum tilber. Og kunnu vit
gera smærri arbeiðini bílig
ari, ber til at seta fleiri ar
beiði ígongd, eisini størri
arbeiði, og tað er hetta sum
er endamálið, leggur hann
afturat.
– Vit hava bjóða lastbila
koyring út og tað halda vit
fram við. Og næsta ár verð
ur enn meiri bjóðað út, so
leiðis sum tað sær út nú,
sigur hann.
Men hvussu nógv, talan
verður um, dugir hann ikki
at siga enn.
aki@sosialurin.fo
Endamálið verður at
effektivisera, so at vit
kunnu bjóða enn meiri út til
privat, sigur Ewald Kjølbro