mánadagur 24. november 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. november 2014 · Nr. 134
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
Skattalistin er eitt skjal, ið
gev ur tær yvirlit yvir, hvussu
høga skattskylduga inntøku,
ein persónur hevur. Føroyska
skatta lógin
staðfestir,
at
skatta list a rnir skulu liggja
fram mi til alment eftirlit í
elli vu yrkadagar. Føroyar
eru eitt av fáu londunum,
hetta verður gjørt. Í Ís landi,
Svøríki og Finlandi er skip-
an in meinlík tí før oys ku,
með an í Noregi eru skatta-
list ar nir talgildir og at komi -
lig ir á alnetinum, um framt
at tú fært kunning um skatt-
skylduga inntøku, ogn og
rindaðan skatt.
Sofus Johannesen, full-
trúi á TAKS, sigur, at enda-
mál ið við almennu skatta-
listun um er, at fólk skulu
kun na gera vart við, um tey
hava varhuga av, at onkur
ikki hevur uppgivið alla sína
skatt skyldugu inntøku.
Hann greiðir frá, at fyrr
varð skattskyldug inn tøka,
skatt að inntøka og rind aði
kommunu skatturin upp lýst-
ur, men at hetta var broytt
við nýggju skattalógini í
1978. Orsøkin til broytingina
var, at í gomlu skipanini var
møgu ligt hjá óviðkomandi
at rokna út, hvussu stórar
rentu út reiðslur fólk høvdu,
við at samanbera rindaða
kom munu skattin við skatt-
skyldugu inntøkuna.
Almennu skattalistarnir
er ein siðvenja, ið røkkur heilt
langt aftur, líka aftur í 19. øld.
Upprunaliga endamálið við
at al manna kunngera skatta-
list ar nar, var at tryggja sær,
at øll góvu rætta kunning til
skatta myndugleikarnar, og
so leiðis rindaðu rættan skatt.
Ein kann samanfata grund-
gevingarnar fyri al menn um
skatta listum
undir
yvir-
skriftunum hvítur búskapur
og fólkaræðislig stýring.
Upprunaliga endamálið
við almennu skattalistunum
var fyrst og fremst, at ein
kun di eftirkanna sínar egnu
upplýsingar og tryggja sær,
at ein hevði goldið rætt an
skatt. Almennu skatta list-
ar nir eru ein siðvenja, sum
røkk ur nógv longri aftur enn
sjálv upp g ávan, ið nú verður
send til hvønn einstakan
borg ara, ofta meiri ella minni
liðug útfylt.
Í almennu skattalistunum
ligg ur eisini ein kimi til al-
ment eftirlit við hvørjum
øðr um. Sum skrivað er í
skatta lógini, so liggja list ar-
nir frammi til alment eftir-
lit. Við at skattalistarnir
eru almennir, er tað jú ein
møgu leiki
at
eftirkanna,
hvat onnur hava uppgivið í
skatt skyldugari inntøku. So-
leið is skal hetta virka sum
ein avskrekkari fyri at ar-
beiða svart, við at onnur, ið
ken na til tað svarta arbeiði,
kunnu avdúka, at uppgivna
skatt skylduga inntøkan ikki
samsvarar við veruligu inn-
tøkuna.
Onkur draga eina saman-
bering
millum
almennu
skatta listarnar og lógina um
al ment innlit, og siga, at hetta
eru tveir partar av somu alin.
Hetta er enn eitt stig á leið-
ini til eitt gjøgnumskygd
sam felag. Hetta er ein møgu-
leiki hjá fólkinum at hava
eftir lit við, at landið fær
tað, ið landið skal hava, ella
við øðrum orðum, at onk ur
annar ikki roynir at snýta
í skatti. Skattavaldið kann
ikki eftirkanna allar skatta-
upp gerðirnar, men við al-
mennu skatta listunum er
gjør ligt hjá fólki, at gera
sær eina meting av, um fólk
munnu hava upp givið rætt-
ar upp lýsingar til skatta-
myndug leikarnar.
So leið is
eru almennu skatta list ar nir
eitt slag av fólka ræðis ligari
stýring.
Ein lúrarahugburður
Atfinningarnar móti hesi
sið venju eru fleiri. Nøkur
vilja vera við, at hetta nørir
upp undir ein “lúrarahug-
burð,” har fólk liggja og
sneyta eftir hvørjum øðr-
um, í upplýsingum, sum í
veruleikanum als ikki við-
koma teimum. Onnur, mill-
um annað løgreglan í Oslo,
vilja vera við, at skatta-
listarnir geva brotsmonnum
møgu leikan at eyðmerkja
teirra næstu innbrotsoffur.
Við tað, at skatta út rokn-
ing in í dag í stóran mun
verð ur gjørd av tí almenna,
grund að á kunning, sum tað
al menna sjálvt heintar frá
ymisk um stovnum, kunnu
spurn ar tekin setast við, um
almennir skattalistar yvir-
høv ur tæna sínum upp runa-
Hans Gudmundsen, Sandavágur
Hans Gudmundsen er ikki heilt við upp á, at skattalistarnir eru almennir.
- Eg haldi, at fíggjarliga støðan hjá fólki er nokk so privat, sigur hann.
Hann væntar, at tað er vandi fyri, at kunningin verður brúkt ímóti tær, og at
hon elvir til størri misnøgd og øvund millum fólk. Hann heldur ikki, at tað
er nakað veruligt element av fólkaræðisligari stýring í tí, at hava almennar
skattalistar.
- Um teir absolutt skulu liggja frammi, so hevði ein vika verið nokk, sigur
Hans Gudmundsen.
ALMENNU SKATTALISTARNIR
Einastu londini á okkara leiðum, ið kunngera
skattalistarnar alment, eru Noreg, Svøríki, Ísland og
Føroyar. Í Danmark eru tað einans fyritøkur, virki og
grunnar, ið standa á almennu skattalistunum. Einans
í Noregi verða skattalistarnir lagdir á alnetið.
Í Noregi vóru almennu skattalistarnir fyrstu ferð
lagdir út á alnetið í 2001, umframt at teir vóru
sendir til allar fjølmiðarnar. Í dag eru skattalistarnir
tó einans at finna á heimasíðuni hjá norska
skattavaldinum, umframt at strangar reglur eru fyri,
hvat fjølmiðlarnir kunnu nýta skattalistarnar til.
Skattalistarnir liggja í hesum døgum frammi til alment eftirlit í kommunu-
skrivstovunum kring landið. Spurningurin er tó, um almennu skattalistarnir
tæna sínum endamáli, ella um teir eru ein fornleivd frá farnari tíð
Hannis Thomsen, Syðrugøta
Hannis Thomsen sigur, at av tí at hetta hevur verið vanligt í Føroyum í langa
tíð, er ongin orsøk at broyta upp á tað.
- Hví skulu teir ikki vera almennir, spyr hann.
Hann sigur tó, at hann ikki sjálvur hevur nakran áhuga í, at kanna hvat
grannin, landsins politikkarar ella onnur hava forvunnið og goldið í skatti.
- Eg veit, hvat eg sjálvur gjaldi, og tað er tað, mær tørvar at vita, sigur
Hannis Thomsen.
ALMENT
EFTIRLIT ELLA
FORNLEIVD