Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-20, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 133 · 21. november 2014 12 VIKUSKIFTI Í Føroyum fáa 28 menn staðfest prostatakrabba um árið. Hóast nærum hvør einasti maður fyrr ella seinni fær prostatakrabba, so merkja teir flestu einki til tað. Sjúkan kemur sníkjandi og kann koma langt, áðrenn hon veruliga ger vart við seg. Enn finst eingin kanning, ið kann staðfesta, um tú ert í vanda fyri at útvikla prostatakrabba. Menn mugu tí verða varugir við tær broytingar, sum sjúkan hevur við sær, og við minsta illgruna, skalt tú ringja til læknan Kennur tú tín prostata Heilsuframi og fyribyrging Sum partur av sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya verður skrivað grein innan heilsufremjan og fyribyrging. Tey lesandi eru tá komin um hálva leið í útbúgvingini. Hesar greinar viðgera sjúkrarøktarfakligan spurdóm innan heilsuframa og/ella fyribyrging í samfelagsligum høpi. Komandi vikurnar prentar Vikuskifti nakrar av hesum greinum P rostatakrabbi er mest vanligi krabbin millum menn og her heima doyggja tíggju av sjúkuni árliga. Sjúkan sæst mest hjá monnum eldri enn 50 ár, og vandin fyri at fáa sjúk­una økist við aldrinum. Seinastu árini er talið av monnum, ið fáa staðfest krabba í prostata tvífaldað. Hetta er tí, at fleiri menn lata seg kanna og tí fáa staðfest sjúkuna. Mett verður, at ein av trimum krabba­tilburðum kunnu fyribyrgjast, um mann er tilvitaður um sína heilsu. Vansar sum m.a. royking, yvirvekt, alkohol og kropsligt óvirkni økja um vandan fyri at fáa krabba. Sjúkan er so­statt í mongum førum orsakað av okkara lívstíli. Aldurstekin ella krabbi Prostata veksur við aldrinum, og er ein vanlig óskaðilig sjúka millum eldri menn. Hetta verður nevnt for­størr­að prostata. Forstørrað prostata verður bara viðgjørt, tá ið tað gevur trupul­ leikar við at lata vatnið, av tí at prostata trýstir á urinrørið. Tað er vanligt, at menn við forstørraðum prostata kunnu hava ringt við at lata vatnið. Aldurin kann geva trupulleikar við at lata vatnið. Sum oftast er tað ikka alvorligt, men tó skal ein taka tað alvor­ ligt og lata seg kanna. Fyrstu tekini um prostata­krabba eru tey somu sum við for­størrað prostata. Krabbin kann tó spjaða seg út í nærliggjandi vevnað og beina­grind, og byrjar tá at geva onnur tekin. Krabbin kann arvast Ein útav tíggju, ið fáa prostatakrabba, fáa krabba orsakað av ættarbregði. Ill­gruni er um, at helvtin av hesum tilburðunum eru aggressiv og ólekjandi og koma fyri áðrenn 55 ára aldur. Menn, har t.d. pápin ella abbin hevur fingið stað­fest sjúkuna, skulu lata seg kanna, tá ið teir eru 5-10 ár yngri enn pápin var, tá ið hann fekk staðfest krabba. Hetta verður gjørt við einari PSA blóðroynd, ið gevur eina mynd av, hvør aktivitetur er í prostata. Um nøgdin av PSA er hækkað, kann tað verða tekin upp á krabba, men tað kann eis­ini bara vera forstørrað prostata, ella bløðru­ bruni. Neyðugt er tí við út­grein­andi kanning hjá serlækna. Mælt verður til, at menn, ið hava prostata­krabba í familj­uni, taka eina PSA blóð­roynd eina ferð um árið, eftir at teir eru blivnir 40 ár. Ivasom screening Endamálið við screening er at finna sjúk­una skjótast møguligt fyri at fyri­ Tekin upp á prostatakrabba:  Veik urinstrála  Trupulleikar at lata vatnið  Følir at bløðran ikki verður tømd  Ofta á vesi gjøgnum samdøgrið  Brádlig trongd til vatnlating  Blóð í urininum  Blóð í sáðnum  Minkandi ella manglandi sáðmongd  Manglandi kynshugur  Bløðrubruni  Varandi pína í lendunum og rygginum  Reisningstrupulleikar  Varandi hovin bein  Møði  Vekttap  Annarhvør maður eldri enn 60 ár hevur prostatakrabba, vísa kanningar. Teir fæstu merkja nakað til tað og liva við sjúkuni, uttan at hon ger vart við seg. Tað er tó minnilutin, ið fær ein aggressivan form fyri prostatakrabba. Tí er umráðandi, at menn vita, hvørji tekin eru knýtt at sjúkuni, og fara til lækna, soleiðis at læknin kann staðfesta, um talan er um góðkynjað ella illkynjað forstørrað prostata. Tekin upp á sjúkuna kunnu vera; trupulleikar at lata vatnið, blóð í urininum, blóð í sáðnum ella ryggpína Krabbamein