Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 19. november 2014 · Nr. 132 meldurin Pætur Albinus Edmundsson. Tað var navnið, ið milliónatals fólk kundu lesa, tá ið tey fríggjakvøldið í síðstu viku fóru at kanna sær nærri, hvussu tann púra óvæntaði sigurin hjá Føroyum ímóti Grikkalandi var íkomin. Jú, rætt var. Við einsamalla málinum í 61. minutti hevði Jóan Símun Edmunds­son syrgt fyri, at allur fót­bóltsheimurin øtað­ist við tað stóra bragd, sum pinku­tjóðin Føroyar við 1-0-sigri hevði framt á úti­vølli ímóti fyrrverandi evropa­meistarunum úr Grikka­landi. Fótbóltsfamilja Tað var longu tá ið Jóan Símun var fimm ára gamal, at hann við bólti í hond fór til sína fyrstu fót­bólts­venj­ ing við B68. Leið hansara til fót­bóltsvøllin mundi ikki koma frá fremmandum, tí pápi hans­ara er nevni­liga Edmund Jacobsen, ið er ein av teim­um drúgvastu á B68-liðnum við fleiri enn 20 kapp­ingarárum á baki. Edmund var sam­an við Aksel Højgaard fyrsti venjari hjá Jóan Símuni. – Pápi mín hevur havt stóra ávirkan á, at eg havi brúkt so nógva tíð upp á fót­ bólt. Hann tók meg ofta við til venjing í B68, har hann spældi við besta liðnum. Hann plagdi at sparka við mær bæði áðrenn og aftaná venj­ing, sigur Jóan Símun, sum í ungdómsdeildini var eyð­sýnt talent. – Mínar styrkir sum yngri vóru kanska serliga kvik­leikin og bóltførleikin. Eg hevði eisini ein øgiligan vinnara­vilja og toldi als ikki at tapa, greiðir hann frá. Fótbólturin fyllir nógv í fam­iljuni. Báðir beiggj­ ar hans­ara, Hákun (18) og Andrias (13), spæla fót­bólt. Teir báðir ganga í fóta­spor­ um elsta bróðursins, tí teir byrj­aðu somuleiðis at spæla fót­bólt í heilt ungum aldri og hava havt pápan sum venj­ara. Hákun spælir á besta lið­ num, meðan Andrias spælir við U14. Til Onglands Jóan Símun fekk sín fyrsta dyst í Effodeildini longu sum 16 ára gamal. Hetta árið legði hann fýra mál eftir seg, og árið eftir skeyt hann seks mál afturat. Málskjótingin í somikið ungum aldri fór ikki ósædd framvið, og umvegis leik­ara­umboðsmannin, Jákup í Stórustovu, slapp Jóan Símun at royndarvenja við New­castle í Onglandi. Royndar­venjingin helt á í tríggjar vikur, og tá ið av­ torn­aði hevði Jóan Símun av­rikað somikið væl, at New­castle vildi hava hann at verða verandi. Og tað bleiv hann. – Tíðin í Newcastle var ótrúliga gevandi fyri meg. Tað fyrsta árið var fan­tast­ iskt. Eg spældi fast við eyka­ lið­num, somuleiðis sum eg fekk møguleikan at venja við besta liðnum við jøvnum millum­bilum. Eg spældi ein venjingar­dyst við besta lið­ num, og var eisini við í ein­ um hópi til ein League Cup- dyst – tó uttan at sleppa á dómara­seðilin, greiðir Jóan Símun frá. Hann var í felagnum frá 2010 til 2012, men eitt skiftið í 2011 var hann útleigaður til Gateshead. Hóast nógvar góðar løtur og gjøgnumbrot á lands­liðnum, so fekk tíðin í norður­onglandi ein enda. – M.a. eitt venjaraskifti gjørdi sítt til, at seinasta tíð­ in ikki bleiv soleiðis sum eg hevði vónað. Men tað eru nøk­ur ting, sum eg haldi eg hevði kunnað gjørt øðrvísi, tá ið eg hyggi aftur á ta tíðina. Eg var ikki nóg búgvin til at takkla mótgongd, og tískil fór eg úr Newcastle nakrar mán­aðir áðrenn sáttmálin gekk út, sigur Jóan Símun og leggur afturat: – Um eg hevði kunnað gjørt alt umaftur, so hevði eg nokk fullført sáttmálan har. Um vit ikki høvdu kenslu av at vit kundu vinna, so høvdu vit ikki møtt upp til dystin ...Framhald á síðu 18 1-0 málið móti Grikkalandi. – Eg var bangin fyri, at eg var rangstaddur, og av tí sama bleiv feiðringin heldur kiksað, nærmast orsakar Jóan Símun seg Myndir: Polfoto