Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-20, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 133 · 21. november 2014 13 VIKUSKIFTI byrgja ella lekja sjúku og minkar um deyðiligheitina. Í samband við prostata­ krabba verður PSA blóð­royndin nýtt. Blóðroyndin gevur eina ábending um krabba, men útihýsir ikki, at talan er um góðkynjaða sjúku. Kanningin vísir heldur ikki, um talan er um friðaligan ella aggressivan krabba. Vandi við screening er tí, at fleiri menn, ið hava friðaligan krabba verða settir í viðgerð, sum kann hava keði­ ligar avleiðingar, so sum óviljað vatnlát og impotens. Kanning vísir eisini, at talið av monnum, ið doyggja av prostata­krabba ikki er minkað í teim­ um londum, sum screena við PSA. Í Føroyum verður ikki screenað fyri prostatakrabba, men krabba­meins­ ætlanin fyri 2009 viðmælir, at PSA royndin verður nýtt, tá ið ítøkiligur ill­gruni er um prostatakrabba. Tað vil siga, at menn, ið hava eyðkennir fyri sjúku­tekini, ella har prostatakrabbi er í familjuni. Granskað verður í løtuni í at finna eina roynd, sum meira nágreiniligt kann vísa, um ein er í vandabólki fyri at út­vikla prostatakrabba, og á tann hátt seta inn við viðgerð og harvið minka um deyðiligheitina. Hvat kanst tú gera? Mett verður, at ein av trimum krabba­ til­burð­um kunnu fyribyrgjast, um man er tilvitaður um sína heilsu. Vansar sum royk­ing, yvirvekt, alkohol, kropsligt óvirkni, stráling og ígerðir økja um vandan fyri at fáa krabba. Sjúkan er so­statt í mongum førum orsakað av okkara lívsstíli. Familjur eru ofta útsettar fyri somu umhvørvisávirkanum, harímillum mat og rørsluvanum. Um prostatakrabbi er í familjuni, kann krabbin tískil líka gjarna vera orsakaður av lívsstíli. Kanningar benda á, at mettað feitt, t.v.s. feitt frá kjøti, feitum osti og feitum mjólkaúrdráttum økja um vandan fyri prostatakrabba. Harafturímóti sæst, at kostur, ið inniheldur t.d. kál, fullkorn og omega-3 feittsýrur frá feitum fiski minkar um útviklingin av sjúkuni. Mangt bendir á, at frukt og grønmeti fyri­byrgja ávís krabbasløg. Somuleiðis er umráðandi ikki at viga ov nógv. Tað er ferð eftir ferð víst, at javnt kropsligt virkni er við til at minka um vandan fyri krabba. Krops­ lig rørsla økir um vøddar og minkar um feitt og hevur eina jaliga ávirkan á immun­verjuna. Út frá fólkaheilsukanningini viga føroyskir menn ov nógv. Sannlíkt er tí, at teir eru í øktum vanda fyri at útvikla krabba. Skriva greinina hava: Frá vinstru: Rannvá Laksáfoss, Birita Dahl, Reidunn Djurhuus Magnussen og Lena J. Nybo Hvítklett Fert tú ofta á vesi bæði um dagin og um náttina, hevur tú eina veika urinstrálu og følir tú ofta, at tú brádliga hevur trongd til at lata vatnið? So skalt tú vera uppmerksamur Góð ráð: Hvat er PSA:  Et fullkorn hvønn dag  Et grønmeti hvønn dag  Et frukt hvønn dag  Et fisk og skjeljadjór, helst fleiri ferðir um vikuna  Spar upp á feittið, helst frá kjøti og mjólkaúrdrátti  Ver kropsliga virkin, minst 30 min. um dagin PSA stendur fyri prostata spesifikt antigen, ið verður framleitt í sjálvum prostata og heldur sáðnum flótandi. Vanliga fer ein lítil partur av PSA frá prostata og út í blóðið. Nøgdin av PSA kann tí mátast við eini blóðroynd. SA-talið verður mált fyri at kanna, hvør aktivitetur er í prostata. Um tú hevur illgruna til prostatakrabba, kann kommunulæknin kanna prostata, og taka ein blóðroynd, ið mátar PSA. Er prostata forstørrað, ella er PSA talið ov høgt, verður tú sendur víðari til serlækna, har nærri kanningar verða gjørdar. Um prostatakrabbi verður staðfestur, verður síðani mett um, hvør viðgerð er best. Prostata er ein kertil, ið situr runt um urinrørið hjá monnum. Hann liggur beint undir bløðruni og framman fyri endatarmin. Prostata framleiðir sáðvætu. Undir avgongu trekkir prostata seg saman og blandar sáð og sáðvætu, soleiðis at sáðið svimur betur. Prostata veksur við aldrinum og vøksturin kann antin vera góðkynjaður ella illkynjaður. Keldur: www.cancer.dk www.krabbamein.fo www.propa.dk Krabbameinsætlan 2009 Ein útav tíggju, ið fáa prostatakrabba, fáa krabba orsakað av ættarbregði PROSTATA bløðran urinrørið