hósdagur 20. november 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 133 · 21. november 2014
14
VIKUSKIFTI Siðsøga
við Óla Jacobsen
Tann ræðuligi
berlinmúrurin
Í hesum døgum verður nógv gjørt burtur úr, at tað 9. november
vóru liðin 25 ár síðan, Berlinmúrurin rapaði. Hetta endaði eitt
stýri, sum skuldi verið óhugsandi á okkara leiðum
Í
hesi grein skal vera trivið í tær royndir,
sum eg sjálvur havi havt av DDR, sam
felagnum aftanfyri múrin.
Eg kom í 1965 at skriva saman við
einum eysturtýskum drongi, Jürgen, sum búði
í Rostock, norðast í DDR. Hann dugir svenskt,
so tað lá væl fyri at samskifta. Tað varð nógv
skrivað aftur og fram, og tað skapti hugin at
kunna hittast.
Hetta kundi bert gerast møguligt við at
vitja hann. Men at vitja hann lá hinvegin væl
fyri. Tað var beinleiðis toksamband úr Keyp
mannahavn til Rostock og Berlin. Ferðin til
Rostock tók einar fimm tímar. Av hesum tók
siglingin frá Gedser til Warnemunde, havna
býinum hjá Rostock,tveir tímar.
Í 1966 var eg fyrstu ferð í DDR. Tað var lætt
at sleppa inn í landið, um tað varð steðgað
ein dag. Tað kundi keypast eitt dagsloyvi á
ferjuni.
Tá var Walther Ulbricht, handlangarin hjá
Stalin, framvegis í vælmaktini.
At hetta var ein onnur skipan enn okkara
sást beinanvegin, tá ið farast skuldi í land í
Warnemunde.
Politikkurin hjá stýrinum var at verja
íbúgvararnar móti tí, sum eftir teirra tykki
var óhóskandi kunnleika til viðurskiftini vest
anfyri. Tí var væl kannað eftir, hvat mundi
vera í viðførinum av vandamiklum lesnaði.
Og her varð alt tikið, sum ikki var góðkendur
lesnaður í DDR.
Av donskum bløðum var tað bert blaðið
hjá kommunistaflokkinum, Land og Folk,
sum tað var loyvt at hava við sær inn í landið.
Bløð sum Politiken og Berlingske Tidende
høvdu ongan kjans. Vóru føroysk bløð við í
viðførinum vórðu tey eisini tikin. Hetta var
púra ørt. Tey vóru fá, sum skiltu danskt og
neyvan nakar, sum skilti føroyskt. Bløð á hes
um málum máttu roknast fyri at vera púra
óskaðilig fyri politisku skipanini í landinum.
Hvussu øvugt hetta var, sást eisini av, at á
hvørjum hústaki var hópur av antennum, ætl
aðar at taka ímóti vesturtýskum sjónvarpi,
sum øll skiltu!
Greinin hjá Hjarnar
Tað var altíð við nervum at bíðað var eftir
DDR tolleftirlitinum, tí tú kundi ongantíð
føla teg heilt tryggan fyri, hvat kundi fara
at henda, tá teir grópaðu viðførið ígjøgnum.
Eina ferð hevði eg verið til samráðingar
við Hjarnari Djurhuus, sum var formaður í
Reiðarafelagnum fyri Farmaskip. Tá hevði eg
frá Hjarnari fingið eina danska grein, har yv
irskriftin var, at tað stórt sæð eingin munur
var á kommunismu og nasismu. Greinin varð
koyrd í taskuna og gloymd.
Nakrar dagar eftir fari eg til DDR. Tolleft
irlitið kemur umborð og fer at leita í taskuni.
Knappliga hála teir umrøddu greinina fram
og fara ídnir at kanna yvirskriftina. Eg bleiv
heitur um skallan, tí hesi sjónarmiðið vóru
so avgjørt ikki populer í DDR.
Ikki bøtti tað um støðuna, tá eg var biðin
um at koma úr tokinum og inn í eitt bíðirúm,
meðan málið varð kannað. Í fyrsta umfari
uggaði eg meg við, at hesir ungu fýrarnir ikki
dugdu danskt og tí ikki skiltu greinina sum
heild. Sum tíðin líður kom mær til hugs, at
kanska hava teir sent boð eftir onkrum, sum
dugir danskt, og kaldasveittin kom rættiliga
fram! Men so komu eftirlitsmenninir aftur
sera álvarsamir og søgdu, at tað var ikki
loyvt at taka hesa grein inn í DDR. Nú løgdu
teir hald á hana. So góvu teir eina kvittan,
og greinin kundi fáast aftur, tá farið varð av
landinum aftur við at lata kvittanina inn aft
ur. Og sloppið varð!
Ómøguligt at sleppa av landinum
Kundi tað sum so vera lætt at koma inn í DDR,
so var tað fullkomiliga útilokað hjá tess egnu
borgarum at sleppa av landinum. Hetta var jú
eisini endamálið við berlinmúrinum. Áðrenn
tokini fóru umborð í ferjuna til Danmarkar
varð við hundum og lyktum leitað eftir, um
nakar mundi krógva seg onkustaðni, so hann
kundi sleppa ólógliga av landinum. Og Gud
náði tann, sum royndi hetta og varð tikin!
Tað hevur í hesum døgum verið ein frá
søgn í donskum bløðum um ein dana sum
fekk smuglað eysturtýsku gentu sína úr DDR.
Hon varð in absentia dømd 16 ára fongsul.
Jürgen hevði ein vin, sum hevði eina
gentu í Budapest, sum hann vitjaði við
toki. Skjótasta leiðin var at koyra gjøgnum
Rumenia. Men hetta bar ikki til. Rumenia
var hóast kommunistiskt, ikki roknað fyri at
vera nóg trúfast móti “røttu trúnni”. Tí kundi
tað vera ein møguleiki at rýma av tokinum
í Rumenia. Tískil mátti koyrast uttan um
Rumenia, og hetta longdi ferðina munandi.
Hetta totala útferðarforboðið linkaði nak
að, sum frá leið. Fyrstu ferð Jürgen slapp av
landinum var í 1979 í almennum ørindum.
Men hann slapp bert einsamallur. Konan
mátti vera eftir, so nøkulunda trygd kundi
vera fyri, at hann kom heim aftur. Boðini til
tey, sum sluppu at ferðast, vóru, at tað skuldi
ikki takast upp óneyðugt samband við borg
arar í viðkomandi landi, so DDR borgarar
ikki skuldu kom undir ringa ávirkan. Men
um hetta varð hildið, bar ikki til at eftirkanna.
Jürgen var í Føroyum einaferð mitt í 80-
unum sum tulkur í samband við sølu av svart
kjaftafløkum til DDR. Men hann føldi seg als
ikki bundnan av slíkum tápuligum boðum.
Men tað gjørdu hinir í ferðalagnum.
Seinni varð loyvt fólki, sum høvdu rokkið
pensjónsaldur, frítt at fara av landinum, van
liga til Vesturtýskland. So spardi statskassin í
DDR útreiðslurnar til pensjón.
Stasi – eftirlitið við borgarum
Tað er greitt, at eitt land kann bert stýrast á
hendan hátt við einum dyggum eftirliti av
borgarunum. Og her hevði DDR trygdarløg
regluna, Stasi. Hennara uppgáva var at fylgja
við í tí, sum rørdi seg í fólkinum, so tað kundi
staðfestast, um nøkur andstøða fanst, sum
myndugleikarnir skuldu hava eyguni við.
Jürgen sigur, at sum borgari merkti hann
væl, at hann eins og aðrir borgarar var undir
eftirliti. Tað gjørdi hann misteinkiligan, at
hann ikki vildi gerast limur í ráðandi sosial
istaflokkinum. Her var annars alt at vinna,
tí ein slíkur limaskapur skuldi opnað dyrnar
fyri nógvum møguleikum, sum aðrir borgarar
ikki fingu. Men Jürgen heldur tó ikki, at tað
kom honum aftur um brekku, at hann ikki
vildi gerast flokslimur.
Ein onnur orsøk hjá myndugleikunum at
hava eyguni við Jürgen var hansara samband
við vesturheimin. Hann var í brævaskifti við
fleiri fólk vestanfyri. Tað er neyvan ivi um,
at hetta samband var skrásett. Jürgen fekk
eisini vitjan úr vesturheiminum. Her høvdu
myndugleikarnir ein snildan hátt at skráseta,
hvør fekk vitjan. Hvørja ferð ein kom inn í
eitt 25 ára minni:
Bókin, sum var tikin av DDR
tollinum, og sum kom aftur