Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-20, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 133 · 21. november 2014 15 VIKUSKIFTI land­ið, skuldi eitt oyðublað fyllast út, har tað eis­ini skuldi skrivast á, hvør ið skuldu vitjast. Al­ment var hetta gjørt av hagtalsorsøkum, men oyðubløðini kundu so eisini nýtast at skrá­seta, hvør ið fekk vitjan. Jürgen sigur, at hann væl visti av, at tey fólk, sum høvdu við hann at gera, vórðu út­ spurd um hansara sinnalag móti stjórnini. Tað kom eisini javnan fyri, at hann sjálvur varð spurd­ur um sínar grannar og aðrar kenningar. Men teir upplýsingar, hann kundi geva, vóru so meinaleysir, at áhugin fyri honum minkaði, sum tíðin leið. Jürgen sigur tó, at hóast hesa yvirvaking, so føldi hann seg ongantíð hóttan, og tað hendi honum heldur ongantíð nakað. Fekk konu sína í fongsul Eftir at Týskland varð sameint, fingu borgarar í gamla DDR møguleika fyri at kanna eftir, hvat ið varð skrásett hjá Stasi um tey. Nógv fingu eitt skelk, tá tey kundu staðfesta, at fólk, sum høvdu staðið teimum nær, høvdu meldað tey til loyniløgregluna. Fyri tveimum árum síðani kom út í Dan­ mark bókin “Knud og Vera – et stasidrama”. Søg­an er um tann danskfødda Knud, sum gift­ ist við eysturtýsku Veru, sum var at­finn­ing­ ar­som móti stýrinum. Knud gav Stasi reglu­ liga boð um virksemið hjá síni egnu konu og hennara vinfólkum. Hann var eisini or­søk­in til, at hon seinni varð sett føst av mynd­ug­ leik­unum. Hetta er ein ræðandi bók, sum øll eiga at lesa. Søgan um syrgiligu lagnuna hjá Miriam Í Rostock er eitt Stasi museum, sum lýsir hesa øru skipan og hennara offur. Eitt teirra var Miriam. 16 ára gomul varð hon sædd av Stasi vaktum at vera í so nær múr­inum í Eysturberlin. Hon varð tikin, og hon var í 11 dagar avhoyrd, bukað, upphongd í ørm­unum og nærum druknað, tá bøðlarnir hildu høvd hennara undir í vatni. Hon fekk ein­ans loyvi at sova tveir tímar hvørja nátt, og at enda var hon so mikið mødd, at hon við­gekk ætlanir um at flýggja. Ofta viðgingu fang­ar ’brotsgerðir’, sum teir als ikki høvdu gjørt, tí teir ikki orkaðu meira. Miriam bleiv dømd hálvt annað ára fongs­ ul, og sigur hon um sína uppliving: ”Tá eg kom út, var eg ikki longur eitt menniskja”. Hon var ikki fylt 18 ár, og hóast hon hevði sit­ið dómin av sær, sóu myndugleikarnir hana ikki sum ein ’veruligan’ eysturtýskara longur. Hon kundi ikki fáa arbeiði, og reint persónliga var hon vorðin rædd fyri øllum. Mátti falla Tað er greitt, at ein slík stýrisskipan mátti fyrr ella seinni brenna saman. Tað hendi eis­ ini við DDR. Hóast alla propagandu lat tað seg ikki dylja, at munurin mill­ um livi­lík­indini eyst­anfyri og v e s t ­a n f y r i gjørd­ist størri og størri. Men frá­sagn­irnar um para­dís­ið vestanfyri vóru kanska bjartari enn veru­leik­in. Tað bar held­ur ikki til at halda ein­um heil­um fólki mest­sum her­met­iskt inni­lok­að í land­in­um. So end­in gjørd­ist ein óblóðigur upp­reistur, sum aftur endaði við eini sam­ein­ ing av Eyst­ur- og Vesturtýskalandi. Vónirnar eystanfyri vóru eisini stórar, eins og lyftini vestanífrá vóru stór. Tey vóru, at inn­an 2 ár skuldu “eystur” fíggjarliga koma á hædd við “vestur”. Soleiðis hevur tað tó ikki gingið. Fram­veg­is eru lønirnar munandi lægri eystanfyri. Arb­ eiðs­loysið er munandi hægri enn vestanfyri, og fólk rýma úr gamla DDR. Ein býur sum Ros­tock, sum fyrr hevði 250.000 íbúgvar hev­ ur nú um 200.000. Kundu fáa bil um fimm ár Jürgen er giftur við Evu, sum eisini er úr Rostock. Meðan Jürgen er tulkur í skandi­ nav­isk­um, so er Eva tulkur í polskum og russ­iskum. Fyrstu árini eg kendi tey, høvdu tey ikki telefon. Tey høvdu heldur einki at brúka telefon til, tí tey kendu ongan sum hevði telefon. Tað tók eini fimm ár at keypa ein bil. Tað var ein skemtisøga um ein eysturtýskara, sum bílegði ein bil. Jú, hann skuldi koma eftir hon­ um um fimm ár. Jú, spurdi hann, “skuldi tað vera fyrrapart ella seinnapart!” Hóast framúr skilamaður, so var Jürgen eis­ini eitt offur fyri propagandaini. Eina ferð fekk eg at vita frá føroyingum, sum høvdu ting­ast í DDR, at Jürgen í samráðingum hevði ver­ið tulkur hjá eysturtýskarum. Spurdi so um Jürgen hevði givið til kennar, at hann kendi meg. Tað hevði hann ikki gjørt. Eg spurdi hann seinni, um tað var tí, at hann var bangin fyri sínum egnu. Nei, orsøkin var tann, at hann var ræddur fyri, at hetta kom at skaða meg, um føroyskir myndugleikar fingu fræn­ir av, at vit kendust! Ordan var í Ein onnur søga, um hvussu skipanin í DDR eis­ini kundi virka, er hendan: Einaferð hevði eg bókina “Maskering og Sandhed” eft­ir vesturtýska rithøvundanum Günther Wal­ rauf við mær í viðførinum. Hann var kend­ur fyri at vera kritiskur móti skipanini í Vest­ ur­týsklandi. Hetta vistu teir ungu DDR her­ menn­in­ir eftir øllum at døma einki um, so fyri sikk­ur­heits skuld løgdu teir hald á bókina. Heimafturkomin skrivi eg kæru til um­ boðs­stovuna hjá DDR í Keypmannahavn um, at bókin er tikin frá mær, hóast hon ikki á nakr­an hátt kundi sigast at vera hættislig fyri DDR. Tað var heldur hin vegin. Eg roknaði sjálv­sagt ikki við at frætta aftur. Nakrar mánaðir seinni kemur ein tjúkkur bræv­bjálvi við postinum. Tá var hon frá DDR um­boðsstovuni. Í brævbjálvanum var bræv, har teir vóru sera harmir um hesa viðferð, sum eg hevði fingið. Nú høvdu teir útvegað eitt nýtt eintak av hesi somu bók, sum var hjá­ løgd. Brævið endaði við vón um, at eg aftur vildi koma á vitjan í DDR. Soleiðis kundi skipanin eisini virka. Komandi partur: Í komandi parti verður greitt frá stórverkinum Exodus, sum nú kemur út á føroyskum. Hetta er søgan um bardagan hjá jødunum fyri teirra heimlandi aftaná seinna veraldarbardaga. Isolatiónsklivi í Stasi fongslinum í Rostock. Her var bølamyrkt, so fangarnir ikki vistu um tað var dagur ella nátt. Um hetta ikki var nóg mikið at fáa fangarnar at játta síni brotsverk, so kundi gólvið fyllast við einar 5 cm av vatni! Bókin um Knud og Vera er ein ræðandi søga, um hvussu “væl” tað kann eydnast at skipa eitt ræðustýri. DDR forsetin Erich Honecker, vm., heilsar uppá Erich Mielke, leiðaran í Stasi. Jürgen lurtar saman við Óla Jákup Jacobsen eftir frásøgnum um hvussu fólk kundu fara við hvørjum øðrum.