Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-20, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2014síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 133 · 21. november 2014 11 VIKUSKIFTI Handilin Rennarin Tá Jan Elmar kom aftur til Føroya og fór inn í ítróttarhandlarnar, mátti hann ganga framvið svimju­klæð­unum, hond­bóltsklæðunum og gagg­unum inntil hann endiliga fann renni­skógv­ arnar í einum horni. Hetta kundi ikki vera rætt, at umstøðurnar hjá rennar­ um at finna renniútgerð vóru so ringar, hugsaði hann. Hann spældi tá við tankan at lata upp egnan handil við ser­útgerð til rennaran. Handilin byrjaði heima hjá forledrunum, men Jan Elmar læt síðani Rennarin upp í egnum hølum Klaks­vík í mai mánaði í ár, men flutti handilin til Havnar í oktober mánaði, tí har er marknaðurin størri. Nú arbeiðir Jan Elmar fulla tíð í handlinum. Valdi at broyta vengingarstíl Í ár var Jan Elmar niðri aftur og rann EM í hálvmaraton sama við meir enn 100 øðrum føroyingum. – Eg hevði ikki vant nokk til kapp­ ing­ina, bleiv bitin av hyrinum og fall í av­makt tá eg kom á mál. Eg endaði hjá Reyða­krossi. Eftir henda vemmiliga hvøkkin segði Jan Elmar við seg sjálvan, at hann nú ikki fór at renna aftur, fyrr enn hann hevði funnið ein góðan venjara. So fór leitingin í gongd, og Jan Elmar fann tá Klaus Hechmann, sum venur nakrar av teimum bestum maratonrennarunum í Danmark. Tíverri hevði Klaus skrivað á heimasíðuni, at hann var ov upptikin og tók ikki fleiri rennarar inn. Men ungi klaksvíksmaðurin gav ikki upp og setti seg í samband við Klaus og sanførdi hann um at taka seg undir veingirnar. Og tað gjørdi hann. Eyðkenda áhaldni hjá Jan Elmari fekk hann á rætta kós, og nú venur hann eftir skrá frá Klaus. Eisini ferðast hann til Keypmannahavnar annan hvønn mánað fyri at taka eina ilt­upp­ tøku­roynd ella konditiónstest. – Man skal tíma hetta nokk so væl, sigur hann, tí eg skal keypa ferðaseðil og missa arbeiði í nakrar dagar annan hvønn mánað fyri renningina. Konditónstestin vísti, at renningin hjá Jan Elmari í høgum pulsi var góð, men tað sum hann manglaði var at renna seint og leingi. Hetta tóktist hon­ um eitt sindur umvent, men hann fekk boð um at renna nógvar kilometrar í ein­um seinum tempo. Hetta var ikki nemt hjá Jan Elmari, sum altíð hevði hug at koyra harðari enn hann skal. – Eftir at eg hevði fingið venjingar­ skránna, var eg til heilsurenning í Klaks­vík og endaði aftastur av øllum. Tær gomlu konurnar vóru framman fyri meg og spurdu, um eg var skaddur, sigur hann skemtingarsamur. Næsta konditiónstestin vísti tó, at hann hevði betrað seg nógv. Hann sigur, at hann dugir betri at lurta eftir kroppinum, og at hetta er eisini komið við aldrinum. Tá hann fyri sjey árum síðani byrjaði at renna aftur, gjørdi hann alt sum stóð á venjingarskránni, uttan mun til, hvussu hann hevði tað likam­liga. Tað ger hann ikki í dag. – Havi eg ovurløtt kroppin, so taki eg eina róliga viku, sjálvt um tað ikki er á skránni, sigur hann. Tað sermerkta við rennarum er, at teir gera tað, tí teir elska at gera tað. Jan Elmar sigur, at tað eru ongir pengar í renningini. Hinvegin eru umstøðunar vánaligar runt í landinum, og børnini fella frá, tá tey verða tannáringar, og tey sum eru eftir, eru tey sum veruliga brenna fyri tí. Renningin er ein eins­ ligur sportur, har tú ofta ert einsa- ­mallur á veg­num í myrkri og regni, sigur hann. Ætlar at renna langt Stuttskygda málið hjá Jan Elmari er nú at koma við til Oyggjaleikirnar í summar. Hann sigur, at tað var ein stórur munur á støðinum, hann var á, tá hann fekk nýggja rennivenjaran, og støðið hann skal vera á fyri at sleppa við til Oyggjaleikirnar. Fyri at sleppa við til Oyggjaleikirnar skal ein rennari klára eina kravtíð, sum verður sett fyri hvønn tein. Eisini skalt rennarin vera sjónligur og luttaka í renni­kappingum ofta. – Klári eg at koma við til Oyggja­ leik­ir­nar, so seti eg mær størri mál, so sum at koma við til NM ella EM. Tí er hetta málið er stuttskygd og ikki enda­ligt. Tú kanst eisini renna Hevur tú hevur hug at byrja at renna, eru ráðini hjá Jan Elmari hesi: – Finn eina venjingarskrá á netinum og byrja ordiliga spakuliga. Ikki gera ov nógv av í fyrstuni, og tað er ongin skomm at byrja við at annahvørt renna og ganga. Renningin skal vera ein góð upp­living. – Vilt tú verða ein góður rennari, krevur hetta disiplin. Jan Elmar sigur, at renning er ein tann farligasta ítróttar­ greinin, sum er, um tú ikki venur rætt, tí møguleikin fyri skaða er so stórur. – Tað tekur umleið seks mánaðir hjá musklunum í kroppinum at venja seg við tyngdina av renningini, so týdningar­mikið er ikki at geva upp ov skjótt. – Klári eg at koma við til Oyggja­leik­ir­nar, so seti eg mær størri mál, so sum at koma við til NM ella EM, sigur Jan Elmar Sørensen mynd: Álvur Haraldsen