Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. november 2014 · Nr. 132 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Lars Olsen, landsliðsvenjari: Tróndur Arge – Athen – Vit gjørdu fleiri feilir og vóru hepnir í einstøkum før­um, sigur Lars Olsen tíðliga í samrøðuni. Meðan heim­urin hevur ilt við skilja hvussu eitt føroyskt landslið kundi spæla Grikkaland av vøllinum í Pireus, so hevur Lars Olsen eina aðra grein­ ing av dystinum. Hann er lands­liðs­venjari og kann ikki liva upp á eitt úrslit í gjár. Dagurin í morgin týdningar­ miklari. Uppiborið hóast feilir Landsliðsvenjari tykist hava samlað sær tankarnar undan samrøðuni. Hann er hvassur í greiningini av dystinum. Hann er ómetaliga fegin um sigurin og rósar spælarunum fyri avrikið, men í fótbólti gong­ur skjótt. – Eg havi tað framvegis so­leiðis, at sigurin var uppi­ borðin. Aftaná eg hevði feiðr­ að sigurin eina løtu saman við spælarunum, so fór eg upp á kamarið og hugs­aði um dystin. Eg kom fram til, at vit blíva trýstir nak­að langt aftur á vøllin aftaná vit skoraðu. Tað kemst kanska av at vit eru í óvan­ ligu støðuni, at okkurt stórt er á veg. Tá hava vit brúk fyri at verða hepnir og tað eru vit í teimum av­ger­andi støð­unum, sigur lands­liðs­ venjarin og leggur afturat; – Tað er ein trupulleiki, men vit hava havt fram­ gongd í tey trý árini eg havi verið her. Tó hava vit fram­ vegis løtur í dystunum, har tú situr við eini kenslu av at ein villa kann kosta okkum dýrt. Vit gera nakrar villir, men blíva ikki revsaðir. Tað hepni skulu vit hava. Nú mugu vit hugsa fram í tíðina og blíva betri. Tað hava vit møgu­leikar fyri við hesum hóp­inum, sigur Lars Olsen, sum tykist sum ein maður, ið er til reiðar at fara beint til arbeiðis aftur. Málsøkjandi fótbóltsspæl Tølini hjá UEFA vísa at okk­ara høvdu fleiri skot á mál enn grikkar. Vit hava ann­ars havt torført við at koma fram til málið hjá mót­ støðuliðnum í hesi undan­ kapp­ingini. Álops­spælið hev­ur ikki eydnast til fulnar, men í Pireus riggaði. Lars Olsen heldur at vit spældu betri móti Ungarn enn vit gjørdu móti grikkum, men vísir samstundis á, at vit kundu havt skotið fleiri mál móti Grikkalandi. – Eg veit ikki nágreiniligt hvat var øðrvísi hesaferð, men við eini støðugari menn­ing hava vit flutt okk­ um longur fram á vøllin. So hvørt vit blíva betri við bólt­inum, so koma vit eisini longur fram á vøllin og fáa skapt fleiri møguleikar, sigur fyrr­verandi danski lands­liðs­ liðskiparin, sum alltíð hevur lagt dent á, at vit skulu duga betri við bóltinum. – Tað koma fleiri dyst­ir, har vit mugu skapa møgu­ leikarnar upp á kontraálop. Vit hava nú fingið eina trúgv upp á, at vit kunnu skapa fleiri møguleikar í einum dysti, sigur Lars Olsen. Tað størsta Lars Olsen heldur fast við, at hetta úrslitið er tað størsta í síni tíð sum venjari hjá lands­liðnum. – Eg haldi framvegis hetta er tað størsta. Hetta er tað størsta, tí Føroyar sum ein lítil tjóð hevur vunn­ið eini stórari tjóð sum Grikka­ land, ið vann EM fyri tíggju árum síðani, sigur lands­liðs­ venjarin, ið hevur verið venj­ ari hjá Randers og OB í bestu deildini í donsku super­liguni. Sigurin hevur eisini vakt ans í Danmark, har Lars Olsen er eitt kent andlit. Hann hevur fingið lukku ynsk­ir í hópatali. So nógv, at hann ikki hevur megnað at svara øllum. Eisini danskir miðl­ar hava víst sigrinum í Athen stóran áhuga. Millum annað BT hevði eina heila síðu um »Sensationen i Athen«. – Eg havi fingið fleiri sms, har fólk hava ynskt mær til lukku, men eg eri ikki kom­in so langt sum at svara teim­ um. Hetta er eitt stórt úrslit. Ikki bara í Føroyum og í Dan­ mark, men kring allan fót­ bólts­heimin. Tað var eitt fan­ tast­iskt kvøld fyri før­oyskan fótbólt, sigur Lars Olsen. Í fótbólti verður mangan sagt, at tú mást njóta góðu løtur­nar, tí tað er tráðanin eftir at slíkum løtum, ið gev­ ur motivatiónina til halda fram at stríðast. – Sigurin skal feirast. Spæl­ararnir skulu eisini feira sigurin, tá teir koma til Før­oya, sigur Lars, men er skjótur at leggja afturat. – Í komandi viku, so skulu vit byrja at hyggja fram til kom­andi dyst, sigur lands­ liðs­venjarin. Kennir seg ikki hóttan av kritikkinum Lars Olsen hevur til tíðir verið fyri nógvum kritikki. Broyt­ingin frá írska Brian Kerr, sum við sínu bretska stíli geilaði menn upp til dyst, til ein róligan Lars Olsen fall ikki í góða jørð hjá øllum. Hóast fjølmiðlarnir og fólk í fótbóltsheiminum hava funnist at bæði spæli­ stíl­inum og útstrálingini hjá lands­liðs­venjaranum, so hevur Lars Olsen ongan­tíð kent seg hóttan av kritikk­ inum. – Eg havi aldrin verið óróligur, tí eg havi allatíð sæð framgongd á liðnum. Eg veit væl, at fjølmiðlar, fyrrverandi spælarar og vanliga fólkið hevur ein meining um fótbólt. Eg havi sagt við spæl­ ar­ar­nar, at tað mást tú læra at góð­taka. – Vit mugu ansa eftir, at vit ikki blíva ov nøgd, sigur Lars Olsen um sigurin á Grikklandi. Landsliðsvenjarin fegnast um ótrúliga úrslitið í Athen, men sigurin skal verða ein grundsteinur undir framhaldandi menning á landsliðnum – ikki ein sovipúta Skulu eisini læra av sigrinum