Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-20, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2014síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 133 · 21. november 2014 9 VIKUSKIFTI Skansin sum fornminni – Skansin er púra ósekur í øllum hesum útbyggingarætlanunum, men liggur av tilvild akkurát har, hann liggur. Tað undrar kanska nøkur, at Skansin sum fornminni nú verður lyftur upp á hædd við Kirkjubømúrin, ið verður um­vældur fyri ótaldar miljónir. Tað sigur Heðin Mortensen, borgar­ stjóri. Hann heldur tað hinvegin vera óført, at nøkur gera vart við Skansan, sum eins og Tórshavnar kommuna vil Skans­anum væl. – Vit kunnu vera ósamd um, júst hvat er besta loysnin fyri Skansan. At kommunan hevur havt eyguni við Skansanum er sjálvandi bara tí, at vit eru góð við hann sum eina býarmynd. Vit vilja fegin varðveita Skansan í upp­runa­líki, kanska pussa hann upp og skapa lív har úti, so føroyingar og ferða­fólk annars fara at brúka Skansan. Í okk­ara ætlanum liggur eisini, at vit snøgga alt uttanumøkið, fylla upp í bergið og gera grønar skráningar, sigur borgar­stjórin. Skansin og Skansabryggjan – Eingin aktivitetur er í økinum við Skansan. Økið er lítið áhugavert og illa egnað til nakað undirhalds- ella frí­tíðar­virksemi, sum støðan er. Men hetta kann skjótt broytast, og Skansin kann gerast miðdepil í einum lekrum havnar­øki við rúmd fyri eini marinu og eini mentan, har vit kunnu hava virk­ semi, sum kombinerar býarmentan og maritima mentan í einum avbera hugna­ligum umhvørvi. Heðin Mortensen vísir á, at van­ligt er aðrastaðni, at eitt smá­báta­um­hvørvi liggur stutt frá góðum parkerings­viður­ skiftum og umhvørvi við mat­stovum, handl­um og undirhaldi. – Ofta liggja hesi øki nær við fiski­ vinnu- ella ídnaðarhavnir, og ofta eru fasilitetir til ymiskt undirhald á stað­ num. Nú skjóta arkitektar uppá strípu upp, at alt okkara havnarøki skal gerast til ein mentanardepil. Borgarstjórin vísir á, at í stóran mun er tað júst hetta, sum verður gjørt. – Nýggja kommunuætlanin ásetir, at ein ætlan fyri samanhangin millum Tórshavnar havn og býin skal verða gjørd, sum fram um alt skal hava til enda­máls at menna samstarvið millum virk­semið hjá Tórshavnar havn og gerandislívið í býnum. Skansin úr rætta vinklinum Heðin Mortensen vísir á, at ætlanin við eini bátahavn – eini marina – júst er at skapa eitt mentanarumhvørvi rundan­ um Skansan, eitt livandi øki, har báta­ feløg, sjóítróttur, matstovur, list, undir­ hald og annað kann ganga upp í eina hægri eind. – Virksemið verður uttanum Skans­ an, men ikki á Skansanum. Skansin skal sjálv­andi varðveitast í sínum uppruna­ líki og gerast meira sentralur enn áður. Á henda hátt verður Skansin ein veru­ ligur og vakur miðdepil. Borgarstjórin heldur, at sum nú er, sær eingin Skansan. – Onkur romantiserar um at rógva framvið Eystfalsskeri og hyggja inn á Skansan, men veruleikin er, at eingin sær Skansan, sum í dag kemur í bili inn í Havnina. Omanfyri er hann bara ein høvd í landslagnum, og niðanfyri er hann fyri tað mesta forberg. Sjósíðan sæst bara úr báti. Vit ímynda okkum hin­vegin, at Skansin ikki veruliga kemur til sín rætt, fyrr enn fólk kunnu sita avslappað úti á marina’ini við góð­ um undirhaldi og við best hugsandi út­ sýn­inum – inn yvir Skansan – sum tá verður upppussaður og upplýstur. So­ leiðis skal hann síggjast, og haðani fer hann at taka seg best út. Heðin vísir á, at tað er eitt ótal av hug­skotum um, hvat nýggja smá­báta­ um­hvørvi kann brúkast til, og áhugin er stórur, leggur hann aftrat. – Trongt er við Kongabrúnna og í Vágs­botni, og serliga í sambandi við ferða­vinnuna taka nýggjar vinnur og nýggj tilboð seg upp, eins og undir­ halds­vinnan og ymisk listafeløg hava sýnt stóran áhuga. Borgarstjórin leggur dent á, at øll hugskot eru kærkomin. – Eg ivist slett ikki í, at um vit lyfta í felag, kann hetta gerast ein verulig sól­skins­søga, sigur Heðin Mortensen. Skansin í gomlum døgum