Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2014síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Fríggjadagur 21. november 2014 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Flogternur og -tænarar til freelancestørv hjá Atlantic Airways í Føroyum Sum freelanceflogterna/flogtænari sleppur tú at royna teg í einum avbjóðandi starvi. Tú skalt kunna starvast fulla tíð frá seinnu hálvu av mars til fyrst í septembur 2015. Tú mást búgva og kunna røkja starvið úr Føroyum og hava lætt við at møta upp á Vága Floghavn. Tín uppgáva er fyrst og fremst at syrgja fyri trygdini hjá ferðafólkunum. Samstundis ert tú við til at vísa okkara viðskiftafólki, at Atlantic Airways er eitt flogfelag við sera góðari tænastu. Tínir eginleikar Tú ert ábyrgdarfull/ur og dugir at veita viðskiftafólki okkara eina góða tænastu. Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at starvast tætt saman við øðrum og kanst gera mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur miðnámsprógv, royndir frá tænastuarbeiði, tosar og skrivar minst eitt skandinaviskt mál flótandi og dugir væl enskt. Krøv Tú ert minst 21 ár, skilir føroyskt, hevur góða heilsu, vanliga sjón, megnar at svimja minst 200 metrar og kanst verða heilsugóðkend/ ur til at fáa flúgviloyvi. Byrjan Sambært nærri avtalu seinnu hálvu av januar 2015. Arbeiðstíðir og -staður Tú skalt vera tøk/ur allar dagar frá seinnu hálvu av mars til fyrst í septembur 2015. Vit taka sjálvsagt hædd fyri neyðugu, lógarásettu hvílitíðini. Vit vænta, at tú ert lagalig/ur og tøk/ur til flest møguligar flogtímar. Starvið er við støð í Føroyum. Løn og dagpeningur eru sambært galdandi reglum. Hevur tú hug at søkja starvið, far so inn á leinkið niðanfyri og fylg vegleiðingini: https://app.jobmatchprofile.com/skyysx Á leinkinum skalt tú svara spurnablaði, viðfesta mynd og viðkomandi prógv og viðfesta eina umsókn, har tú sigur eitt sindur um teg sjálva/n, hvat tú fæst við, og hvørjar arbeiðsroyndir, tú hevur. Umsóknarfreistin er tann 15. desembur. Atlantic Airways Georg Suðurgarð Director, Human Resources Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at trygd, stundvísi, kundin og úrslit altíð eru í miðdeplinum. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Árligi umsetningurin í 2012 var yvir 500 milliónir krónur. Felagið hevur í løtuni trý flogfør av slagnum Airbus A319 og tvær tyrlur av slagnum BELL 412. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark, Onglandi, Íslandi, Noreg og Spania. Tyrludeildin røkir ferðasambandið til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og offshore tilbúgving í Norðurhøvum.