Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. november 2014 · Nr. 132 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Misti hugin Jóan Símun skifti Newcastle út við Viking Stavanger í norsku tippeliguni, men her hevði landsliðsframherjin ógvu­liga trupult við at fáa fótin fyri seg. – Eg upplivdi nógva mót­ gongd. Eg kom hagar fyrst í februar, og tá vóru teir mitt í upp­startinum. Eg hevði spælt fótbólt í gott tvey ár utt­an nakran steðg, tí tá ið eg átti at hava feriu við New­ castle í juni, var eg við lands­ lið­num. Ein longd feria var ikki í mínum tonkum. Tað gekk væl í byrjanini, men so við og við føldi eg meg bara verri og verri. Tað var sum um kroppurin ikki orkaði meira. Venjingarnar kendust øgiliga harðar og drúgvar. Tað, saman við at eg varð sett­ur av liðnum, gjørdi, at eg fór niður við høvdinum, sigur Jóan Símun. Eftir at hava verið út­leig­ aður til FC Fredericia í Dan­ mark í eitt styttri tíðarskeið, vendi Jóan Símun aftur til Viking Stavanger fyrst í 2013. Aftur hesaferð miseydnaðist tað fullkomiliga og fekk álvar­sligar avleiðingar. – Tað gekk væl í upp­start­ inum, men onkursvegna vildi venjarin ikki geva mær møgu­leikan óansæð hvussu gott eg gjørdi tað. Tað førdi við sær, at eg fór fullkomiliga niður við høvdinum, misti hugin til fótbólt og kanska var eitt sindur deprimeraður, sigur hann. Heimaftur Nú er Jóan Símun Edmunds­ son so aftur at finna í før­ oyskum fótbólti. Fyrst var tað í AB, men nú í HB. Hann sigur, at vantandi hugurin var ein av høvuðsorsøkunum til at hann valdi at venda heim­aftur. – Tað var í høvuðsheitum tí eg valdi at flyta heimaftur til Føroya. Fyri at koma heim til tað trygga, vera saman við familjuni og vónandi fáa spæligleðina aftur, sigur Jóan Símun, sum eisini er farin undir lesnað her heima. – Eg gangi annað árið á HH, so tað ætli eg mær sum út­gangs­støði at fullføra. Tó eri eg opin fyri at royna út­ landið aftur, um møgu­leikin er til tess. Men eg fari ikki bara fyri at fara. Tað skal følast rætt. Motivatiónin hev­ur ognantíð verið størri. Eg haldi sjálvur, at eg havi støði til at spæla í bestu deild­unum í Skandinavia tá ið eg eri upp á tað besta, sigur Jóan Símun. Undrið í Athen Fríggjakvøldið í síðstu viku var eitt av avgjørdu hæddar­ punktunum hjá Jóan Símuni – ja, í grundini hjá flest øll­um fót­bóltsáhugaðum føroy­ ingum – nevniliga tá ið Føroyar púra óvæntað vann 1-0 á útivølli ímóti Grikka­ landi, har Jóan Símun gjørd­ ist einsa­mallur málskjútti og har­við sigursharri. Hann hevði undan dyst­ inum kenslu av, at Føroyar kundi fremja eitt bragd. – Um vit ikki høvdu kenslu av at vit kundu vinna, so høvdu vit ikki møtt upp til dystin. Sjálvt um landsliðið hevur verið fyri rímiliga nógv­um atfinningum, so hava vit allatíð trúð upp á okk­um sjálvar. Serliga tí at vit føla, at vit hava verið í støð­ugari menning hóast úrs­litini ikki hava verið eftir vild, sigur Jóan Símun. Beint undan hálv­leiks­ steðg­inum var Jóan Símun eina hepna grikska andlits- mál­mansbjarging frá at leggja Føroyar á odda. – Ætlanin var at lyfta bólt­ in upp um málverjan, men eg fekk tíverri ikki nokk av luft undir bóltin. Møguliga darv­aði tað nakað, at eg fekk eitt skump í ryggin júst sum eg skuldi skjóta. Um eg fekk møgu­leikan umaftur, so hevði eg nokk gjørt akkurát tað sama, sigur sjálvtryggi áleyp­arin, sum gott korter inn í seinna hálvleik gjørdi tað nærm­ast ómøguliga og spark­aði Føroyra á odda. – Í málinum var ikki nógv tíð at hugsa seg um. Tað snúði seg bara um at royna at fáa bóltin í kassan. Eg var bangin fyri, at eg var rang­ staddur, og av tí sama bleiv feiðr­ingin heldur kiksað, nærm­ast orsakar Jóan Símun seg. Ófatiligt Tað gav afturljóð kring allan heimin, at Føroyar høvdu vunnið í Grikkalandi, og eis­ ini Jóan Símun hevur merkt hvussu alt hevur reist seg eftir dystin. – Reaktiónirnar hava ver­ ið øgiligar. Nógv meiri enn tað, sum eg hevði vænt­að. Kanska tí at eg nokk fram­ vegis ikki havi fatað hvussu stórt hetta í veruleikanum er fyri føroyskan fótbólt, sigur Jóan Símun, sum eisini per­ són­liga hevur fingið fleiri lukku­ynski. – Fleiri fyrrverandi lið­ felagar hava ynskt mær til­ lukku. M.a. Shane Ferguson, ið spælir við Norðurírlandi, var sera glaður fyri at vit tóku øll stigini frá grikkum. Vit spældu á sama liði í Newcastle. Henri Anier, sum eg deildi íbúð saman við í Stavanger, ynskti mær eisini til­lukku. Hann spælir nú í 2. Bundesligu eftir at hava verið liðfelagi hjá Gunnari Nielsen í Motherwell, sigur Jóan Símun. Framtíðin Áhugin fyri Jóan Símuni er neyvan minkaður eftir sigurs­gevandi málið í Athen fríggja­kvøldið. Seinasta hálva árið hevur hann spælt við HB, men hann sigur, at hann enn onga avgerð hevur tikið um hvar hann fer at spæla komandi kappingarár. – Eg vil øgiliga gjarna sleppa at spæla uttanlands aftur, men tað verður ikki fyri ein og hvønn prís. Út­ búgv­ing og onnur ting byrja eisini at fylla meiri og meiri hjá mær, sigur Jóan Símun Edmunds­son at enda. albinus@sosialurin.fo – Tíðin í Newcastle var ótrúliga gevandi fyri meg. Tað fyrsta árið var fantastiskt, sigur Jóan Símun Edmundsson Jóan Símun verður fagnaður av hinum landsliðsleikarunum eftir sigursmálið Mótgongd í norska Viking Stavanger Eg vil øgiliga gjarna sleppa at spæla uttan­ lands aftur, men tað verður ikki fyri ein og hvønn prís Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Polfoto