hósdagur 20. november 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 133 · 21. november 2014
7
VIKUSKIFTI
S
o er tað eitt upp, rópar
venjarin.
Forbannað, sigi eg. Eg
vónaði, at tú hevði gloymt
tað. Meira orki eg ikki at siga ella
mótmæla.
Nei, her er einki at gera, eitt
tal upp. 16 minuttir eru farnir
og tyngdin í pedalunum skal úr
16 upp í 17 og seks sveittandi
og náðileysir minuttir eru eftir.
Vit súkkla og súkkla og telja
sekundini niður, hvørt sekund
varar trý og tað seinasta minst
fimm. Soleiðis kennist tað, og
soleiðis er tað ivaleyst eisini.
Eg ætli mær at gerast 90 pluss
nakað væl afturat. So eg venji
tvær ferðir um vikuna. Tað fær
pulsin upp, langt upp, 22 minuttir
á súkkluni og 12-13 kilometrar,
men bara, eg sigi bara, 374
kaloriur brendar av, hálv fjórða
øl. Hvat nyttar so alt? Eg veit ikki,
men eg gevist ikki. Gott eisini fyri
liðini, sum gerast trekari enn eitt
ongantíð smurt hagaportur sum
frá líður.
Tveir túrar eftir, rópar venjarin.
Tvær ferðir 20 sekund við fullari
ferð, helst 100, og eina ferð tíggju
at fáa ondina aftur. Pulsurin er
uppi millum 158 og 162. Tað er
gott, sigst, líka veit eg. Eg gleði
meg bara til tíðin er farin.
Og tað er hon nú. Teldan sigur
kling í hátalaranum. Tyngdin
niður á 1, skjótt niður, og pulsurin
eisini niður, tó ikki so skjótt.
Men hví vónaði eg, at venjarin
hevði gloymt at rópa eitt upp
fjórða hvønn minutt?
Eg súkkli ikki fyri hann. Eg
súkkli fyri mína egnu heilsu og
vælveru. Tí eigur tað als ikki at
vera neyðugt at geva mær boð um
at leggja oman á tyngdina. Eg eigi
sjálvandi sjálvur at halda skil á, at
talið fer upp fjórða hvønn minutt.
Vert at kanna og granska og
skriva doktararitgerð um, hví
koyrilin er nógv effektivari enn
súmbolska gularótin ella rabarban.
Spyrt tú fólk í bili, hví tey sita í
trygdarbelti, svara øll: tí eg vil ikki
hava bót.
Kanska onkur svarar, tí eg vil
ikki doyggja, men tey eru fá.
Bilførarar, sum tosa í fartele
fon, skunda sær at tveita hana
frá sær, fáa ikki stundir at siga
hvørki bei ella farvæl, hóma tey
ein politibil í bakspeglinum ella í
forrútinum.
Hvønn lumpa vit, snýta vit,
svíkja vit uttan okkum sjálvi?
Ongan.
Spurdi tú fólk fyri 20 árum
síðani, hví tey brúktu hít, tá tey
moggaðu, svaraðu øll, tí tað sigur
landslæknin, at vit eiga at gera.
Vit gera eftir boðum, vit akta
forboð, vit lurta eftir ávaringum,
sum kunnu bjarga heilsu og lívi
okkara. Ikki fyri at bjarga lívi og
heilsu okkara, men tí onnur, onkur
autoritetur, onkur myndugleiki,
sigur tað.
Bert starvsfólk stendur á ein
um skelti við eitt bilpláss á Hálsi
í Havn.
Bert starvsfólk, kalt nú í nov
ember, hóast várlýtt er. Stóð eina
løtu fyri at vita, um eg sá nakað
nakið starvsfólk. Men, sjálvandi,
hetta var leygardagur, og tá eru
eingi starvsfólk, hvørki nakin
ella ílatin, men bara eitt tómt,
bert bilpláss, sum bara er ætlað
starvsfólkum, tá tey starvast.
Bara fyri bert starvsfólk. Bara
fyri nakin starvsfólk, tí at skeltið
sigur tað.
Minnist ein av máltrúboðar
unum (føroyskt er ein religión
við fraksjónum sum allar aðrar
religiónir), sum segði, at tað eitur
bara og ikki bert. Tað ber ikki
til bara at siga bert og ikki bara.
Men orðabøkurnar tó hava bæði
bert og bara og ikki bara bara,
eisini einans. So bert starvsfólk
er ikki nakið starvsfólk, men bara
starvsfólk. Á skeltinum stendur
ikki, hvørji starvsfólk hava loyvi
til at seta bilin har, hóast plássið
er bertbaraeinans (fyri at binda
um heilt málbrúk) ætlað teimum.
Har eru fleiri enn eitt starvspláss
við bilplássið.
Sama ger hjá mær. Eg havi ikki
bil. Eg súkkli uttan hjól. Annars
gangi eg bert.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Bara nakið
starvsfólk
LURTA
LES &
UPPLIV
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Sangbókin
hjá Stanley
Ein av mest virknu føroysku vísusangarum
seinastu nógvu árini Stanley Samuelsen hevur
savnað øll síni løg í eini sangbók, ið hann leði
fram á móttøku í Reinsarínum hóskvøldið
Bókin savnar øll hansara løg frá teimum seks
fyrstu fløgunum, 57 sangir við teksti, nótum,
talsetingum og øðrvísi stemningum.
Stanley hevur tulkað yrkingar av okkara frægastu
skøldum, umframt at hansara egnu tekstir. T.d. er
talan um sangir sum ”Um eg kundi kvøðið”, “Tá
eg verði gamal”, “Regn” og “Síðsti Gorfuglur”
Fimta kókibókin
frá Oddvør
Á fimta sinni gevur Oddvør Skarðhamar út eina
kókibók. Matbøkurnar og uppskriftirnar hjá Oddvør
mugu vera tær best umtóktu matgerðarbøkurnar
í Føroyum seinastu árini, og hesaferð er tað vetrar
matur, , sum Oddvør setur fokus á. Aftur hesaferð
er talan um
eitt samstarv
millum Oddvør
og Ingibjørg
Jacobsen, sum
stendur fyri
tí grafiska
partinum.
Kókibókin
hesaferð eitur
"VetrarRættir",
og Eirikur
Meitilberg hevur
tikið myndirnar,
sum eru í bókini.
The Hunger Games:
Mockingjay Part 1
Áhugin fyri filmunum The Hunger Games hevur verið
heimsumfatandi, og nú bjóðar filmsvinnan til enn ein
part av vælumtóktu filmsrøðini. Katniss Everdeen er
í nýggja filminum í Distrikt 13 eftir at hon í seinasta
filmi setti kílar í The Hunger Games, og harvið tendraði
ein frælsisneista í fólkinum. Katniss gongur nú á odda
fyri uppreistrarrøsluni, og er blivin eitt symbol uppá
friðardystin, sum íbúgvararnir í Panem nú eru í gongd
við. Samstundis roynir hon av øllum alvi at finna Peeta, sum í seinasta filmi var tikin til gísla av myndugleikunum.
Filmurin er grundaður á triðju bókina hjá Suzanne Collins við sama heitið,
sum hevur selt fleiri enn 65 milliónir eintøk bert í USA.
Filmurin byrjaði í Havnar Bio mikukvøldið, og verður sýndur hvørt kvøld til og við mikukvøldið 26. november.
Øðrvísi framsýning
í Smiðjuni
10 ára gamli Marius Dam Christophersen hevur
fernisering í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin kl.
15. Á framsýningini vera tekningar og málningar,
ið Marius hevur gjørt seinastu árini við íblástri
frá hetjuteknirøðum og filmum. Marius hevur
áður havt tvær framsýningar. Hann sýndi í mai
2011 fram í Skúlanum við Løgmannabreyt,
eisini hevði hann eitt verk við á framsýningini
“Hvat er natúrligt” í Østrøm í 2012.
Í vár helt Marius sjálvur, at nú var so langt síðan,
at hann hevði havt eina framsýning, og spurdi
tí um møguleikan at lána Smiðjuna í Lítluvík.
Hetta bar væl til, hóast nakað av bíðtitíð var.
Bókadagar í Norður
landahúsinum
Um vikuskiftið er Norðurlandahúsið karmur um stórt
alment tiltak við orðaskifti, upplestri, bókasølu,
framførslum og tiltøkum fyri børn - alt við støði
í skrivaða orðinum. Bókadagar 2014 lata upp
leygardagin kl. 13.00. Ímillum rithøvundarnar, sum
luttaka í á Bókadøgunum eru Carl Jóhan Jensen,
Jóanes Nielsen, Petur Pólson, Jógvan Isaksen,
Sissal Kampman og mong onnur úr Føroyum og
úr Danmark, Íslandi, Norra, USA og Týsklandi.
Sí meira á bokadagar.fo