Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-20, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 133 · 21. november 2014 6 VIKUSKIFTI nakað, hon hevði hugsað so nógv um, tí Steinvør er spontan og hevur ikki lagt sær alla framtíðina til rættis. – Eg taki ein dag í senn, sigur hon. Hon livir í núinum og leggur orku í, at hvør dagur er góður. Henni dámar at ganga til konsertir, at ferðast og at hugna sær saman við familju og sjeik­ inum. Tað at rúma hvørjum øðrum Við stóra køksborðið í køkinum hjá Steinvør, í Geilini í Klaksvík, situr Steinvør og hyggur útyvir Klaksvíkina. Á borðinum eru livandi ljós, kaffi og ein skál av bandaðum bommum. Við síðuna av Steinvør situr sjeikurin Levi og heldur um hana. – Vit kompensera væl hvønn annan, sigur Steinvør, tí eg eru uppfarandi og vill og hann er tolin og róligur. Steinvør ræðist ikki fólk, sigur hon, og er okkurt áfatt er líkamikið, hvør tað er, hon skal seta seg andlit til andlits við. Men hvat ræðist hon so? Sjálv vil hon vera við, at henni ikki dámar at missa tamarhaldið. Eina ferð skuldu tey bæði eystur í Barm við veðra­gjólingum. Tey vóru á veg heim aftur og vóru farin nakað seint avstað, og meðan tey ganga, verður tjúkt í mjørka, og tað fer at skýma. Tað verður myrkari og myrkari, greiðir Steinvør frá, og tey máttu skunda sær at ganga upp­um Heldarsgarð, ímeðan tað varð myrkt. – Altso, eg tordi ikki, at eg ikki sá Levi, sigur hon. Har er so stórt og til ber at villast, eisini tá tað er ljóst. – Tá stóð onki til hjá henni, flennir Levi. Hetta at missa tamarhaldið og verða bundin av onkrum øðrum dámar henni ikki, hon roynir altíð at hava kontroll, sigur hann. Tað sum rørir meg mest er náðin, sigur hon. – Eg skilji betri náðina frá Gudi, tí foreldur míni og Levi vísa mær náði hvønn dag. Hetta gevur mær djúpa gleði. Á hini síðuni er tað ótrættvísi móti sær sjálvari og øðrum, sum øsir hana mest. Tá Steinvør sær órættvísi, klárar hon ikki at tiga. Eitt annað, sum øsir hana, sigur hon, er sløvheit hjá fólki, sum ikki vita, hvat tey vilja og ikki krevja nakað av sær sjálvum. Lívið sum nútímans bóndakona Tað fyrsta Steinvør minnist frá bónda­ lívinum er, at hon fór til Kunoyar, har omma Steinvør er ættað, við pannu­ kakum til fjallmennirnar, tá hon var barn. Hon var við til flettingarnar, og sá ommu sína vaska vembur og gera blóð- og rullupylsu. Eftir barndómsárnini hevði hon onki við bóndalívið at gera, men hevur altíð havt áhuga í náttúr­ uni. Tó var hetta bara til túrar um summarið, tá veðrið var gott. – Áðrenn vit møttust, var eg sann­ førdur um, at eg vildi ikki koma tætt at nøkrum øðrum menniskja enn børn­ unum hjá mær, sigur Levi. Steinvør sigur eisini, at tá hon møtti Levi ivaðist hon í, um hon var egnað at liva saman við fólki. Síðani Steinvør møtti Levi, er ein nýggjur heimur latin upp, greiðir hon frá. Tey hava gingið langt og leingi í kava og mánalýsi, og eisini í regni við pannulykt. – Tað er so øðiliga lekkurt, sigur hon. Fyrstu ferð Levi kom at vitja Steinvør fyri tveimum árum síðani var hann nossligur og reinur, men næstu ferð, tá var hann í joggingbuksum við blóð á og stinkaði av seyði. Nú sigur hann, at tað var ein roynd fyri at vita, um Steinvør toldi tað, hon sá. Tí hetta er sam­leikin hjá honum. – Eg helt tað vera ordiliga well, at hann tordi at koma so ófantaligur, tí hann kendi meg ikki tá, sigur hon. Hann hugtók meg púrasta. Levi leggur aftrat, at hann vildi provo­kera eitt sindur, tí tað nyttar onki at vera ein tú ikki er. Tað eru nøkur frávik, sum hann ger fyri kær­leikan, sum til dømis at fara í Christians­ kirkjuna saman við Steinvør at lurta eftir symfoniorkestrinum. Steinvør sigur, at tað er júst hetta henni dámar við bóndanum Levi. Hann er hann sum hann er og roynir ikki at vera nakað annað. Hon vildi vera við í bóndalívinum og stuðla honum beinavegin. Tey bæði hava verið í seyðahúsinum og flett, Steinvør hevur verið við á fjalli og eisini gjørt døgurða og kaku til fjallmennirnar. Tað er nógv, ein skal læra sum nútímans bóndakona. Tað er skitið arbeiði sum luktar illa, so ein skal ikki vera ov sartur. Levi hevur lagt henni lag á við at tumma, skera, reinsa vembur, taka mørin, og annað, sum er at læra. Tey hava ætlanir um at breiðka arbeiði og seyðahúsið so tað verður huga­ligari og arbeiðssamari í famtíðini. Krøvini til eina bóndakonu í dag eru tó ikki tey somu, sum tey vóru fyrr, leggur Levi aftrat. Eitt dømi er alt blóðið, sum ikki verður tikið, tí tað gevur lítla meining at framleiða, tá tú onki fært fyri tað. Tað tekur ov langa tíð at fletta, um tey eisini skulu røra sveita fyri hvønn seyð. Tí fer nógv burtur. Í dag eru øll til arbeiðis, og tí stendur ein einsa­mallur við arbeiðinum. Tí má man sum bóndi velja, hvat loysir seg og ikki. Av øllum hesum arbeiðinum eru túrarnir tey hava verið, tá veðra­gjól­ ingarnir skulu út, og tá tey skulu eftir teimum aftur, henni dámar best. – Eg og Levi gera okkum matpakka, fara til gongu og tað er bara vit bæði og náttúran og onki annað sum forstýrar, sigur hon droymandi. Tað sum náttúran gevur menniskjanum Tað besta í náttúrini er at vera einsa­ mallur. Levi sigur, at tað fáast við dýr og náttúru gevur einum menniskja meir enn meldurin í gerandisdegnum. – Tá fáa vit tíð at hugsa og hoyra okkum sjálvi. Tá tú hoyrir teg sjálvan, verður tú noyddur til at koma til sátt við seg sjálvan. Í náttúrini er onki som órógvar. Har er friður og vakurleiki, siga tey bæði. Har er onki stress og onki sum ein skal. Sjálvt um ein hevur gingið somu gøturnar fleiri ferðir fyrr er hvør upp­ living serstøk, sigur Steinvør. Ofta er ljósið annarleiðis, til dømis, ella eri eg sjálv annarleiðis inni í mær sjálvari. – Tað er ymiskt sum fyllir sinnið, og man sær lívið úr nýggjum sjónarhorni hvørjaferð. Tað er so stórur munur á býarfólki í Havn og fólki á bygd. Nógv býarfólk kenna lítið til kjøtið, sum liggur á borðinum ella hvaðani mjólkin kemur. Fólk torir ikki at fara aftur til røturnar, og fólk eru bangin fyri ikki at fylgja við tíðarrákinum, halda tey. Tað er torført hjá bygdar- og býarfólki at skilja hvønn annan. Bóndalívið er eitt betri og sunnari lív, sigur Steinvør avgjørd. Tað er tor­ ført at samanbera hetta við nakað ann­ að, tí tað er so einfalt. Hetta er at koma aftur til røturnar, hóast vit ikki hava flutt okkum. Levi leggur aftrat, at vit so ofta hoyra í dag, at vit mugu koma víðari og ikki vera so primitiv. Hvat skulu vit koma víðari til, spyr hann. Tað at liva í náttúruni og liva av náttúrini síggja nógv fólk ikki tað stóra í, sigur Levi, men júst hetta sær hann tað allarstórsta í. Steinvør leggur aftrat, at tað er virði í at røkta hagan og dýrini og síðani at njóta grøðina frá skaparanum. – Eg og Levi gera okkum matpakka, fara til gongu og tað er bara vit bæði og náttúran og onki annað sum forstýrar, sigur Steinvør droymandi mynd: Dávur Winther