hósdagur 20. november 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 133 · 21. november 2014
8
VIKUSKIFTI
Soleiðis fer umhvørvið at síggja út, um ætlanin
hjá Tórshavnar kommunu verður framd í verki.
– Eg ivist slett ikki í, at um vit lyfta í felag, kann
hetta gerast ein verulig sólskinssøga, sigur Heðin
Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Skansin
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tórshavnar havn má byggjast út. Hon
er vorðin ov lítil. Skipini gerast størri og
sleppa ikki at. Ógjørligt er at avgreiða
bingjuskip og ferðamannaskip í senn.
Havnin er ov grunn. Ferðsluliga er alt
eitt kaos um summarið. Einki pláss er
eftir til goymsluhøli ella bingjupláss.
Men kortini hevur umleið 70% av øllum
farminum adressu hjá móttakarum í
Havn.
Ætlanin er tí at byggja út við 163
túsund fermetrum og at økja atløgu
síðuna við umleið 700 metrum, og sam
stundis verður ferðslan leidd burtur frá
Skansaøkinum. Um tað er tíverri – ella
tíbetur – er tað kortini ein sannroynd,
at gamli Skansin gjørdist miðdepil í
kjakinum um havnaútbyggingina.
Seinastu 14 árini hevur kommunan
tí samskift við fornminnismyndugleik
arnar fyri at finna eina so góða loysn
sum gjørligt, har øll atlit eru tikin til
Skansan. Umhvørvisárinskanning er
gjørd, Umhvørvisstovan hevur við
gjørt kanningina, modelroynd og
aldusimuleringar eru gjørdar á DHI,
og Yvirfriðingarnevndin hevur játtað
útbyggingini.
Men hóast allar góðkenningar, endar
málið kortini ikki har. Tí, nú gjørdist
Skansin kjakevni burturav. Fólk vilja
hava havnina flutta aðrastaðni. Men
Tórshavnar kommuna vísir á, at alt ov
kostnaðarmikið og djúpt er at byggja
við Glyvursnes og inni á Sundi, og pláss
er ikki í Kollafirði. So, hildið verður fast
um verandi og góðkendu ætlan - sum
tó bert er ein skitsa - ið kann broytast
nógv.
skansin ein
perla í røttum
umhvørvi
– Verður núverandi havnaætlan gjøgnumførd, verður Skansin miðdepil og ein
sonn perla í einum einastandandi mentanarumhvørvi, har fólk á fyrsta sinni
kunnu sita á fyrstu parkett og njóta Skansan á ein hátt, tey aldri hava sæð
hann áður. Tað sigur ein avgjørdur borgarstjóri, Heðin Mortensen, sum illa
skilir illviljan móti at lyfta Skansan upp á eitt munandi hægri støði enn í dag