hósdagur 20. november 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. november 2014 · Nr. 133
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
føroysk lesandi
Síðani 2004 er talið av føroyskum lesandi á hægri støði økt í stórum stíli.
Tey eru 42% fleiri lesandi nú, enn í skúlaárinum 2004/2005. Ivamáli, sum hevur
tikið seg upp, er hvørt arbeiðsmarknaður og útbúgving ganga hond í hond
Mortan Østerø
Feskastu tølini frá STUDNA
vísa, at í skúlaárinum 2013-
2014 vórðu tilsamans 2.560
føroysk lesandi í Føroyum
og úti í heimi.
Av teimum 2.560, eru
heili 2.092 næmingar á 15
teimum mest vanligu út
búgvingunum, harav tær
námsfrøðiligu- og lærara
útbúgvingarnar saman við
maskinmeistara- og sjúkrar
øktarfrøðiligu
útbúgving
unum einsamallar tekna seg
fyri ein triðing. Til saman
beringar, vóru 1.477 føroysk
lesandi í skúlaárinum 2004-
2005. Talið av lesandi er so
statt vaksin við 42%.
Nógv lesandi – fá størv
Hóast talið av lesandi er
nógv økt í tráð við ein alsamt
meira
krevjandi
arbeiðs
marknaða, merkir tað ikki
neyðturviliga,
at
útboðið
av tøkum størvum er fylgt
við. Í Danmark hevur kjak
tikið seg upp seinastu árini
hesum
viðvíkjandi.
Tað
hevur nevniliga víst seg,
at nógv av teimum lesandi
enda í einum starvi, sum ikki
krevur teir førleikarnar, ið
tey annars hava nomið sær á
hægri lesnaði.
Hendan gongdin er ikki
bert at síggja í Danmark, men
er kanska serliga eyðsæð í
Amerika, har ung enda í so
kallaðum »strukturellum ar
beiðsloysi«. Altso, tey hava
tikið sær eitt stórt lán, fyri
at nema sær bókliga ella
fakliga vitan, við tí vón um at
nýta førleikarnar á arbeiðs
marknaðinum.
Veruleikin
eftir loknan lesnað hevur
tó verið, at nógv ikki fáa
størv, sum eru viðkomandi
fyri tað, ið tey hava lisið. Í
nógvum førum er eingin
peningaligur
vinningur
komin burturúr teirra út
búgvingarligu íløgu – altso,
lánið, sum tey hava fíggjað
útbúgvingina við, rættvísger
ikki lønarviðurskiftini. Tað
sæst millum annað aftur í,
at í ár gjørdist amerikanska
lestrarskuldin
størri
enn
samlaða kredittskuldin hjá
amerikumonnum.
44 størv
til 2.092
lesandi
Topp 15
Leyslýst størv
frá 22. oktober – 19. november 2014
Kelda: Studni (2014)
Tølini fyri »lesandi í Føroyum« eru gjørd við støði í
mánaðarliga lestarstuðlinum – øll á hægri útbúgvingum,
ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við.
Tølini fyri »lesandi uttanlands« eru gjørd við støði í
ferðastuðlinum – øll á hægri útbúgvingum, ið hava
fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við.
Størv, sum hóska til fleiri útbúgvingar, eru tald við fleiri
ferðir. Umframt tað, eru einans størv í Føroyum, ið hava
útbúgvingarligar førleikar sum setanarkrav, tald við.
Keldur:
lsh.fo, hmr.fo, amr.fo, starv.fo, starvsportal.fo, in.fo, portal.fo
Námsfrøðiligar
246
Lærarar
206
Maskinmeistarar
181
Sjúkrarøktafrøðiligar
178
Maritimar
155
Tann- og læknavísindi
149
Samfl. leiðsla og fyrisit.
143
Fíggjarl. og búskaparl.
127
Marknaðarf. Íverk, sams. & business
119
Humanisma og sosialvísindi
103
Arkitekt og byggitøkniligar
100
Náttúruvísindaligar og støddfrøðil.
98
KT-frøðiligar
97
Løgfrøðiligar
96
Heilsuvísindi og terapeutiskar
94
Í alt
2.092
av 2.560 lesandi
Námsfrøðiligar *
10
Lærarar
1
Maskinmeistarar
3
Sjúkrarøktafrøðiligar
8
Maritimar
1
Tann- og læknavísindi
2
Samfl. leiðsla og fyrisit.
2
Fíggjarl. og búskaparl.
5
Marknaðarf. Íverk, sams. & business
3
Humanisma og sosialvísindi
1
Arkitekt og byggitøkniligar
2
Náttúruvísindaligar og støddfrøðil.
0
KT-frøðiligar
2
Løgfrøðiligar
0
Heilsuvísindi og terapeutiskar
4
Í alt
44
* Helmingurin av leystlýstu størvunum til námsfrøðingar vóru til niðursetta tíð