týsdagur 18. november 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 19. november 2014 · Nr. 132
ítróttur
fótbóltur
Fótbóltur livir av at fólk hava
eina meining um tað, men eg
havi sagt við spælararnar, at
tað einasta, ið er týdningar
mikið fyri teir er tað, sum eg
og Jóannes Jakobsen siga,
sigur landsliðsvenjarin, sum
vónar at sigurin ikki leggur
órealistiskt trýst á landsliðið.
– Nú er bara týdningar
mikið, at vit ikki byrja at seta
ov stór krøv til landsliðið.
Sum eitt nú at vit skulu
vinna í Rumenia, sigur Lars
Olsen.
Kundu havt sjey stig
Landsliðsvenjarin
er
væl
nøgdur við framgongdina, ið
landsliðið hevur havt í 2014.
Tað byrjaði á Tórsvølli móti
Finnlandi, tá vi taptu 3-1,
eftir at hava verið á odda 1-0
í hálvleikinum. Síðani taptu
vit greitt fyri Norðurírlandi,
áðrenn vit fáar dagar seinni
reistu okkum leikliga í 1-0
tapinum
fyri
Ungarn
á
Tórsvølli.
Fløtaskúmið
á
kakuni kom so í Athen.
– Tað hevur verið fram
gongd. Um vit hyggja við
føroyskum brillum, so kundu
vit havt seks ella kanska
sjey stig. Taka vit dystin
móti Finnlandi, so eru vit
frammanfyri 1-0 í hálvleik
inum og eru líka við at koma
á odda 2-0. Gjørdu vit tað, so
fingu vit minst eitt stig í tí
dystinum, sigur Lars Olsen
og greiðir víðari frá;
– Í Norðurírlandi er dyst
urin oyðilagdur aftaná tjúgu
minuttir. Vit reisa okkum í
seinna hálvleiki, men uttan
at skapa møguleikar. Móti
Ungarn spæla vit væl og
duga væl at hava bóltin í
egnum rekkjum, men megna
ikki at skapa møguleikar. Tað
spælið byggja vit víðari upp
á í Athen, vísir Lars Olsen á,
ið sum heild væl nøgdur við
framgongdina.
– Hetta er tað spælið vit
arbeiða við til tær venjingar
nar vit hava. Tað lættasta er
at læra fótbóltsspælarar er
at verja. Tað torførasta er at
arbeiða við bóltinum í sein
asta triðingum á vøllinum.
Tí er tað deiligt at síggja, at
arbeiði lønar seg. Uppaftur
betri er tað at síggja, at spæl
ararnir trúgva uppá mátan
hjá okkum at spæla fótbólt
uppá, heldur enn at verja
og vóna at okkurt hendi í
hinum endanum, sigur Lars
Olsen og leggur afturat;
– Vit kunnu bara fegnast
um menningina í føroyska
spælinum, men vit mugu
ansa eftir, at vit ikki blíva ov
nøgd. Nú hava vit ein dyst
móti Rumenia fyri framman.
eftir tann dystin verða vit
mettir eftir avrikinum tann
dystin. Soleiðis er fótbóltur.
Aldrin aftur Eysturríki
Svartasta løtan hjá lands
liðnum við Lars Olsen sum
landsliðsvenjara var tann 22.
mars í 2013. Tá taptu okkara
heili 6-0 fyri Eysturríki í
Wien. Vit fingu ikki eitt
bein til jørðina og spælarar
tóktust als ikki klárir til
uppgávuna. Nú skulu vit
aftur spæla í mars mánaði
á útivølli. Hesa ferð móti
Rumenia.
– Tað, sum hendi í Eystur
ríki var tað ringasta, ið kundi
henda. Eg tími slett ikki at
hugsa um tað. Eg vóni eisini,
at tað aldrin hendir aftur.
Tað vilja tó altíð verða tíðar
skeiðir á árinum, har tær
smáu tjóðirnar vilja hava tað
torført, tí tey hava torførari
umstøður, sigur Lars Olsen.
Spurningurin
er
um
landsliðsvenjarin kann for
langa meiri av spælarunum
í vetrarsteðginum hesaferð?
– Ja, tað kann eg, men tað
er við tí fyrivarni, at spæl
ararnir í Føroyum hava
arbeiði og annað at hugsa
um. Venjingin byrjar í feløg
unum í januar mánaði og
sum eg skilji á lagnum, so
verður arbeitt við at byrja
kappingina longu seinast
í feburar. Tað merkir so, at
vit fáa einar tríggjar ella
fýra dystir áðrenn dystin í
Rumenia, um veðrið vil tað,
vísir Lars Olsen á.
Hann
sigur
at
enda,
at hann vónar at sigur á
Grikkalandi
hevur
givið
okkara hugin til at halda seg
í gongd í vetrarsetðginum, so
menn eru væl fyri til dystin í
Bukarest í Rumenia 29. mars.
Lars Olsen, sum nú hevur
verið landsliðsvenjari í trý ár,
ætlar at taka sær av løttum
eina løtu, áðrenn fyrireik
ingarnar til dystin móti
Rumenia byrja.
– Nú fari eg heim at slappa
av eina løtu, men vit hava
spælarar í donsku kappingini
og teimum fari eg at fylgja.
Eina ferð í januar, alt eftir
nær uppstarturin verður, so
fari eg eina rundferð til før
oysku feløgini, har vit hava
spælarar, sigur Lars Olsen at
enda.
trondur@sosialurin.fo
Tað hevur verið
framgongd. Hyggja vit
við føroyskum brillum,
so kundu vit havt seks
ella kanska sjey stig