týsdagur 18. november 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. november 2014 · Nr. 132
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Vilmund Jacobsen
– Hetta fer at tryggja lungna
sjúklingum eitt longri og betri lív,
samstundis sum útreiðslurnar fyri
samfelagið upp á lutfalsliga stutta
tíð fara at minka.
Soleiðis ljóðar fyrsta viðmerk
ingin frá stýrisformanninum í Dan
marks Lungeforening, Johannes
Flensted-Jensen.
Nú danska stjórnin hevur sam
ráðst seg undir land við fíggjarlógini
fyri 2015, er greitt, at heilsuøkið fær
eina størri miljardaupphædd aftrat
tey næstu fýra árini.
Skjótari í viðgerð
Heilsuøkið
fær
eitt
markant
fíggjarligt ”lyft” og danski heilsu
málaráðharrin, Nick Hækkerup,
er rættiliga væl nøgdur við, at
fíggjarlógin nú fer at tryggja eitt
sterkt alment heilsuverk.
– Við hesi avtalu kunnu vit
realisera ætlanina fyri danska
heilsuverkið í fleiri ár. Vit seta 6,5
miljardir krónur av fyri eitt nú at
tryggja, at krabbameinssjúklingar
og sjúklingar við sukursjúku, KOL
og øðrum kroniskum sjúkum kunnu
fáa eina góða og effektiva viðgerð,
sigur heilsumálaráðharrin.
Í tíðindaskivi sigur Nick Hække
rup, at 1,5 miljardir krónur eisini eru
settar av til at styrka viðgerðina av
sjúklingum við sukursjúku, KOL og
øðrum kroniskum sjúkum.
– Hesi fólk koma ofta ov seint í
viðgerð, og tað viknar um heilsuna
og kann eisini merkja, at tey doyggja
fyrr, enn tey annars høvdu, um tey
vóru komin í viðgerð fyrr. Tí skulu
læknarnir eitt nú við málrættaðum
heilsueftirliti gerast enn betri at
finna fram til kroniskar sjúku, so
leiðis at fólk fáa røttu viðgerðina
skjótari og soleiðis kunnu liva
longri.
Góð tíðindi
Danmarks
Lungeforening
hev
ur leingi arbeitt við at sjónliggera
stóra vinningin fyri sjúklingar
og samfelag við at seta lungna
sjúklingar skjótari í viðgerð. Mál
rættaðar kanningar hjá prakti
serandi læknum høvdu gjørt, at
nógv fleiri borgarar, sum eru í ferð
við at fáa KOL ella astma, vórðu
funnin fyrr í tilgongdini. Jú, fyrr
viðgerð, venjing og rehabiliteringin
byrjar, jú betri eru útlitini.
Stýrisformaðurin í Danmarks
Lungeforening, Johannes Flensted-
Jensen, sigur, at nýggja fíggjarlógin
fyri 2015 júst er komin eftir tí, sum
lungnafelagið leingi hevur arbeitt
fyri.
– Eitt annað økið, sum vit eisini
hava arbeitt fyri, eru tey mongu
børnini, sum hava astma.
Formaðurin heldur, at góðu
útlitini til neyvari kanningar og
skjótari viðgerð av nevndu kron
isku sjúkum gera, at hetta eru góð
tíðindi fyri lungnasjúklingar.
Kelda: Danmarks Lungeforening.
Danir fara nú av álvara undir eitt átak á lungnøkinum og móti kroniskum sjúkum annars, og stýrisformaðurin í
Danmarks Lungeforening sigur, at danska fíggjarlógin fyri 2015 ber góð tíðindi fyri danskar lungnasjúklingar
HJARTASTARTARI
Á heilsusíðuni seinasta mikudag høvdu vit grein um týdningin av fyrstuhjálp og hjartastartara. Í greinini, sum hevði heimasíðuna
www.sundhed.dk sum keldu, varð víst á, at í Danmark kanst tú ringja 112 og fáa upplýsingar um, hvar nærmasti hjartastartari er.
Jan Danielsen, stjóri á Heilsutrygd, sigur, at soleiðis er ikki í Føroyum.
– Eg gjørdi eina roynd at ringja á 112, men her høvdu tey einki neyvt yvirlit yvir, hvar nærmastu hjartastartarar eru, sigur hann.
Tann kunning, sum er at finna um hjartastartarar í Føroyum, liggur á heimasíðuni www.hjartastartari.fo
Danir átak móti KOL-lungum
– Málrættaðar kanningar høvdu gjørt, at nógv fleiri borgarar, sum eru í ferð við at fáa KOL ella astma, vórðu funnin fyrr í tilgongdini, sigur Danmarks Lungeforening
– At fólk koma seint í viðgerð,
kann merkja, at tey doyggja
fyrr, enn tey annars høvdu
gjørt, sigur stýrisformaðurin
í Danmarks Lungeforening,
Johannes Flensted-Jensen