hósdagur 20. november 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 133 · 21. november 2014
10
VIKUSKIFTI
Samrøða
Annika Kunoy Im
annika@sosialurin
Jan Elmar Sørensen varð føddur í
Danmark, tá foreldrini vóru undir lestri
í 1991, og um ta tíðina byrjaði pápi
hansara, Guttorm Sørensen, at renna.
Longu sum trý ára gamal var Jan Elmar
við pápa sínum til rennikappingar, og
hann fór sjálvur at luttaka í kappingum
sum sjey ára gamal.
Tó var tað fótbólturin sum fylti
mest hjá Jan Elmari. Hann íðkaði
nógv, men hevði tíverri eisini nógvar
skaðar. Hann slapp til dømis ikki við
U15 landslignum, tí hann skuldi undir
skurð eftir ein skaða í skinnabeininum.
Tá spurdi pápin um hann vildi koma
við at renna ístaðin, og Jan Elmar varð
beinavegin bitin av renningini. Eftir
loknan fólkaskúla valdi Jan Elmar at
flyta niður aftur til Danmarkar og fara
í handilsskúla har, eisini vildi hann
leggja meir orku í renningina og fót
bóltin.
Jan Elmar sigur, at hann hevur ikki
altíð kent hesa megina, sum týðiliga
drívur hann. Tá hann flutti niður aftur
til Danmarkar at ganga í handilsskúla
sum 17 ára gamal, kendi hann tað, sum
at hann fekk møguleika at byrja av
nýggjum. Hann vandi fótbólt og rann
hvønn dag, men einsamallur í Danmark
hevði hann meir tíð at hugsa seg um,
og áhugin fyri skúlanum, samfelagnum
og politikki vaks.
– Eg gavst við at spæla telduspøl
og hyggja at fimli, og fór at lesa bøkur
ístaðin, sigur hann. Eisini er hann limur
í ymiskum kjaksíðum á netinum fyri
íverksetarar, og hetta heldur honum
málrættaðum og gevur íblástur.
Renningin tekur dyk á seg
Jan Elmar greiðir frá, at honum altíð
hevur dámt væl harðar ítróttargreinar,
har pulsurin kemur upp. Til dømis tá
hann spældi fótbólt dámdi honum væl
at spæla á miðjuni, har man arbeiðir
harðast.
Honum dámar eisini væl ikki at
vera bundin av øðrum og ístaðin ar
beiða sum einstaklingur, greiðir hann
frá. Renningin gevur honum hetta
frælsi, sum hvørki er tengt at fólki
ella klokkuni. Hann kann venja, tá tað
liggur fyri, og onguntíð er tað á mið
nátt, sigur hann.
– Um allir á einum liði spæla illa,
men tú spælir væl, kann liðið tapa
kortini. Í einstaklingaítrotti er tað bara
tú sum avger úrslitið. Tað er tað, mær
dámar við renningini, sigur hann.
Tað hjálpti eisini Jan Elmari í
ítrottinum at vera í Danmark. Hann
sigur, at teir rennarirnir, sum man ven
ur saman við og kappast ímóti eru betri
enn teir í Føroyum, og tí verður støðið
eisini hægri.
Mongu ítrottarskaðarnir hjá Jan
Elmari hildu tó áfram við at gera so
mikið um seg, at hann av tí sama varð
troyttur av bæði fótbólti og renning.
Hann koyrdi á harðari enn kroppurin
orkaði, og tí varð hann ofta skaddur.
Eftir at hava spælt ein dyst fyri næst
besta liðið hjá Vejle gavst hann og flutti
aftur til Føroyar sum nýklakt pisa fyri
tveimum árum síðani.
Rennarin
Jan Elmar
22 ára gamli rennarin, Jan Elmar Sørensen úr Klaksvík, sigur at
hann bleiv disiplineraður, tá hann gavst við at brúka frítíðina upp
á at hyggja eftir film og spæla telduspøl. Ein kann enntá siga, at
hann hevði ein opinbering. Nú venur hann til Oyggjaleikinar
Jan Elmar Sørensen í handli sínum, Rennarin, í Dr. Jacobsensgøta í Havn
mynd: Álvur Haraldsen