Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. november 2014 · Nr. 133 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Johan M. Restorff Kjak síða 14 Skansin fer ongan veg Bjørn á heygum Tíðargrein síða 13 Teir sparka niðureftir Stjórin á Taks gjørdist í vikuni høv­uðs­per­són­ur í einum ikki sørt marg­hátt­ligum máli, tá ein al­menn­ ur stovn­ur – TAKS av øll­um – gong­ ur á odda við at fløkja eitt mál um al­ment innkeyp, sum endar við, at stovn­urin tekur av tí nógv dýstasta til­boð­num. Fíggjarmálaráðið hevur í rund­ skrivi boðað frá, at almenn innkeyp eftir ávísum reglum skulu ganga um keypsportalin hjá Gjaldstovuni. Tað mátti verið nátúrligt, at ein stovn­ur sum Taks gekk á odda at vísa, hvussu tað almenna best nýtir sín­ar pengar. Í útboðstilfarinum frá ráð­gev­ a­num hjá Taks stendur, at hann sam­an við umboðum fyri Taks fer at gjøgn­um­ganga tilboðini »við atliti til (1) prís, (2) snið og (3) dygd«. Altso fyrst prís, síðani snið og síðst dygd. Sambært almenna Keyps­port­ al­i­num skal greitt tilskilast, hvussu nógv onnur viðurskifti vekta, um tað ikki er prísurin, sum er av­ger­ andi. Men tað er ikki gjørt. Tá tilboðini koma inn, vísir tað seg, at Nema hevur lægsta boð, 447.669 krónur. Nr. 2 er Idé Møbl­ar við 512.120 krónur, nr. 3 er In­ven­tar­ tæn­astan við 573.596 krónur og nr. 4 og hægsta boð hevur Stokholm. Hægsti prísur er 712.705 krónur. Í svarskrivi til tey bjóðandi, sigur ráð­gevin vegna Taks frá, at tey hava valt at tikið av tí dýrasta til­boðn­ um. Men nú er raðfylgjan hin ø­vugta, tí nú er prísurin ikki vekt­að­ur í fremstu røð. Nú eitur tað, at »nið­ur­ støð­an er tikin út frá hesum kri­ter­i­ um: Snið, dygd og prísi...« Tað ørkymlar serliga, at tað er Taks, sum ber seg soleiðis at – og ikki minst, at stjór­in á Taks so­ leiðis markerar sín óvilja at nýta innkeypsportalin og at fáa ta bíligastu vøruna. Sjálvandi hevur tað nakað við »smag og behag« at gera. Men vit tosa um 265.000 skattakrónur, sum stjórin á Taks átti at vart betur. Tí hevur tað uttan iva ver­ið eitt tiltrongd toskagildi, sum stjór­in á Taks møtti upp til í Fíggj­ar­mál­a­ráð­ num mikumorgunin, tá hann mátti bíta í grasið og boða fíggj­ar­mála­ráð­ harr­a­num frá, at keypið varð aft­ur­ kall­að. Tað skuldi bara manglað. Jørgen Niclasen má nú vísa, um almenni innkeypsportalurin bara er eitt politiskt flopp, sum ikki ein gong hansara egnu stovnar virða – og sum vinnan tí ikki kann brúka til nakað sum helst – ella um gjøgnumskygni skal steðga øllum almennum oyðsli. Í øllum førum skurrar, at Taks soleiðis brennir almennar skattakrónur. taks, álit og alment oyðsl Føroya Nátt­ úru- og Um­ hvørv­is­felag mótmælir stað­i­ liga ætlanunum hjá Tórshavnar komm­unu um havn­ar­út­bygg­ ing uttan fyri Skansan – FNU - Føroya Náttúru- og Um­hvørv­is­fel­ag, vil við hes­ um staðiliga mæla til, at kommunuætlanin hjá Tórs­ havn­ar kommunu, sum er til hoyr­ingar í løtuni, verður end­ur­skoðað. Tað sigur FNU í almennari fráboðan. Felagið sigur víðari: Kommunuætlanin ber í ver­andi líki brá av hug­sjón­ um, sum hoyra eini farnari tíð til. Til dømis eru eingi mun­agóð átøk at minka um bil­ferðslu; tvørturímóti verð­ur hildið fram at til­laga okkara høvuðstað til bil­ar heldur enn fólk. Og hó­ast vinnuvirksemi fær nógva rúmd í kommunalu vakstr­ ar­æt­l­an­ini, so eru ong­ar visjónir, tá umræður land­ bún­að og grønan vøkstur í okk­ara býarmynd. FNU vil eisini staðiliga mót­mæla ætlaðu út­býgg­ ing­u­num hjá Tórshavnar komm­unu av havnarlagnum í Havn. Umframt vantandi atlit til forn­minni og dálking av øllum møguligum slag, er tað púra burturvið at økja um tunga ídnaðarvirksemið í hjartanum á høvuðstaði okka­ra. At leggja tungan ídn­ að mitt í bygdum øki er fram­ ferð, sum hoyrir farnu tjúg­ undu øld til, ikki framtíðini. FNU: Steðgið havnarbygging Hvussu skal tað verða, tá Taks oyðslar almennar pengar? Veðrið sunnudagin og mánadagin: Sunnudagin hvassur vindur av vestri og ælingur, mánadagin minni vindur av suðri og yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 6 stig. Veðrið hósmorgunin: Ein hátrýstryggur yvir Føroyum viknar naka. Veðrið fríggjanáttina: Eitt brúgvalag norðanfyri Føroyar stendur mestsum í stað. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapartin: Gul til stívt andøvsgul av suðri og sólglottar, men eisini okkurt æli. Hitin millum 4 og 7 stig. LEYGARDAGIN HÓSDAG FRÍGGJADAGIN 4-9 m/s 8-13 m/s 17-22 m/s 4-9 m/s 14-19 m/s 12-17 m/s Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, sennapartin upp í skrið. Yvirhøvur turt og hitin millum 4 og 7 stig. Skrið ella stormur av landsynningi og regn. Um kvøldið minni vindur av suðri og okkurt æli. Hitin millum 4 og 7 stig.